Skip to main content

Posts

Í Havn er vinnan í fremstu røð

Fert tú ørindi á Posthúsið á Óðinshædd í Havn, so er hetta vakra sýnið beint út í hav móti Nólsoynni, fjørði og himni. Gamaní er hvørki asfalt, gras ella gonguteigar nakrantíð røktir á hesum fjarleiðum, men útsýnið er framúr hjá teim sethúsaeigarum, sum fyri mongum árum síðani hava búsett seg her, og ikki minst hjá komandi eigarunum í snøggu reyðu íbúðum, sum Búsetur letur byggja í ovara borði longur niðri á Óðinshædd. Men bíða nú. Tá eg bakki av parkeringsplássinum niðanfyri Posthúsið, er hetta útsýnið, sum sæst niðanfyri. Aftur ein svartur Havnarveggur, sum skýtur seg upp í sýnsfeltið og tekur alla luft og alt ljós frá borgarunum, á sama hátt sum á Konmansmýru, har BankNordik hevur bygt svartar veggir upp fyri niðastu húsini á Spógvavegi. Frá skaparans hond er natúrliga útsýnið á hesum leiðum so, sum sæst niðanfyri. Oyggin og fjørðurin, sum er frítt fyri og altíð hevur verið tað. Til kommunan gjørdi av, at vinnulívið í Havn hevur størri tørv á náttúru, fenaði og

Seyður millum fjals og fjøru

Millum fjals og fjøru kallaðist ein av mongu, góðu gomlu Útvarpssendingunum á Bryggjubakka. Eins og bókasavnið var Útvarpið mentastovnur av eindarslagnum, sum visti alt og sendi alt, men bara nakrar fáar tímar um dagin. Tá var tað alt. Fyrst um morgunin, so á middegi og at enda um kvøldið. So varð endað við einum fosturlandssangi og leygarkvøld við tjóðsanginum. Tá var einki sjónvarp og einki internet. Kikarin var so dánt uppfunnin, píkadekk eisini. Annars vistu vit av ongum uttan úr heimi, segði Útvarpið ikki frá tí. Leygardagin í prime time sendi Útvarpið frá drúgvum fakligum fundi um seyðahald, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum 3. november. Sama dag, leygardagin, komu út 316 hegnisliga nýumbrotnar blaðsíður um seyðahald, sambært Robert Joensen (1912-1997) og hansara uppskriftum og útgávum úr Klaksvík frá 1942 og fram. Heitið er stutt og greitt Seyðabókin og útgevari er Sprotin. Í 1968, tá bókin Býta seyð og fletta kom út, fekk Robert Joensen virðisløn M.A. Jacobs

Happing, hendur og hermenn

Í farnu viku søgdu føroyskir og danskir serfrøðingar frá um happing í skúlanum, ikki bara tí føroyska, men í øðrum londum við. Her tulkar Claus Reistrup fyri Dorte Marie Søndergaard og Helle Rabøl Hansen, tað sum Olga Biskupstø og Katrin av Kák siga av talarastólinum í Løkshøll. Høvið var heimliga kanningin hjá Mentamálaráðnum , sum Olga og Katrin løgdu fram í vár, og sum Nám hevur gjørt eina temasíðu um, nú allir lærarar vórðu bodnir á raðstevnu, fyrra dagin í skúlanum við Løkin og seinna dagin í skúlanum við Løgmannabreyt. Lagið var í báðum førum framúr, hóast hann í seinna førinum øtlaði veðrið, so fleiri lærarar rýmdu á middegi. Men í Løkshøll hevði Jóhan Mortensen yrkt ein góðan og stuttligan felagssang til høvið, har hann spældi gittar, og ljós- og ljóðteknikarin og ikki minst gyklarin, Ásbjørn Berthelsen, spældi á flygil. Tað rungaði í salinum, ið er framúr til felagssang og altskyns ljóðarbeiði. Eins og í nýggju skúlunum í Havn er skúlin við Løkin prý

Kúfóður í 20 ár

Leygarkvøldið var tjúgundi jólafrokostur hildin í kúrekafelagnum, sum vit í spølni hava kallað Smápartafelagið Kúfóður. Tveir vóru til arbeiðis, so í ár vóru vit tíggju, ið møttu. Omanfyri metir Petur Rouch um nýggju fløguna hjá Halli, sum ikki bara er tann fimta, men eisini millum tær bestu fimm, sum komu út í ár. Eins og í fyrrárið vóru vit í matstovuni Gepetto á Kráargøtu í Klaksvík. Í fjør vóru vit heima hjá Jóhan á Plógv úti í Mattalág í Havn, har myndin niðanfyri er tikin. Eftir góða døgurðan í Klaksvík leygarkvøldið vóru uppstillingarnar fyri borðendanum hesar: Fantastiskt at koyra norður til Klaksvíkar, ganga niður í ein hjallara og fáa eina privatkonsert. við fløguaktuella Halli fremst fyri. Ragnar í Vík, sum býr í Danmark, var eisini heima og luttók í samanspælinum við góðum sangum, sum ikki bara vóru úr sangbókini hjá Hank Williams. Oddbjørn Vágslíð hevði skipað fyri kvøldinum. Sum vant legði hann fyri við einum fyrilesturi um ein sang, hes

Saltfiskasøgur frá Barbu

Tað er fríggjakvøld og tveir fegnir leirvíkingar hava sett seg við saltfiskaborðið í Barbara Fish House í Gongini í Havn. Teir eru Ólavur Sjúrðarberg, fyrrverandi skúlastjóri, og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni í Leirvík. Matstovan hevur lýst við Bacalaokvøldum, sum eru útseld. Rávøran er hin hvítasti toskur av Føroyabanka, sum er flaktur í Áartúni uttanfyri hjá Barbu heima í Havn, og saltaður á Vaðhorni á Strondum, har tey hava virkað salfisk síðani 1973, fyrst brosmu og nú torsk og longu. Fiskurin verður bæði vát- og turrsaltaður, flaktur og skorin í stykki, splittet fish and fillets, sum ensku søluheitini eru. - Fyri ikki so langari tíð síðani vóru 40 línubátar, sum tóku 400 tons hvør, til fiskiskap fyrst og fremst í Grønlandi og Nýfundlandi, og fyrst í 60’unum kundi árliga veiðan vera 100.000 tons, siga teir báðir í práti yvir tapas borðiskunum, sum fryntliga borðgentan og meistarakokkurin Jákup Sumberg seta fyri okkum. Hann er úr Sundalagnum og hevur arbeitt á Mic