Skip to main content

Posts

Mannfólkafilmar - runt um kvinnuklokkuna

Fyrilestur í Expert í SMS  Umleið 1920 og fram eru endaleysar skandalur í Hollywood. Sex, narkotika, alkohol, hjúnarskilnaðir, sjálvmorð og onnur morð fylla bløðini, tátíðar Facebook. Fyri at sleppa undan løgreglu, dómsvaldi og almennum filmseftirliti, skapa Will Hays (1879-1954), niðanfyri, og Joe Breen (1890-1965), niðanfyri aftur, ein sjálvsensur í Hollywood, The Motion Picture Code. Skipanin var í gildi frá 1930 til 1968, tá eitt filmseftirlit í stigum, eitt klassifiseringssystem, varð sett í verk og verður brúkt enn, men ikki í Føroyum í løtuni. Her hava vit tó generelt forboð móti harðskapi, blasfemi og porno. Og í dag er filmur ein listagrein og tískil eitt listaverk, sum ikki ber til at gera seg inn á, bróta ella skamfera uttan orsøk. Men tann tankin vann ikki frama fyrr enn í 60’unum. Sviar kallaðu gomlu sjálvsensurs-hondbókina frá 1930 fyri ‘Produktionskoden’. Og tíðin innan, hon kallaðist í Hollywood ‘the pre-code era’, tí hon var uttan ansvar og uttan eftirlit,

Gone Girl - mannfólkafilmar runt kvinnuklokkuna

Undir heitinum Mannfólkafilmar – runt um kvinnuklokkuna fari eg at halda ein stuttan fyrilestur í Expert í SMS, har Mannfólkavika er. Líggjas í Expert hevur funnið myndir av monnum og kvinnum úr filmi, sum hann fer at vísa upp á allan veggin á øllum flatskíggjunum, sum har eru. Tað eri eg spentur uppá. Niðanfyri er eitt úrvæl, tvær burtursagdar filmskvinnur í gamla Hollywood, Mae West og Jean Harlow, sum filmseftirlitið gjørdi enda á, og tveir rættir filmsmenn, ið sleppa at taka lógina í egnar hendur, tí øll yvirvøld svíkur, kovboyarin Clint Eastwood og svønleysi Vjetnamveteranurin Robert de Niro. Og so lata vit at enda menn og kvinnur møtast í kynsjavnvigandi filminum  Gone Girl (David Fincher 2014), meðan Bob Dylan syngur The Man in Me . Væl møtt í Expert í dag klokkan hálvgum fimm.

Camaro Camaro

- Er hetta ein italskur Maserati ella ein svenskur Volvo? Kundi verið bæði, men er hvørki. Tí hetta er ein væl pussaður átta liturs Camaro frá Chevrolet, sum Johnny Nón í Runavík hevur keypt úr Arkansas í USA fyri tveimum árum síðani. Bilurin stavar frá 1971, men so flottan bil vil eg treyðugt kalla eitt ellisakfar. Hetta er eitt tíðarleyst sniðfar,  reytt sum drotningakjólin í kvøld, men á ein maskulinan hátt. Camaro bilurin, omanfyri, er ein av seks, sum vóru valdir millum 80 tilmeldaðar í kappingini um Føroya feitasta bil í SMS hesa vikuna. Hann vann áskoðarakappingina og koyrdi inn á torgið í SMS við Born to be Wild hjá Steppenwolf afturvið. Bilurin var hin elsti av teim seks. Hin yngsti, ein hvítur Toyota Avensins T2, er frá í fjør. Men her kemur dómarapanelið, Sofus Hansen, eisini kendur sum Halleluja-Sofus, Óli Mouritsen, eisini kendur sum Bil-Óli, og Magnus Gunnarsson, eisini kendur sum Maggi, ið hava atkvøtt fyri einum svørtum seksliturs Dodge Magnum fr