Skip to main content

Posts

Saltfiskasøgur frá Barbu

Tað er fríggjakvøld og tveir fegnir leirvíkingar hava sett seg við saltfiskaborðið í Barbara Fish House í Gongini í Havn. Teir eru Ólavur Sjúrðarberg, fyrrverandi skúlastjóri, og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni í Leirvík. Matstovan hevur lýst við Bacalaokvøldum, sum eru útseld. Rávøran er hin hvítasti toskur av Føroyabanka, sum er flaktur í Áartúni uttanfyri hjá Barbu heima í Havn, og saltaður á Vaðhorni á Strondum, har tey hava virkað salfisk síðani 1973, fyrst brosmu og nú torsk og longu. Fiskurin verður bæði vát- og turrsaltaður, flaktur og skorin í stykki, splittet fish and fillets, sum ensku søluheitini eru. - Fyri ikki so langari tíð síðani vóru 40 línubátar, sum tóku 400 tons hvør, til fiskiskap fyrst og fremst í Grønlandi og Nýfundlandi, og fyrst í 60’unum kundi árliga veiðan vera 100.000 tons, siga teir báðir í práti yvir tapas borðiskunum, sum fryntliga borðgentan og meistarakokkurin Jákup Sumberg seta fyri okkum. Hann er úr Sundalagnum og hevur arbeitt á Mic

Rósur til Jónleif!

Rósur til Jónleif Jensen fyri dramakonsertina Rósu Mariu í Norðurlandahúsinum í kvøld. Hann hevur alla orsøk at fegnast, og vit við honum og øllum teim 60 á palli, og ikki at gloyma teir 12 sangsolistarnar, fyrst og fremst Eva Maria Brynhildardóttir, ið er Rósa Maria og ber leikin væl og longst av øllum.  Millum sangsolistarnar er eisini Guðrun Sólja Jacobsen, sum eg helt skara framúr í dynamikki og sansaligum soulkarakteri í sterku røddini. Bæði í sangrødd og teatralskum framburi, er Mike ein einari, sum er uttan samanbering, altíð trygt sannførandi og í samljóð við leiklutin. Soleiðis var eisini í kvøld. Sum konan og mamman at sjúka barninum, sum doyr, framførir Laila Carlsen besta einstaka sangin í kvøld, afturvið klassiskum gittara og eini reyðari rósu. Mest hugtakandi løta. Millum hinar sangsolistarnar eru kostiliga parið Jens Marni Hansen og Edith Dahl Jakobsen, sum dansa og koyra biltúr, Ann Chanett Danielsen, Olvheðin Jacobsen, Jóhanna N

180 filmar og meir enn 30.000 fólk

Norðurlendska filmstevnan í Lübeck hevur verið hildin í 57 ár, og er hin einasta, sum ár eftir ár, sýnir norðurlendskan film. Her møtast fólk, sum veruliga hava áhuga í norðurlendskum samstarvi á filmsøkinum. Bara ikki Norðurlandaráðið. Tey ganga ikki hesar leiðir.  Fyriskipararnir, Linde Fröhlich og Christian Modersbach, sum síggjast omanfyri, boða í dag frá, at tølini eru tey bestu nakrantíð. Tilsamans 30.500 fólk vitjaðu filmsýningarnar í ár. “Vit høvdu fleiri góðar norðurlendskar filmar á skránni, filmar, sum fyri biografgangaranum lótu upp fyri nýggjum fatanum og sjónarmiðum. Íbúgvar í Lübeck hava eisini fingið nýtt innlit í býin, ikki minst viðvíkjandi kritisku flóttafólkastøðuni. Vit eru serliga væl nøgd við unga NDR-virðislønarvinnaran, Henrik Martin Dahlsbakken, og góða norska filmin, Å vende tilbake , sum hann gjørdi fyri lítlan pening. Tað er stuttligt at fáa fólk at savnast uppá henda máta kring film.” Tilsamans 180 filmar vórðu sýndir. Teir vóru eisini úr Baltalondu

