Skip to main content

Posts

Góðan fjúrtanda!

Góðan fjúrtanda! Soleiðis eitur dagurin í dag, fjúrtandi. Komandi ár verða 70 ára síðan tiltiknu fólkaatkvøðuna henda dag í 1946. Tá varð fólkið spurt, um vit skuldu hava eina heimastýrisskipan ella loysing. Orsøkin var, at bretar høvdu flutt okkum fram í nútíðina. Av teim 67,5%, sum atkvøddu, vóru flestu fyri loysing. Árið eftir varð D.P.Danielsen fyrsti blaðstjóri á partapolitiska mótmælistíðindablaðnum Fjúrtanda . Og lukkutíð verður nýggj samgonga skipað júst í dag, fjúrtanda í tveytúsundogfimtan. Innan hetta valskeið er runnið, raka vit tann 1. apríl í 2018 aftur ein 70 ára dag. Tað er dagurin, tá ið heimastýrislógin kom í gildi. Beint nú ein spennandi morgun við ríkum perspektivum í hvøssum ljósi, nú sólin reis í eystri. Var tað bara ikki fyri hasum lúsa vegskeltinum omanfyri, sum krossaði mína leið til arbeiðis. Álvaratos, á heimrustini hjá einum inkarneraðum tjóðveldismanni hevur sosialdemokratiska býarstjórnin fyrst grópað vegin upp, so ikki er gangandi, og síðan sett eitt f

Haldis Svabo Jørgensen vann ferðina

Haldis Svabo Jørgensen varð hepni vinnarin, sum Fjóla Skaalum dróg úr svarta filmskassanum, sum hevur staðið á skivuni í Havnar Bio, meðan Filmsfelagið hevur skipað fyri Filmsdøgum í felag síðani mikudagin. Systurin, Annika, sum var í biograf í kvøld, tók móti vinninginum frá Fjólu. Seinasti filmurin var hin norski 1001 Gramm , sum Theodor Eli Dam Olsen prestur og formaður í Prestafelagnum, innleiddi. Øll, ið hava keypt eitt atgongumerki til Filmsdagar í felag , kundu skrivað navn og telefonnummar á baksíðuna á brúkta merkinum, leggja tað í svarta filmskassan, og verða við í lutkastinum um eina ferð fyri tvey við 62 Norður á filmstevnu í Edinburgh í juni næsta ár. Tá fyllir Edinburgh International Film Festival 70 ár. Vinningurin, sum er 10.000 krónur verdur, kann eisini brúkast til aðrar ferðir hjá 62 Norður. Filmsfelagið ynskir Haldis til lukku, og takkar fyri stuðulin frá 62 Norður. Eisini takkar felagið Fiskimannafelagnum fyri framúr stuðul, Føroya Bjór, Ole Wich, Lær

Savna fyri Reyða Kross

Jóhanna og Durita, sum eru 10 og 11 ár, vóru á hurðini fyri Reyða Kross á middegi. Mamman stóð í túninum, so sum reglugerðin sigur, tá tær eru so ungar. - Øll taka væl í móti okkum, søgdu tær væl nøgdar og smílandi, innan tær fóru til næsta granna. Góð børn, sum gera gott arbeiði. Betri kann tað ikki verða. Og tó - í ovurmorgin er fjúrtandi, og tá skal samgonguskjalið undirskrivast, siga tey. Kanska verður tað allar best - ikki minst, um fólkavaldir politikarar tá fara at ganga eins góð ørindi og børnini í dag!

Tvær sterkar

Undir heitinum Tvær sterkar er ferðandi føroysk-íslendsk myndlistaframsýning við 49 málningum og tekningum hjá Ruth Smith og Júlíanu Sveinsdóttir sum karmi og støði í Listaskálanum. Framsýningin er opin til 1. november. Orsøkin til hesa framsýning og úrval, er hundrað ára haldið fyri at kvinnur fingu valrætt í Føroyum. Íslandi og Danmark. Í hesum sambandi er eisini vert at leggja til merkis nýggja biograffilmin Suffragette við Meryl Streep og øðrum í Havnar Bio. Tað eru Helga Hjörvar, fyrrverandi stjóri í Norðurlandahúsinum og Hrafnhildur Schram, listfrøðingur, ið hava tikið stig til framsýningina Tvær sterkar , sum umframt at verða sýnd fram í Havn, eisini hevur verið í Reykjavík, og letur upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 14. november, fjúrtan dagar eftir at hon er tikin niður her í Føroyum. Í somáta ein avbjóðing í logistikki, vørustreymaskipan, sum orðabókin sigur. Har sæst framsýningin tíggju dagar inn í árið 2016, so vit eisini raka hundrað ára haldið fyri árinum,

