Skip to main content

Posts

Sæland í kring

Í lítla norðursælendska havnabýnum Gilleleje liggja flestu snurriváðsbátarnir væl surraðir. Hóast eksotisk nøvn sum Bodø , er lítil havgangandi aktivitetur, annar enn likkur, ið stoyta seg eftir remolátu og kipsbakkum, tá ferðafólkini hava etið fiskin á hesum norðasta staði á Sælandi. Flakavirkið, sum hevur latið aftur, er nú listasavn hjá virknum amatørum, sum Solargrunnurin stuðlar við ferðamøguleikum til Føroyar og onnur litføgur støð. Ytst til vinstru og høgru á myndini niðanfyri síggjast lokalir málningar við myndaevnum úr Føroyum. Meðan fiskivinnan liggur í andalopi í Gilleleje, er annarleiðis við stuttleikabátum. Her koma alskyns siglarar av longum leiðum, eitt nú  L'Adagio , sum siglir undir maltesaraflaggi og er úr Valetta á Malta. Hann er av slagnum Nordhavn 76. Hóasta danska navnið, er fyritøkan Nordhavn úr Dana Point í California við bátasmiðju í Taivan, har tey gera bátar úr 40 til 120 fót. Og meðan damparin  Bjørn  floytar og siglir út úr havnini, kemu

Anastasia í Føroyum

Anastasia Novobranova, sum er úr Omsk í Sibiria, og starvast á føroysku sendistovuni í Moskva, hevur júst vitjað í Føroyum, sum partur av starvsvenjing. Eg hitti hana í Nyhavn í Keypmannahavn, har vit tosaðu um filmssamstarv millum Føroyar og Russland. Meðan vit tosa um føroyskar stuttfilmar og nevna Skopun og filmarnar hjá Sakarisi Stóra, kemur Martin Poulsen framvið. Hann er skopuningur, býr í Birkerød og fer umborð á snurriváðsbátin Álvur , sum er beint framman fyri okkum. Báturin er bygdur í Bogense eftir kríggið og skrásettur í Skopun. "Hetta er gamli Núgvunes av Eiði," sigur skopuningurin, tá hann skilir at eg eri av Eiði. Onkuntíð er stóra verðin lítil, siga vit, Anastasia og eg, yvir kaffikoppinum. " Merkið sameinir tykkum, har tit møtast," sigur hon og peikar á navnabrettið á Álvi. Hon hevur lært seg nøkur føroysk orð, millum annað Merkið og so vendingina  einki problem . "Traveller by nature, I always used to head southward seeking

Livir tú á netinum, so mást tú eisini hava ein deyða á netinum!

“Livir tú á netinum, so mást tú eisini hava ein deyða á netinum!” Soleiðis segði ein skilagóður starvsfelagi fyri nøkrum árum síðani, tá vit fyrstu ferð sóu føroysk andlát og minningarorð á Facebook. Og so var kjak um at leggja niður brúkarar, sum vóru deyðir úr okkara egna vinaskara. Men enn síggjast deyð fólk, sum hvørt ár fáa eina føðingardagsheilsan á Facebook, tilætlað ella ikki. Lívið á netinum livir sítt egna lív. Nógv er hent síðani netið knýtti allar okkara teldur saman, lokalt, globalt og hvørt um annað, á teim tungumálum, vit hava sett okkum fyri at brúka. Tá lærarar fingu teldukoyrikort um aldarskiftið, varð ikki loyvt at tjatta við dulnevni í skúlanum. Títt navn og resumé fylgdi við hvørjum setningi. Men heima kundi tú skapa aðrar duldar samleikar, sum skúlin ikki vildi standa við. Hetta spæl við samleika og ikki minst kyni, helt eg vera so spennandi í 1999, at eg gjørdi eina kanning í Vestmanna skúla. Kanningin avdúkaði, hvussu ríkt reflekterandi næmingar long