Skip to main content

Posts

Gone Girl - mannfólkafilmar runt kvinnuklokkuna

Undir heitinum Mannfólkafilmar – runt um kvinnuklokkuna fari eg at halda ein stuttan fyrilestur í Expert í SMS, har Mannfólkavika er. Líggjas í Expert hevur funnið myndir av monnum og kvinnum úr filmi, sum hann fer at vísa upp á allan veggin á øllum flatskíggjunum, sum har eru. Tað eri eg spentur uppá. Niðanfyri er eitt úrvæl, tvær burtursagdar filmskvinnur í gamla Hollywood, Mae West og Jean Harlow, sum filmseftirlitið gjørdi enda á, og tveir rættir filmsmenn, ið sleppa at taka lógina í egnar hendur, tí øll yvirvøld svíkur, kovboyarin Clint Eastwood og svønleysi Vjetnamveteranurin Robert de Niro. Og so lata vit at enda menn og kvinnur møtast í kynsjavnvigandi filminum  Gone Girl (David Fincher 2014), meðan Bob Dylan syngur The Man in Me . Væl møtt í Expert í dag klokkan hálvgum fimm.

Camaro Camaro

- Er hetta ein italskur Maserati ella ein svenskur Volvo? Kundi verið bæði, men er hvørki. Tí hetta er ein væl pussaður átta liturs Camaro frá Chevrolet, sum Johnny Nón í Runavík hevur keypt úr Arkansas í USA fyri tveimum árum síðani. Bilurin stavar frá 1971, men so flottan bil vil eg treyðugt kalla eitt ellisakfar. Hetta er eitt tíðarleyst sniðfar,  reytt sum drotningakjólin í kvøld, men á ein maskulinan hátt. Camaro bilurin, omanfyri, er ein av seks, sum vóru valdir millum 80 tilmeldaðar í kappingini um Føroya feitasta bil í SMS hesa vikuna. Hann vann áskoðarakappingina og koyrdi inn á torgið í SMS við Born to be Wild hjá Steppenwolf afturvið. Bilurin var hin elsti av teim seks. Hin yngsti, ein hvítur Toyota Avensins T2, er frá í fjør. Men her kemur dómarapanelið, Sofus Hansen, eisini kendur sum Halleluja-Sofus, Óli Mouritsen, eisini kendur sum Bil-Óli, og Magnus Gunnarsson, eisini kendur sum Maggi, ið hava atkvøtt fyri einum svørtum seksliturs Dodge Magnum fr

Navnið spillir ongan

Sagt verður at navnið spillir ongan. tað eru bara vit, sum kunnu spilla navnið. Ja, og so eisini fremmandir forritarir, sum sita í skýmaskotum og finna uppá tænastur, sum vit ikki vistu vóru til. Til dømis at finna fram til, hvat navn títt merkir. Men skjótt kemur tú eftir, at tænastan er ikki so álítandi. Tú kanst skriva eitt fremmant navn og fáa akkurát sama úrslit, sum tá tú skrivaði títt egna navn. Ella navnið á Hitler. Og so sært tú allar hesar spurnarkanningarnar og videnskabeligu, fyri ikki at siga lidenskabeligu niðurstøðurnar um, hvat land tú hoyrir til, hvør grammofonpláta tú ert, hvør filmsleiklutur tú ert, hvør persónur úr Bíbliuni tú ert, ella hvør persónur hjá Dostojevski tú ert. Akkurát tú. Tað er at vóna, at verðin og heimsmyndin ikki fer í grús, tá tú uppdagar, at meginparturin av tílíkum forritaravirksemi á netinum er tað reina gass. Men stuttligt er tað við hesum talgildu dagdvøljum í vitanarsamfelagnum, treyðugt so!

Bankafilmurin um Eik verður í morgin

Filmsfelagið sýnir íslendska bankafilmin um Eik, omanfyri, í morgin, mikudagin 15. apríl kl 20:00. Undir upprunaheitinum, Vonarstræti (Baldvin Zophoníasson 2014), er filmurin hin mest sæddi í Íslandi. Fréttablaðið kallaði filmin hin besta íslendska nakrantíð, og fyrr í ár vann filmurin ikki færri enn tólv Edda virðislønir, m.a. sum besti filmur. Enska heitið er Life in a Fishbowl og danska heitið er De små ting . Filmurin verður sýndur í upprunaútgávu, men við donskum undirteksti, so øll kunnu fylgja við í samansettu lagnusøguni úr okkara tíð. Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, fer at introdusera filmin. Í íslendska filminum um bankakreppuna har í landinum, fylgja vit Hera Hilmar, Þorsteinn Bachmann og Thor Kristjansson í høvuðsleiklutunum sum Eik, Móri og Sølvi. Eik arbeiðir í barnagarði um dagin og er call girl um náttina, Móri er rithøvundur, sum hóast hann eigur hús í Vonarstræti, velur at drukna tilveruna í brennivíni, og Sølvi er fyrrverandi fótbóltsspæla