Gastronomiski kalendarin hjá Jóhan

"Tað grør um gangandi gastronomiskan fót", sigur Jóhan Mortensen í gastronomiska kalendaranum. "Í farna mánaða var stak væleydnada Summarlambs tiltakid í Áarstovu, har fokus var á føroyska summarið. Lomb úr Saksun saman við grønmeti av Sandoynni og úr Sandavági, góvu gestunum eina stóra smakkuppliving. Summarlambið verður á skránni aftur næsta ár," lovar Jóhan, ið sigur, at nógvir føroyingar, sum hava verið í Fraklandi, kenna heitið fruites de  mere havsins skeljafruktir. "Føroyar eru vælsignaðar við nógvum skeljum og skeljafiski og fríggjadagin tann 25. september verður eitt Skeljakvøld á Barbaru, har borðreitt verður við alskyns skeljum, hitt fyrsta føroyska Fruites de  Mere tiltakið saman við fínum víni." Hálvan september kemur Magnus Heinason av Føroya Banka av regluligu heystkanningini. "Verður nakar toskur at fáa, hvat vit inniliga vóna, verður hann flaktur uttanfyri Áarstovu, og síðani saltaður og nýttur til eitt Bacalao kvøld á Barba

Ljósmeistari

Starvið sum ljósmeistari er leyst at søkja, hvønn morgun í Havn. Fjørðurin loftar øllum litbrigdum úr erva. Tey ferðast úr eysturi móti vesturi og brótast í skýloftinum, brigdini, onkuntíð í einum regnskúri, so er alt aftur litríkari enn tað var í áðni. Meðan fremmand skip liggja fyri ýla og snara í rákinum, er starvið sum ljósmeistari enn leyst at søkja. Og tá alt gass er farið av skipinum, og allur makrelur er lagdur í kaliningradsku lastina, tá er ljósið enn eftir. Tí verður hvønn morgun søkt eftir ljósmeistara til skiftandi vaktir.

Flóttafólk í okkara heimsparti

Skakandi tíðindi um flóttafólk í okkara egna heimsparti, Evropa, eru ovast á breddanum í hesum døgum. Samstundis sum vit hoyra granskarar siga, at heimsins fátækradømi kann strikast og verða søga eftir fimtan árum, bara vit vilja, so tekur ein nationalisma seg fram í Evropa, ið fær fleiri at ræðast globalisering og alt, sum er fremmant. Vendukápuligir breyðpolitikarar eru skjótir at lofta hesum rákinum av ótta, men lukkutíð eru feløg og einstaklingar, sum mótvegis politikarum ikki lata seg taka av fótum. Í Íslandi eru til dømis 11.000 húski, sum bjóða flóttafólkum býli. Í hesum evropeisku byltingartíðum kom eg í tankar um ein stuttfilm, sum í fimtan minuttir sigur søguna um at flýggja frá tí vesala til vónríka ljósið. Tað er filmuri Bawke , sum Hisham Zaman (f.1975) gjørdi í Noreg í 2005. Heitið er kurdiskt og merkir pápi. Hisham var sjálvur ungur, tá hann flýddi úr Kurdistan í Irak til Noregs at búgva. Í filminum lýsir hann faðir og son, sum flýggja úr krígsrakta heimlandinum,

Sólin rísur yvir kampingplássið

So rísur sólin fyri enn eini arbeiðsviku. Nummar sjeyogtretivu við kaffitørni. Sama morgunsólin rísur eisini yvir teim gestum, sum enn eru á kampingplássinum Yviri við Strond. Hesa morgunløtu eru tey farin úr reyða tjaldinum, og hava sett seg at eygleiða fjørðin og sólina, sum púra ópolitisk rísur millum Stong og Eystnes í eysturi. Aftur má eg sanna, at helst er tað fantastiskt at vera ferðafólk í Føroyum. Spell, at man aldri fer at uppliva sítt egna land sum fremmandur. Soleiðis skiftast vit um lond, heima og úti, tá vit ferðast. Kanska býr meir í trivialtugdu orðunum hjá danska ævintýrameistaranum: At ferðast er at liva!