Skip to main content

Posts

Nýggja Kongaminnið

Í Bøkjarabrekku í Havn sæst nýtt Kongaminni til vinstru. Eftir at kongatrúgvir arbeiðsmenn í Havn í 1882 reistu eina steinsúlu til minnis um vitjanina hjá Christiani kongi níggjunda í 1874, hava aðrir havnarmenn seinastu valárini rulla ein kongaligan dregil niður eftir húsavegginum hjá Skilling. Í løtuni er tað Javnaðarflokkurin sum yvir av lokala Arbeiðsmannafelagshúsinum lýsir við fremsta og higartil einasta sjónliga valevninum til býráðsvalið 8. november, sama dag sum amerikanarar fara at velja nýggjan forseta. Gamla kongaminnið í Havn sæst tó enn á heygnum aftast í myndini. Landsverk og Fútin hava júst lýst við vegleiðandi reglugerð um valplakatir. Tær kunnu hangast upp frá fjórða leygardegnum undan valdegnum til fýra dagar eftir valið. Valplakatir skulu ikki verða til ampa fyri ferðslutrygdina. Meðan nógv verður sagt um rundkoyringar, ferðsluoyggjar og súklubreytir, verður einki sagt um ljósið á fótbóltsvøllum, sum blenda helvtina av Havnini, tá dystir eru í Gundadali. Men tað

Heyst á Snar

Nú  er heystfrítíðin, vit hava havt Eplafestival og komandi vikuskifti er Heystfagnaður á Eiði. Tí hevur Nám endurnýggjað gomlu temasíðuna um heyst á undirvísingarportalinum Snar. Trýst á myndina og næmingarnir syngja, meðan tey skera akurin á Útisavninum í Hoyvík. Á  fyrstu síðu verður sagt soleiðis um nýggju temasíðuna: Helst munnu flestu lærarar hava brúkt heystið sum tema í undirvísingini í fólkaskúlanum. Við ítøkiligum fyribrigdum, sum at taka upp epli og at fletta, er evnið heyst upplagt at brúka í fleiri lærugreinum. Tað kann vera í heimstaðarlæru, heimkunnleika, føroyskum, náttúru og tøkni, og lívfrøði. Fá  evni eru so hóskilig sum heystið at brúka í tvørgreinaligum arbeiði. Ein natúrlig progressión kann eisini leggjast í evnið, frá at seta niður epli, so sum sæst á filmi á hesi temasíðu, til tey lívfrøðiligu viðurskfiti, sum skulu til, um nakað skal grógva. Tann ítøkiligi veruleiki, at tað, sum vit sáa og seta niður, skal takast upp um heystið og etast, er

Savnandi saltfiskur

Leygarkvøldið hitti eg kokkarnar Ivo Brandão úr Aveiro og Samuel Mota úr Leiria í Portugal. Teir arbeiða báðir í Lissabon fyri  Sine Qua Non , sum veitir gastronomiskar tænastur á høgum støði til matstovuvinnuna har í landinum. Ivo og Samuel eru her saman við portugisiska sendiharranum í Danmark, Rui Macieira, sum saman við starvsfólkum greiðir frá um ferðamálið Portugal, nú Atlantsflog hevur boðaða frá at tey fara at flúgva hagar næsta ár, og ikki minst nú føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla móti Portugal. Vertur var Jógvan Elias Winther Poulsen, sum er portugisiskur konsul í Føroyum. Erla R. Ziskasen tók myndirnar. Úr  400 kg av flaktum og saltaðum toski frá Vaðhorni á Strondum, hava Ivo og Samuel borðreitt bacalao í SMS og hjá Öström við trimum vælsmakkandi saltfiskarættum eftir teirra høvdi og hugi. Í dag er aftur høvi at smakka góða saltfiskin í SMS. Onkuntíð kann verða sagt, at hatta var ein ordiligur saltfiskatúrur . Tá havi eg skilt, at uppgávan var stravi

Ferðabúgvin til Portugal!

Í dag eru allir føroyingar til reiðar at møta Portugal á heimavølli. Fokus er á fótbóltin. Hóast leikaratalið um bóltin er avmarkað, og áhugin fyri hesum fólksliga fyribrigdi er svikaligur og bundin at úrslitum, er semja um, at júst hetta er nakað serligt. Saltfiskalandið hjá Pessoa er komið higar, ikki við ússaligum dorium , men við gigastjørnuni Ronaldo, kokkum og fado tónleikarum. Undir hananum, Galo de Barcelos, omanfyri, sæst til vinstru størsta portugisiska fadostjørnan nakrantíð, Amália Rodrigues (1920-1999). Til høgru er José Afonso (1929-1987), sum helst var hin mest vinstrasinnaði sangarin í allari portugisisku plátusøguni. Hann doyði av sjúku bara 57 ára gamal í býnum Setubal, sum sjómannarímurnar hjá Hans Andriasi nevna. Setúbal, sum smakkar av saltfiski. Men eisini av einum portugisiskum Bob Dylan. Og tá Atlantsflog næsta ár fer at flúgva beinleiðis til høvuðsstaðin, Lissabon, í fótbóltslandinum, feriulandinum og fiskivinnulandinum, Portugal, tá fer undirtøkan helst at