26 ára gamli Henrik Martin Dahlsbakken eigur besta norðurlendska filmin

Í kvøld varð kunnugjørt í beinleiðis sjónvarpssending úr sjónleikarhúsinum í Lübeck, at høvuðsvirðislønin á Norðurlendsku Filmstevnuni í ár fer til Noregs fyri filmin Å vende tilbake . Ungi norski leikstjórin, Henrik Martin Dahlsbakken, var himmalsfegin, tá hann tók móti NDR Filmsvirðislønini , sum er 12.500 evrur. Her sæst hann saman við kringvarpsstjóranum í Norddeutsche Rundfunk, Lutz Marmor. Myndina tók Olaf Malzahn fyri Nordische Filmtage. Ísland hevur verið væl umboðað við góðum filmum í ár. Filmurin Fúsi  (Virgin Mountain) hjá Dagi Kára, vann ikki bara Lübecker Nachrichten Áskoðaravirðislønina , men eisini Interfilm Kirkjuvirðislønina . Leikstjórin Dagur Kári var til staðar og fekk virðislønina. Saman við honum var høvuðsleikarin Gunnar Jónsson, sum eisini fekk serliga heiðurliga umrøðu fyri filmsleiklutin sum Fúsi. Triðja virðislønin, sum fór til ein íslendskan film, var Baltiska virðislønin , sum fór til veðrafilmin Hrútar,  (Rams), sum mikudagin setti film

Ísland sterkasta filmslandið

Her síggjast Gunnar Jónsson, sum er høvuðsleikari í íslendska filminum Fúsi, og týski frásøgumaðurin Erhard Bultze í biografinum Kolloseum í Lübeck. Hóast danski filmurin Krigen (Tobias Lindholm 2015) verður mettur sum besta kort á norðurlendskum hondum, tá umræður møguleikarnar at vinna Oscarvirðislønina fyri besta útlendska filmin, er seinasta filmsdagin eins stór semja um, at við filmunum Þrestir (Rúnar Rúnarsson 2015), Fúsi (Dagur Kári 2015) og Veðrar (Grímur Hákonarsson 2015), er Ísland sterkasta filmslandið á norðurlendsku filmsstevnuni í Lübeck. Annað árið á rað hava íslendingar vunnið Norðurlendsku filmsvirðislønina. Í fjør fyri Hross i oss (Benedikt Erlingsson 2013) og í ár fyri filmin Fúsi (Dagur Kári 2015). Grundgevingin hjá norðurlendsku dómsnevndini, sum telur fimtan fólk úr teim fimm Norðurlondunum, er orðað á soleiðis: Motivation: En raffineret enkel og visuelt opfindsom fortælling om at bevare sin godhed og uskyld i en verden, der synes uindtagelig. Dagu

Danskur krígsfilmur er besta Oscarboð

Danski filmurin Krigen (Tobias Lindholm 2015) við Pilou Asbæk í høvuðsleiklutinum er besta kortið á norðurlendskum hondum, at vinna virðislønina sum besti útlendski filmur í Oscarspælinum í 2016. Tað eri eg sannførdur um eftir at hava sæð Krigen í dag. Umframt at vera dokumentariskt realistiskur spælifilmur, alment viðkomandi og týdningarmikil í breiðum samfelagskjaki, er hann aktuellur, tí hann snýr seg um krígsluttøkuna í Afganistan og ikki minst um eitt rættarligt eftirspæl heima í Danmark, har børnini spyrja um tað passar, at pápin hevur dripið børn. Hvør sigur sætt, og hvat tænir persónligu, tjóðskaparligu og altjóða rættarligu søkini? Sterkur filmur, sum umframt í Danmark, eisini er tikin í Turkalandi, Spania og Jordan. Leikstjórin Tobias Lindholm og kendi leikarin Pilou Asbæk hava fyrr arbeitt saman. Tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar í Hollywood á 88. sinni hin 28. februar 2016, verður eins og undanfarin ár spennandi at fylgja við í kappingini um besta útlendsk