Skip to main content

Posts

Føroyar í meldrinum

Í hesum døgum er altjóð fimleikarakapping í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har 600 ung úr 13 londum kappast um heimsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki. Sjónvarpið sendir beinleiðis og tey fleiri enn túsund áskoðaraplássini eru øll seld. Meðan Føroyar flagga fyri Verðini, seti eg í Miðvági mark fyri, hvussu langt eg fari í grind. Hertil og ikki longur. Suður úr Bøsdalafossi hevur Brimil funnið fyrstu grind í ár, 151 hval. Hon verður hildin til í bakandi sólini í Miðvági. Neyvan er nakað føroyskt myndaevni so mettað við drama, sum grindadráp. Ert tú ikki vaksin upp við tí, so skilir tú neyvan grindamenn og grindadráp, og at nakar kann fáa seg til at eta tvøst og spik, skorið við knívi úr Flipper, Willy og øðrum fittum Disneyhvalum. Hinvegin er grindadráp kanska einasta samband við gamla veiðimannasamfelagið á okkara leiðum. Men blóðreyða havið er helst ov mikið hjá teim flestu. Tey vilja ikki síggja blóð og slátur. Bara eta búffin úr Miklagarði. Og so eru tað stjørnur

At siga søgur

Heiðurplássið undir yvirskriftini 'at siga søgur', fær Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum. Hugsunarsamur er hann avmyndaður úti í Oyrum, eftir at hava siglt við heimajørdu tvíkiljuni Lakeside um vatnið, sum hevur tvey nøvn, Leitisvatn og Sørvágsvatn. Vit eru útferð úr Námi vesturi í Vágum at hitta tríggjar storytellers , søgusigarar av Guds náði. Her er hin fyrsti. Tað ar Sámal Bláhamar, sum í góðveðrinum koyrir eftir Oyggj, at siga okkum frá tí, sum hann fortelur fyri ferðafólki. Millum allar tær væltrimmaðu søgurnar, sum visuelt passa í lendið uppá sekundið, sigur hann seg bara vera undirtekstara í stóru sjónvarpssendingini, sum eitir Føroyar. So væl plaseraðan setning havi eg ikki hoyrt í ferðafólkabussi áður. Eg seti bara undirtekst á! Og so steðgar Sámal á Norðradalsskari til felagsmynd, har eg upp móti mjørkanum bara fái Regin og Gundur uppá. Gundur fer til Noregs í september og ivaleyst gevur hann Regini nøkur góða ráð um FirstClass, teldur og skúla. So koma vit