Í lítla norðursælendska havnabýnum Gilleleje liggja flestu snurriváðsbátarnir væl surraðir. Hóast eksotisk nøvn sum Bodø , er lítil havgangandi aktivitetur, annar enn likkur, ið stoyta seg eftir remolátu og kipsbakkum, tá ferðafólkini hava etið fiskin á hesum norðasta staði á Sælandi. Flakavirkið, sum hevur latið aftur, er nú listasavn hjá virknum amatørum, sum Solargrunnurin stuðlar við ferðamøguleikum til Føroyar og onnur litføgur støð. Ytst til vinstru og høgru á myndini niðanfyri síggjast lokalir málningar við myndaevnum úr Føroyum. Meðan fiskivinnan liggur í andalopi í Gilleleje, er annarleiðis við stuttleikabátum. Her koma alskyns siglarar av longum leiðum, eitt nú L'Adagio , sum siglir undir maltesaraflaggi og er úr Valetta á Malta. Hann er av slagnum Nordhavn 76. Hóasta danska navnið, er fyritøkan Nordhavn úr Dana Point í California við bátasmiðju í Taivan, har tey gera bátar úr 40 til 120 fót. Og meðan damparin Bjørn floytar og siglir út úr havnini, kemu