Skip to main content

Posts

Gastronomiski kalendarin hjá Jóhan

"Tað grør um gangandi gastronomiskan fót", sigur Jóhan Mortensen í gastronomiska kalendaranum. "Í farna mánaða var stak væleydnada Summarlambs tiltakid í Áarstovu, har fokus var á føroyska summarið. Lomb úr Saksun saman við grønmeti av Sandoynni og úr Sandavági, góvu gestunum eina stóra smakkuppliving. Summarlambið verður á skránni aftur næsta ár," lovar Jóhan, ið sigur, at nógvir føroyingar, sum hava verið í Fraklandi, kenna heitið fruites de  mere havsins skeljafruktir. "Føroyar eru vælsignaðar við nógvum skeljum og skeljafiski og fríggjadagin tann 25. september verður eitt Skeljakvøld á Barbaru, har borðreitt verður við alskyns skeljum, hitt fyrsta føroyska Fruites de  Mere tiltakið saman við fínum víni." Hálvan september kemur Magnus Heinason av Føroya Banka av regluligu heystkanningini. "Verður nakar toskur at fáa, hvat vit inniliga vóna, verður hann flaktur uttanfyri Áarstovu, og síðani saltaður og nýttur til eitt Bacalao kvøld á Barba

Ljósmeistari

Starvið sum ljósmeistari er leyst at søkja, hvønn morgun í Havn. Fjørðurin loftar øllum litbrigdum úr erva. Tey ferðast úr eysturi móti vesturi og brótast í skýloftinum, brigdini, onkuntíð í einum regnskúri, so er alt aftur litríkari enn tað var í áðni. Meðan fremmand skip liggja fyri ýla og snara í rákinum, er starvið sum ljósmeistari enn leyst at søkja. Og tá alt gass er farið av skipinum, og allur makrelur er lagdur í kaliningradsku lastina, tá er ljósið enn eftir. Tí verður hvønn morgun søkt eftir ljósmeistara til skiftandi vaktir.

Flóttafólk í okkara heimsparti

Skakandi tíðindi um flóttafólk í okkara egna heimsparti, Evropa, eru ovast á breddanum í hesum døgum. Samstundis sum vit hoyra granskarar siga, at heimsins fátækradømi kann strikast og verða søga eftir fimtan árum, bara vit vilja, so tekur ein nationalisma seg fram í Evropa, ið fær fleiri at ræðast globalisering og alt, sum er fremmant. Vendukápuligir breyðpolitikarar eru skjótir at lofta hesum rákinum av ótta, men lukkutíð eru feløg og einstaklingar, sum mótvegis politikarum ikki lata seg taka av fótum. Í Íslandi eru til dømis 11.000 húski, sum bjóða flóttafólkum býli. Í hesum evropeisku byltingartíðum kom eg í tankar um ein stuttfilm, sum í fimtan minuttir sigur søguna um at flýggja frá tí vesala til vónríka ljósið. Tað er filmuri Bawke , sum Hisham Zaman (f.1975) gjørdi í Noreg í 2005. Heitið er kurdiskt og merkir pápi. Hisham var sjálvur ungur, tá hann flýddi úr Kurdistan í Irak til Noregs at búgva. Í filminum lýsir hann faðir og son, sum flýggja úr krígsrakta heimlandinum,

Sólin rísur yvir kampingplássið

So rísur sólin fyri enn eini arbeiðsviku. Nummar sjeyogtretivu við kaffitørni. Sama morgunsólin rísur eisini yvir teim gestum, sum enn eru á kampingplássinum Yviri við Strond. Hesa morgunløtu eru tey farin úr reyða tjaldinum, og hava sett seg at eygleiða fjørðin og sólina, sum púra ópolitisk rísur millum Stong og Eystnes í eysturi. Aftur má eg sanna, at helst er tað fantastiskt at vera ferðafólk í Føroyum. Spell, at man aldri fer at uppliva sítt egna land sum fremmandur. Soleiðis skiftast vit um lond, heima og úti, tá vit ferðast. Kanska býr meir í trivialtugdu orðunum hjá danska ævintýrameistaranum: At ferðast er at liva!

