Skip to main content

Posts

Føroyskar bøkur á flog út í heim

Foto: Mureldur Atlantsflog summarið 2016 Birgir Kruse Málið er stórt og rúmar allari verðini, sum øll heimsins mál gera. Tá ein bók verður umsett, verður upprunaverðin løgd fram fyri øðrum. Tí er tað týdningarmikið fyri føroyskt mál, at bøkur verða umsettar og lisnar í øðrum londum. FarLit kann gera mun ímillum, at føroyskar bøkur verða verandi á heimabeiti, ella um tær fáa roynt flogið uttanlands. Foto: Birgir FarLit, ið stendur fyri Faroese Literature, hevur síðan 2012 arbeitt við at senda føroyskar bøkur út í heim. “Størsta orkan fer til luttøku á bókamessu í London, Göteborg og Frankfurt”, sigur Urd Johannesen, FarLit. Foto: Birgir Á bókamessunum hevur Urd fundir við forløg og týðarar at greiða frá um nýggjastu føroysku útgávurnar og eldri bøkur, sum fremmandi marknaðurin kann hugsast at hava áhuga í. Ein bókmentanevnd hevur valt út bøkurnar, sum verða lýstar í einum snøggum katalogi við royndartýðingum á enskum. Foto: Birgir “Í Göteborg ber eisini til

Wenders í Føroyum

Útvarpið visti í kvøld at siga frá einum týskum bloggi , at kendasti týski filmsleikstjórin, 70 ára gamli Wim Wenders, er í Føroyum. Hann er her í fýra dagar í Saksun og Gásadali í sambandi við komandi filmin Submergence , sum byggir á aðru skaldsøguna hjá Jonathan M. Ledgard , ið New York Times hevur kosið at verða ársins bók. Høvuðsleikarar eru James McAvoy, Alicia Vikander, Celyn Jones og Jess Liaudin. Framleiðslufeløg eru: Backup Films, Green Hummingbird Entertainment, Lila 9th Productions, Morena Films, PalmStar Media og Waterston Entertainment. Fotografurin er belgiski  Benoît Debie , sum hevur arbeitt fyri Rihanna, og í fjør vann Camerimage virðislønina fyri besta 3D film, hin erotiska Love (Gaspar Noe). Debie er heilt egin fotografur, og belgiska filmsfotograffelagið  skrivar soleiðis um aktuellu uppgávuna, har Debie verður spurdur um nýggja Wenders-filmin: "Wim Wenders wanted to shoot in 3D, but the movie is financed by the Americans, and they didn’t think t

Gestir og sangur

Ólavsøka er gestir og sangur. Longu ólavsøkuaftan hevur Sámal Blak fyrireikað allar gestir til felagssangin á Vaglinum á midnátt kvøldið eftir, ólavsøkudag. Tað er júst heitið, Midnáttarsangur , seks metrar við fótasporum, ið savna seg um eina avmálda sangbók á høvuðsvegginum í Listaskálanum, har ólavsøkuframsýningin hjá Listafelagnum er til 7. august. Listfrøðingurin Solveig Hanusardóttur Olsen hevur skipað fyri, fimtan listafólk eru boðin við og útvarpsmaðurin Gunnar Nolsøe opnaði. Stuttligari, og opnari fyri tulking, kann tað neyvan sigast, enn júst í hesum verkinum hjá Sámali Blak um tað trokandi savningarmentan, sum eitt evarska lítið bil eyðkennir ólavsøkuna. Undan setanini bjóðar Amariel ein góðan bita úti í Lambagerði, har nógv eru møtt, millum onnur teir báðir Eyðun og Eyðun, við eftirnøvnunum Johannessen og Waagstein, báðir søgusigarar av Guds náði, og við sama borð. Út á dagin hevur Amariel fernisering í Galerie Focus í kjallaranum, har ársins ólavsøkuframsýni