Lampedusa og flóttafólk

Beint her, millum Sicilia og Tunesia, er lítla italska oyggin Lampedusa, har flóttafólk úr Afrika savnast í hópatali. Í teirra huga er Evropa lovaða landið og Lampedusa er inngongdin halda tey. Italski filmsleikstjórin Gianfranco Rosi fór í 2014 til oynna at gera ein stuttfilm, sum ikki skuldi verða longri enn 10 minuttir. Men søgan vaks og fór at lív sítt egna lív, tá hann møtti oyggjabúgvum og flóttafólkum í neyð. Rosi búsetti seg á oynni eitt skifti, og fór árið eftir at gera ein heilt annan film, Fuocoammare , Havið brennur. So væl gekk í hond, at sjáldsami heimildarfilmurin vann fyrstu virðisløn, Gullbjørnina, í Berlin í ár. Nú er filmurin italska Oscaruppskotið og Filmsfelagið fer at vísa hann Í fólkatali kann Lampedusa metast við Klaksvík, og hóast einki læknastríð er á oynni, er tað júst lokali læknin, Pietro Bartolo, ið er miðdepilin í filmaðu søguni. Hann kannar heilsustøðuna hjá hvørjum einstøkum flótta, og sendur tey so víðari í italsku skipanini. - Men eru tey ko

Súkklað til allar bygdir

Her er Høgni Mohr komin í land av Jósupi í Mykinesi. Dagurin, eg møtti honum, er 27. juli í ár. Tann dagin hevði hann súkklað 120 kilometur, fyrst úr Havn til Vestmannar, og so í Vágum, haðani hann kom úr Sørvági. Í hesum YouTube klippi boðar Høgni frá, at seinasti teinur varð súkklaður 1. oktober í Lítlu Dímun. Rekordsúkluna, sum hevur verið á øllum oyggjum og í øllum bygdum í Føroyum, eigur dótturin, Lív. Til lukku við avrikinum, Høgni!

Eplafestivalur í Trøðum

Her er eitt hjartaskapað epli sett á eina bilantennu yvir í Trøðum á Sandi. Farna vikuskifti var býlingurin á øðrum sinni karmur um Eplafestivalin, sum helst er mest sermerkta tiltak í landinum, og gevur lokalum eins og avbygdafólki høvi at síggja heimin, sum er í túninum, av nýggjum. Her er Katrin Petersen, sum saman við Honnu á Reynatúgvu er drívmegin í eplatiltakinum. Katrin bjóðar heimagjørd kips úr eplaflísum. Løtu seinni lesur Oddfríður brot úr nýggjum yrkingasavni, sum kemur í november. Eina yrkingin ber boð um, at vit hava gott í væntu frá Oddfríði. Kanska tað besta nakrantíð. Upplestrartræðið yviri í Trøðum er pyntað til eina yrking hjá Alexanduri Kristiansen, sum Oddfríður eisini lesur í mikrofonina, so øll hoyra. Tí er hann í hátalaravesti. Á næstu trappu í sama túni verður kunngjørt hvør hevur vunnið eplakast á bønum, og hvør hevur gjørt besta eplarættin í ár. Dómsnevndin greiðir frá fjølbroyttu uppskotunum og kunngerð, at vinnarin er ein eplakøka hjá El

Føroyskt sum forðing

Einaferð fyri mongum árum síðani hevði Norrøna Felagið fund í Norðurlandahúsinum um málsligu nýtsluna í miðlunum. Tað var um ta tíðina, tá húsið enn var nýtt og fólk vóru nýfikin. Ja, so langt síðan er tað, at Ebba Hentze tók orðið og bað um pennin. Á ein flip over , sum var fremsta tøknin, skrivaði hon við reyðum spritmarker um fólkatalið í Dalið, sum støðugt lækkaði. Og plantaða eddið riggaði. Akkurát sum ætlað, avsporaði hesin óhoyriligi bókstavur alla ta mentaðu forsamlingina. Um enn grá, vóru tey ikki fá. Øll upp at góla um ringa standin í føroysku pressuni at stava. Eingin, ikki ein, gav álvarsliga demografiska innihaldinum gætur. Hesa álvarsligu skemtisøgu komi eg í tankar um í kvøld, nú heimsins størsti føroyski Facebookbólkur, Føroysk rættstaving, aftur ger somu søgu. Í dag eru 10.924 limir í bólkinum. Nýggjasta evni í bólkinum er Suðuroy, har eingin vinnarahugburður er. Tað sigur fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard í samrøðu við Sosialin. Hóast Smyril sigl