Danska gentan fer helst at vinna Oscar

Í hesum døgum verður elsti filmfestivalur í Verðini hildin í Venezia, Mostra Internazionale d'Arte Cinematografica della Biennale di Venezia . Festivalurin varð stovnaður í 1932 og verður saman við Cannes og Berlin kallaður ein av  The Big Three . Ein av mest serkmerktu filmunum í Venezia, er The Danish Girl ,  ið er søgan um danska landslagsmálaran Einar Wegener (1882-1931), sum í 1931 var fyrsti tvørkyndi persónur, at verða skurðviðgjørdur, so hann bleiv kvinna. Fyrst fór svenski leikstjórin Lasse Hallström undir ævisøguliga filmin við Nicole Kidman í høvuðsleiklutinum, og Rachel Weisz sum Gerda Wegener, men tey sleptu ætlanini. Við 100 milliónum krónum í kassanum hevur amerikanski Tom Hooper tikið leikin uppaftur við Eddie Redmayne í høvuðsleiklutinum sum Einar, ið verður til Lili Ilse Elvenes, kallað Lili Elbe, og svensku Alicia Vikander sum konan Gerda. Filmurin er innspældur í Týsklandi, í Keypmannahavn, Brússel, London og á oynni Vigra í Romsdalen í Noregi. The

Verkamannavikuskifti

So er verkamannavikuskifti. Soleiðis billi eg mær tað inn, í hvussu er. Í Útvarpinum er Øssur, sum spælir Status Quo og Lobo frá 1974, so tað luktar av Slipol, olju og bilverkstaði í Hornabø, og í postkassanum er nýggjasta Rolling Stone, sum burturav skrivar um amerikansku NFL-hetjurnar, sum hava rópað harðast í 2015. Men aftast hava tey filmsummæli, har fimm boð verða givin, sum øll kunnu væntast at standa í fremstu røð, tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar sunnudagin 28. februar í 2016. Hesir fimm filmarnir eru, sambært Rolling Stone, Steve Jobs við Michael Fassbender í høvuðsleiklutinum, Trumbo við Ryan Cranston í høvuðsleiklutinum sum svartlistaði kommunisturin Dalton, Carol við Cate Blanchett í lesbiska høvuðsleiklutinum, The Danish Girl við Eddie Redmayne í høvuðsleiklutinum um danska listamannin, sum í 1920'unum var fyrsti maður at skifta kyn eftir skurviðgerð og bliva kvinna, og Joy við Jennifer Lawrence í høvuðsleiklutinum. Filmar, sum hóast avbjóðandi, kanska finna

Filmsdagar - í felag

1. filmur: Livjatan Mikukvøld í Havnar Bio 9/9 kl 20 Intro í Kaffihúsinum kl 19: Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum Fyrsti filmur á Filmsdøgum - í felag er ein eksperimenterandi amerikanskur fiskivinnufilmur, LIVJATAN. Hetta er dýrið í sjónum, sum bíbliusøgur siga um. Amerikanski heimildarfilmurin úr Norðuratlantshavi hevur tikið navn úr hesum bíbliusøgum. Á nýskapandi surrealistiskan hátt lýsir LIVJATAN sjólívið, sum tað sæst og hoyrist, uttan orðaskifti og frágreiðingar. Við fleiri smáum GoPro myndatólum fylgja vit manningin á botnfiskabátinum Athenu, ið er ein av 500 úr havnabýnum New Bedford í Massachusetts, har eisini søgan um Moby Dick stavar. Tey, ið hava gjørt filmin, eru bæði tvey mannfrøðingar, ið eisini starvast sum listafólk. Bretski Lucien Castaing-Taylor er leiðari á The Sensory Ethnography Lab á Harvard Universitetinum í Cambridge í Massachusetts, og franska Véréna Paravel starvast á The Museum of Modern Art í New York. Umframt granskingarstørvini, ha

So er gerandisdagur aftur...

Fólk dáma at lesa um religión, tá hon verður brúkt í politikki. Tað er ein sólarklár staðfesting í hesi teljing hjá StatCounter av mínum bloggi seinastu dagarnar. Grønu og bláu tølini eru rekord høg. Grøni stabbin er síðuvísingar, page views, blái stabbin er fyrstuferðsvitjandi, unique visits, og guli stabin er trúfastir lesar, returning visits, sum vanliga lesa mín blogg. Bara tekstilkappingini um framtíðar tjóðbúnan í Mullers Pakkhúsi í 2009, tá dómararnir noktaðu at geva nakra fyrstu virðisløn, hevur øst blogglesarar meir enn bønin á Vaglinum. Tjóðarbúni og bøn fyri tjóðini. Tað eru mest øsandi ting í føroysku fólkasálini. Tað er ikki bara nakað eg sigi. Eg havi tøl uppá tað. Spurningurin er, hvat mann nú skal finna uppá at skriva. Spyrst, so livst. Men uppskot eru kærkomin, nú gerandisdagur er aftur.

