Skip to main content

Posts

Hinumegin sundið

Svøríki er landið hinumegin sundið. Hagar fara vit í dag, hóast veðrið er skiftandi við regni og vindi, men eisini sólglottum. Nakað sum í Føroyum, tá hann melur av ymsum ættum, bara nógv ógvusligari, serliga á brúnni um Oyrasund. Jógvan tók myndirnar úr bilinum. Tá tú sært skeltið jordgubbar veitst tú, at tú ert í Svøríki. Tey svensku jarðberini fáast í dag fyri 25 lokalar krónur fyri arkið , tað eru 20 krónur í okkara peningi. 100 svenskar krónur eru 79,44 krónur, sigur netið, nú bankin ikki sæst í tænastumyndini longur. Ørindini svensku megin sundið eru at síggja framsýningina AD REINHARDT – Art vs. History , sum er í Malmö Konsthall. Við 40 árum á baki telist høllin millum størstu søvn við nútíðarlist í Norðurevropa. Svenski arkitekturin Klas Anselhem teknaði savnið. 300 verk hjá amerikanska Ad Reinhardt verða synd fram nú summaróveðrið sýgur seg yvir býin. So er ein sólarglotti, og straks er ein ítróttarmaður, ið vil bjóða mær sider úr peru frá Kopparberg. Eg

Fyrst svart, so einki

- Fyrst svart, og so einki. Black paintings , svørtu málningarnir frá 1953 til 1967, vóru seinasta skeið í myndlistasøguni, og eftir hetta vórðu dagarnir hjá samtíðarmálninginum taldir! Soleiðis leggur svenski náms- og listfrøðingurin Angela Cesarec virksemið hjá amerikanska Ad Reinhardt (1913-1967) út í Malmö Kunsthall. - As an artist I would like to eliminate the symbolic pretty much, for black is interesting not as a color but as a non-color and as the absence of color, segði Ad Reinhardt.  Upprunin til myndarøðina   Black Paintings hjá Ad Reinhardt, sigst hava verið verk hjá pólsk-russiska  Kazimir Malevich (1878-1935), sum í 1915 málað Svartur Fýrakantur .  Reinhardt var sannførdur um, at egna røðin við svørtum málningum var 'the absolute zero of art'. Henda tanka, sum Reinhardt førdi víðari í bókum og fyrilestrum, siga listfrøðingar at hann bygdi á heimspekilig ástøði sum avnoktandi gudfrøði, neo-platonismu og zen buddismu. Mitt í hesum minima

Jól í juli

Í jólamannaverkstaðnum hjá  Elisabeth  í Brønshøj er triðja jólabókin liðug, og nú verða tekstir skrivaðir til jólatíðarritini hjá forlagnum Egmont, m.a. nýggju útgávuna Sally's. Omanfyri sæst uppskot um dekorativt jólapynt at gera sjálvur. Aftanfyri sæst spennandi toy frá Svenskt Tenn í Stockholm. Her er gull sett á hvít jólaljós og aftanfyri sæst skinn av seyði við ullini á. Og so er spurningurin, um vit skulu taka svartan ella gyltan knív og gaffil úr skuffuni. Tí nú fara vit at leggja riv á grillina í stóra havanum. Meðan svarta grillin brasar og vit borðreiða í bjørtu summarsólini, sprettir hin ljósa og følna Astrid Lindgren rósan. Úr summarhitanum í Brønshøj fara vit út í Dovregade á Amager, har dúgvurnar láta í trøunum og eigarafelagið hevur eina áminning til hundaeigararnar. Út á dagin verður so heitt, at vit fara út á Amager Strand at svala okkum á. Við heilsan frá H.C.Andersen lovar kommunan, at her fært tú afløb , tá tú kennir teg ov heit