Skip to main content

Posts

Happing, hendur og hermenn

Í farnu viku søgdu føroyskir og danskir serfrøðingar frá um happing í skúlanum, ikki bara tí føroyska, men í øðrum londum við. Her tulkar Claus Reistrup fyri Dorte Marie Søndergaard og Helle Rabøl Hansen, tað sum Olga Biskupstø og Katrin av Kák siga av talarastólinum í Løkshøll. Høvið var heimliga kanningin hjá Mentamálaráðnum , sum Olga og Katrin løgdu fram í vár, og sum Nám hevur gjørt eina temasíðu um, nú allir lærarar vórðu bodnir á raðstevnu, fyrra dagin í skúlanum við Løkin og seinna dagin í skúlanum við Løgmannabreyt. Lagið var í báðum førum framúr, hóast hann í seinna førinum øtlaði veðrið, so fleiri lærarar rýmdu á middegi. Men í Løkshøll hevði Jóhan Mortensen yrkt ein góðan og stuttligan felagssang til høvið, har hann spældi gittar, og ljós- og ljóðteknikarin og ikki minst gyklarin, Ásbjørn Berthelsen, spældi á flygil. Tað rungaði í salinum, ið er framúr til felagssang og altskyns ljóðarbeiði. Eins og í nýggju skúlunum í Havn er skúlin við Løkin prý

Kúfóður í 20 ár

Leygarkvøldið var tjúgundi jólafrokostur hildin í kúrekafelagnum, sum vit í spølni hava kallað Smápartafelagið Kúfóður. Tveir vóru til arbeiðis, so í ár vóru vit tíggju, ið møttu. Omanfyri metir Petur Rouch um nýggju fløguna hjá Halli, sum ikki bara er tann fimta, men eisini millum tær bestu fimm, sum komu út í ár. Eins og í fyrrárið vóru vit í matstovuni Gepetto á Kráargøtu í Klaksvík. Í fjør vóru vit heima hjá Jóhan á Plógv úti í Mattalág í Havn, har myndin niðanfyri er tikin. Eftir góða døgurðan í Klaksvík leygarkvøldið vóru uppstillingarnar fyri borðendanum hesar: Fantastiskt at koyra norður til Klaksvíkar, ganga niður í ein hjallara og fáa eina privatkonsert. við fløguaktuella Halli fremst fyri. Ragnar í Vík, sum býr í Danmark, var eisini heima og luttók í samanspælinum við góðum sangum, sum ikki bara vóru úr sangbókini hjá Hank Williams. Oddbjørn Vágslíð hevði skipað fyri kvøldinum. Sum vant legði hann fyri við einum fyrilesturi um ein sang, hes

Saltfiskasøgur frá Barbu

Tað er fríggjakvøld og tveir fegnir leirvíkingar hava sett seg við saltfiskaborðið í Barbara Fish House í Gongini í Havn. Teir eru Ólavur Sjúrðarberg, fyrrverandi skúlastjóri, og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni í Leirvík. Matstovan hevur lýst við Bacalaokvøldum, sum eru útseld. Rávøran er hin hvítasti toskur av Føroyabanka, sum er flaktur í Áartúni uttanfyri hjá Barbu heima í Havn, og saltaður á Vaðhorni á Strondum, har tey hava virkað salfisk síðani 1973, fyrst brosmu og nú torsk og longu. Fiskurin verður bæði vát- og turrsaltaður, flaktur og skorin í stykki, splittet fish and fillets, sum ensku søluheitini eru. - Fyri ikki so langari tíð síðani vóru 40 línubátar, sum tóku 400 tons hvør, til fiskiskap fyrst og fremst í Grønlandi og Nýfundlandi, og fyrst í 60’unum kundi árliga veiðan vera 100.000 tons, siga teir báðir í práti yvir tapas borðiskunum, sum fryntliga borðgentan og meistarakokkurin Jákup Sumberg seta fyri okkum. Hann er úr Sundalagnum og hevur arbeitt á Mic

Rósur til Jónleif!

Rósur til Jónleif Jensen fyri dramakonsertina Rósu Mariu í Norðurlandahúsinum í kvøld. Hann hevur alla orsøk at fegnast, og vit við honum og øllum teim 60 á palli, og ikki at gloyma teir 12 sangsolistarnar, fyrst og fremst Eva Maria Brynhildardóttir, ið er Rósa Maria og ber leikin væl og longst av øllum.  Millum sangsolistarnar er eisini Guðrun Sólja Jacobsen, sum eg helt skara framúr í dynamikki og sansaligum soulkarakteri í sterku røddini. Bæði í sangrødd og teatralskum framburi, er Mike ein einari, sum er uttan samanbering, altíð trygt sannførandi og í samljóð við leiklutin. Soleiðis var eisini í kvøld. Sum konan og mamman at sjúka barninum, sum doyr, framførir Laila Carlsen besta einstaka sangin í kvøld, afturvið klassiskum gittara og eini reyðari rósu. Mest hugtakandi løta. Millum hinar sangsolistarnar eru kostiliga parið Jens Marni Hansen og Edith Dahl Jakobsen, sum dansa og koyra biltúr, Ann Chanett Danielsen, Olvheðin Jacobsen, Jóhanna N