Eftir G! festivalin eru bara tómar hangikoyggur eftir á sandinum í Gøtu. Vit eru farin biltúr norðureftir og ætla at síggja Kópakonuna í Mikladali. Men í dag er fleiri, ið hava fingið sama hugskot. - Nei, hendan túrin sleppa tit ikki við í dag, og tað er so langt í frá, siga teir báðir Steinbjørn, sum var miðvallarleikari á søguliga 66-liðnum hjá KÍ, sum Suni Merkistein lýsti so meistarliga í heimildarfilminum 66-liðið , og Jákup Isaksen, sum er lærari. So er at fara niðan á Magn-støðina at keypa kaffelatte og leggja nýggja ferðaætlan. Við magnaðum kaffikrússunum fari eg við skálkinum aftan fyri oyrað oman til egningarmannin at taka eina klaksvíkska havnarmynd. - Hey, kaffelatte , er tað ikki tað, tey drekka í Havn? Sigur trukkførarin, Sjúrður Klakk. Vit fáa eitt gott prát, og gera av at fara til Viðareiðis. Øvrighetin hevur av einslistum sett ferðsluljós upp fyri hvørt bilaslag, so til ber at koyra lagaliga gjøgnum trongu einsporaðu tunnlarnar, var tað ikki fyri tve