Føroyar um allan heim í juni

Jóhan Mortensen var ferðaleiðari fyri Visit Faroe Islands, tá fólk frá Land Rover blaðnum   Onelife  vóru her og vitjaðu í november í fjør. Omanfyri síggjast Brian Cottam, Jane Cloete, ritstjóri, og Dan Delaney. Ferðaliðið taldi níggju fólk, sum øll eru knýtt at lýsingastovuni Redwood í London. Niðanfyri sæst Jóhan við borðið í roykstovuni í Kirkjubø. Lýsingastovan Redwood hevur hópin av stórum kundum, teirra millum Land Rover , sum í hesum føri var ordragevandi kundi. Ørindini vóru at seta bilarnar inn í ein nýggjan kontekst, hin føroyska. Tvær ferðir um árið verður tíðarritið OneLife givið út og sent til útvið hálva millión Land Rover eigarar kring knøttin. Í juni verður karmurin Føroyar, sum verða lýstar undir yvirskriftini Norse Power á átta innbjóðandi blaðsíðum, sum serliga greiða frá um mat. Her eru fýra av teim átta blaðsíðunum, sum síggjast í juniútgávuni av Land Rover blaðnum: Bretska ferðaliðið hevði eisini nýggjar Land Rover bilar við sær í november. Teir

Hann prílar við heglingi

Ofta verður sagt, at veðrið er ekstremt og at hann prílar . Í dag brast hann á við grimdarregni, so var turt og ljóst, og so dundi eitt heglingsæl, sum eg ikki havi hoyrt áður. Í hvussu er ikki um miðjan apríl, mánaðurin, sum argar fólk, tí hann prílar . Kanska er tað so. Vit liva i ekstremum tíðum. Í hvussu er, tá um veðurlagið ræður. Og føroysku orðabókurnar, sum nú eru opnar fyri øllum heiminum, siga at heglingur eitir chicco di grandine á italskum, granizo á spanskum, Hagelschauer á týskum, hail shower á enskum og haglbyge á donskum.

Also - tey duga at hugsa og ressonera!

Nú politiskir uppstillingarfundir eru úti um landið, hevur helst verði neyðugt at avstemma manningina í spurnar- og kjaksendingini Also  í Kringvarpinum leygarmorgnar innan Rót og Rútmu. Onkrar endursendingar í seinastuni hava eisini bent á, at sendingin var um at doyggja út, tí hon ikki fekk undirtøku millum lurtarar, ið áttu spurningarnar, ið vóru at rutta við. Av egnum royndum veit eg, hvussu nógv skal til, bara at fáa ein lurtara at senda ein spurning til eina sending, tíansheldur fleiri, so veljast kann millum tilfarið og sendingin kann fáa eitt fjølbroytni og ein autentisitet, sum í lurtarahøpi er burðardyggur. Tá útvarpsvertir í øðrum sendingum hava sagt, at ein ørgrynna av brøvum eru komin inn til eina sending, ið er hvørja viku, tá havi eg altíð skálkin aftanfyri oyrað, tí lurtarasamband er svikaligt í brøvum og nærmast ikki til tann vegin, tað eg veit. Men kennir lurtarin seg aftur í sendingini, so eigur altíð at bera til í almannavarpinum at halda eini tílíkari sending

Várframsýningin 2015

Seinrapartin í dag, klokkan fýra til seks, letur árliga Várframsýningin upp fyri almenninginum í Listasavninum. Tað er Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, ið letur framsýningina upp. Upplatingardagin fara Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen at sýngja. Í tíðindaskrivi undan framsýningini, siga fyrireikararnir, Føroysk Myndlistafólk, at Várfamsýningin er ein afturvendandi táttur, sum á fyrsta sinni varð royndur í 1990. Várframsýningin hevur verið karmur um nógv ymisk sløg av verkum og verkætlanum gjøgnum tíðina, har gomul sum ung hava sýnt fram, og óroynd hava hingið við síðuna av etableraðum listafólkum. Júst hetta skapar ein serliga dynamik, tí ongin veit frammanundan hvat fer at henda, sigur felagið Føroysk Myndlistafólk Várframsýningin er ein sokallað sensurerað framsýning, har ein nevnd tekur støðu til innlatin verk. Í nevndini í ár hava Jóhan Martin Christiansen, omanfyri, Sigrun Gunnarsdóttir og Ole Wich sitið. Framsýningin í ár er myndað av ymiskari tøkni, t.d. skulptura

…men størstur av teimum er Dylan

Hesi hóskvøldsorð eru skrivað afturvið Ring Them Bells av plátuni Oh Mercy frá 1989, einum sangi eg ikki hava lurtað nógv eftir. Og so Gates of Eden av 50 ára gomlu LP plátuni Bringing it all Back Home. Orsøkin er, at eg havi verið í kirkju . Har hoyrdi eg danska teologin og høvundan Jakob Brønnum (f.1959) siga frá um Bob Dylan, ið hann lýsti sum størsta yrkjara á lívi í dag, hvørki meir ella minni. Lýstur og lisin í bíbilskum ljósi undir heitinum Sangir við himinsins portur - Bob Dylan og Bíblian . Og tað helt, teologiska útleggingin av tekstum Dylans og øvugt, at lesa Gudsorðið inn í Dylantekstin. Eisini tá vit komu til John Wesley Harding, JWH, og tulkingina Yaweh, og orðið wind í Blowin’ in the Wind , sum á hebraiskum eisini merkir andi, og um hvítu dúgvuna, sum skuldi flúgva yvir tey mongu høvini, sum hjá Nóa. Og um steinin sum mynd í Like A Rolling Stone,  um seg sjálvan í Baby Blue,  og at teir seinastu tríggir sangirnir á New Morning eru tríeindin í kristnitrúnni.