Valdagur - um ein Háls

So er atkvøtt á Hálsi í Havn og hálsurin, hin ræsti úr Kollinum á Eiði, er farin í pottin. E havi brúkt demokratiska rættin at velja, og nú eisini ólógliga møguleikan at reklamera, so sum sæst omanfyri. Vónandi síggjast vit aftur um fýra góð ár á sama stað. Men í kvøld er tað heimapotturin við hálsinum. Í kantinuni atkvøddu vit til stuttleika, at vita, hvussu mangir møguleikar vóru at finna 33 løgtingslimir úr 7 flokkunum, hvør mundi fara at umboða mentamál, og hvørjir samgongumøguleikar munnu fara at vera. Livst, so spyrst. Í býnum hava verið nógvar stuttligar plakatir í ymsum støddum. Her er tað Rigmor, sum hevur sett evarska smáar valplakatir á ferðslubøin uttanfyri SMS. Tær rigga væl, tí tær flagga og blunka í lotinum, tá tú strýkur framvið. Eins litfagur á bønum er rótfesti bókstavurin E framvið øllum hinum valplakatunum. Tað var Jógvan á Høvdanum, sum fann uppá smáu valplakatirnar. Her sæst hann við sigarett í munninum hyggja upp til ein av hinum seks f

The Weapon of Prayer

Í dag er valdagur. Aldri áður hava vit fingið sannað, hvussu rótfest vit eru í kalda krígnum. Ultimativa dreparavápnið, bønin, hevur fyri fyrstu ferð verið brúkt á tingsins parlamentariska grasvølli, mitt millum okkum øll. Tað var undir kalda krígnum, at brøðurnir Louvin sungu um dreparavápnið, sum rakk úr kristnu heimastovunum heilt til Korea. Einki kundi sum bønin bumba alt í smildur og út av hesari verð. Og tað er eisini beint eftir bókini um burturhug. Tí verðin er ikki mítt heim. When the planes and tanks and guns have done all that they can do And the mighty bombs have rained and fell Still the helpful Hand above holds a weapon made of love And against Him none on Earth prevail We don’t have to be a soldier in a uniform To be of service over there While the boys so bravely stand with the weapons made by hand Let us trust and use the weapon of prayer Útsøgnin er, halt kjaft, ella biði eg fyri tær. Biði teg niður og norður, til tú gevur upp andan, vilt tú ikki ak

Útsøluendabrestur

So er útsøluendabrestur. Sjey menn og ein vertur. Jógvan Skorheim, sum er fjaldur aftanfyri frálíka vertin, var so góður, at eg seti eina mynd av honum niðanfyri, Jógvani til heiðurs. Fyrsti politikari, sum hevur tept Jørgen Niclasen í beinleiðis sjónvarpi, tá vit ikki telja Janus, sum skifti flokk, við. Tað er ikki so lítið. Koyr á! Annars vóru flestu menn góðir í løtum, uttan Jenis, sum alla tíðin ákallaði heilaga andan. Tað sømir seg ikki í verðsligum politikki. Sjálvt bispur hevur sagt tað sama, kirkjan er ikki partur av valstríðnum. Men avgerðin er tikin. Í morgin velji eg eina kvinnu á lista E.

Nýggjasta veljarakanningin

Við at trola á netinum ber til at gita seg til síður í redaktionellum skipanum . Her er nýggjasta veljarakanningin upp undir løgtingsvalið í morgin. Grátt er løgtingsvalið í 2011, og svart er veljarkanningin í dag. Stóri vinnarin í tingmannatali er Javnaðarflokkurin, Framsókn fær spáddu framgongdina, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ganga aftur. Tjóðveldi, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri standa sambært kanningini í stað í tingmannatali. Í prosentum ganga Tjóðveldi og Miðflokkurin nakað fram.