Skip to main content

Posts

Heðin hevur nógvar undirsáttar

Eftir eina góða upptakt við eini danskari handilslýsing úr Skálki í Kringvarpinum, sum mær vitandi ikki er loyvt í Føroyum, byrjaði fult lógliga kongasendingin hjá almannavarpinum um Heðin í Havn. Býráðspolitikarar í Havn eru ikki hvassastu knívar í skuffuni, og tað passar konginum væl. Ómælandi undirsáttar. Viljin at traðka í hansara stað er tó stórur. Men í einrúmi við Jan Lamhauge eru teir allir so ótolnir, at teir sjálvdan duga at siga ein fulfíggjaðan setning úr høvuðsstaðnum, Marin Katrina úr andstøðuni kanska undantikin. Tí er ilt at skilja teirra argument, antin at halda við, ella vera ímóti Heðini kongi í Havn. Hetta styrkir meg í fatanini av, at øll tey politiskt valdu í Tórshavnar kommunu eru bæði málsliga og politiskt-retoriskt minni ment. Tá ert tú veikur sum politikari. Men tá kongurin sjálvur kann draga teg inn í Býráðið við ovurhonds atkvøðum, ger tað ikki so nógv. Og tá verður tað skjótt til eitt óalment heiðurskall, at forsvara kongin í einum og øllum. Kongurin hev

Gávugløgg

Hetta eru gávuprent til limir í Steinbrá. Eitt av fýra ymsum talmerktum og signeraðum prentum, sum Zacharias Heinesen akkurát hevur gjørt í Steinprenti. Týsdagin 15. desember millum klokkan 16 og 18 er gávugløgg í Steinprenti. Tá kanst tú heinta títt gávuprent. Tá kanst tú eisini gjalda limagaldið fyri 2016 og fáa gávuprentið í gløggu jólahondina. Í Steinprenti fer Marius Olsen at gera plakatina til Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í 2016, og í summar verður Zacharias Heinesen 80 ár. Tá skipar Listasavn Føroya fyri framsýning. Vit síggjast!

Søgur um seyð og servering

Jólagávan í dag, annan sunnudag í advent, var taraseyður , tað er trý ára gamal fjøruseyður úr Orknoyggjum, afturvið føroyskum lambi, borðreitt í Áarstovu. Karl Aage Hansen er kokkur í kvøld og við hansara lið er matstovuleiðarin John Mikkelsen. Tað, sum teir nú seta á borðið, er krúnan á verkið. Myrki bógvurin fremst fyri er orknoyskur, meðan hin handari og ljósari er skilliga stemplaður føroyskur. Afturvið er grønmeti av Sandi og úr Sandavági. Sum sæst, varð alt etið á svaðasvørði. Men innan vit komu so langt, fingu vit allar fyrst ein mildan orknoyskan whisky frá Highland Park, at fáa hitan hetta føroyska frostkvøld í Havn. So eina orkadiska øl við etikett, sum í grafikki stuðlar væl upp undir smakkin, og fær Føroya Bjór at síggja undarliga fátæksligt út. Í Orknoyggjum búgva færri enn helvtin av føroyingum og bryggjaríið er hundrað ár yngri enn Føroya Bjór. Men har brýggja tey seg um etikettir og fløskuestetikk. Tað ger Føroya Bjór ikki. Fyrst fáa vit tatar, rá

Ommusa jólastjørna

Á síðu 18 í jólabókini hjá Bo Bedre er 75 ára gamla jólastjørnan hjá ommu í Gøtu sett á toppin á træið, sum á næstu síðu fær yvirskriftina Det moderne juletræ . Hon var jarðarmóðir, og undir krígnum fekk hon jólastjørnuna frá bretskum hermonnum í Eysturoynni. Síðani hevur langommudótturin fingið stjørnuna. Nú hevur hon sett hana á træið í jólabókini, sum helst hevur hægsta upplag í Norðurlondum.

Náttarravnsjól

Fjórða desember er jólaborðhald á arbeiðsplássinum. Millum tey mongu, sum eru sett á undirhaldslistan út á kvøldið, er undirritaði sum Náttarravnsdisckjockey við tí ektaða Glen Miller-eyðkennislagnum hjá Tierra, signatursangunum Svarti Ravnur, May Each Day, In The Midnight Hour og øllum hinum sangunum í ein midnáttartíma ella so. Hin helvtin, tað er Heðin, er í Danmark, so eg havi sett playlistan inn til høgru. So ber til at fylga við og spæla Náttarravnsdisckjockey í allari verðini, bara tú ert á Spotify. Svarta føroyska ravnin, sum sæst framman fyri playlistanum á telduni omanfyri og á gomlu Dimmumyndini niðanfyri, stappaði Jens Kjeld Jensen út í Nólsoy fyrst í 90'unum. Á myndini niðanfyri síggjast allir tríggir. Enjoy!

Geytajól

Triðja desember sýna vit jólaprýdda Norðurlandahúsið og eina grøna máltíð frá Smakka. Mikudagin var Geytadómsnevndin her og hugdi at øllum teim 22 filmunum, sum komu inn til filmskappingina í ár, hálvan fimta tíma tilsamans. Helvtin av filmunum, góðir tveir tímar, komu gjøgnum nálareygað. Eins og undanfarin ár er Finnur Koba vertur, tá Geytakvøldið verður rullað út fyri einum fullum sali í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Eftir sýningarnar verður avdúkað, hvør vinnur Geytan, ið er 25.000 kr, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur, og hvør filmur fær Áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 kr, ið Tórshavnar kommuna fíggjar, men áskoðarin ger av, hvør fær.

Ein dag og annan

Annan desember er jólamyndin úr Tórsbyrgi í tveimum. Fyrst úr kavataka túninum við frosti og krapa omanfyri í gjár, og so sama tún og útsýni niðanfyri í morgun. So skjótt skiftur veðrið og sýnið. Tað er at skøða seg og halda brillunum. Gott, man ikki hevur hatt!

Royniber í túninum

Jólamyndin úr Tórsbyrgi fyrsta desember er royniber. Myndin niðanfyri er tikin um várið í 2012, tá ruddingardagur var. Tað er Anna, sum lúkar, og í horninum sæst træið við reyðu royniberunum. Wikipedia veit, at royniviður (Sorbus aucuparia) er træ, sum kann vaksa upp í 15 metrar. Royniberini eru beisk og súr, sum vit kenna úr søguni, tá revurin ikki rakk upp eftir teimum. Í berunum eru pektin, C-vitamin og A-vitamin. Grannar í Tórsbyrgi siga, at fuglarnir vera sjónliga ávirkaðir, tá teir eta reyðu berini og flúgva víðari. Starvsfelagin Pól Jespersen tók hesa mynd av einum reyðstapa (Bombycilla garrulus) í urtagarðinum heima í Smærugøtu. Eftir at hava etið royniber av roynitrænum tyktist reyðstapin ikki sørt ávirkaður. Berini eru gerað og teir fáa kenning, sigur Pól. Á niðaru myndini sæst vetrarsvangi reyðstapin koyra føroysk royniber í seg. Fuglakennarar siga, at reyðstapi eigur í teim norðastu furuskógunum í Skandinavia, Russlandi og Sibiria. Reyðstapi er einasti smáfu