Skip to main content

Posts

Skírisdagur úr Tórsbyrgi

Allar útferðir byrja við einum góðum matpakka. Her er tað Unn, sum sker skerpikjøt til gongutúrin skírisdag, sum Jón og Augusta í Tórsbyrgi 28 hava skipað fyri fjúrtan ferðir. Í ár møttust vit við skúlan í Hvalvík klokkan 10 og skuldu ganga til Leynavatn, sum strikað við reyðum á kortinum niðanfyri. Tað er ivasamt veður, skíggjað og kalt, tá vit møtast í Hvalvík. Hvítt er í tindunum, men sólin hevur hug at kaga fram. Tá er ljósspælið best. Vit ganga niðan frá bygdini. Í ár eru vit 23 í ferðalagnum. Komin nakað niðaná síggja vit regnið standa sum eina gardinu oman gjøgnum Saksunardal og yvir Hvalvík. Akkurát sum eg minnist sýnið úr Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har eg gekk í realskúla. Tá regnaði á sama hátt yviri á Streymoyarlandinum. Ongantíð Eysturoyarmegin, sum eg minnist. Men minnið kann verða svikaligt, serliga tá tað umræður veður fyrr og nú. So slítir í og sólin treingir fram úr sortanum, sum var tað úr einum ljómandi Kingosálmi. Ælabogin er f

Runt sum egg, fer um allan kirkjuvegg

Í eini gamlari gátu fann eg loysnina á ættaróskilinum, sum almenna gitibrævið bar upp fyri øllum føroyingum í gjár: Runt sum egg, fer um allan kirkjuvegg. Ættirnar eru ikki tær vanligu, sum vit síggja í kumpassini hjá teim sjófarandi. Nei, í eini roynd at sjikanera Kringvarpið, verða tær fýra ættirnar myndaðar av landkrabbastavunum, sum eftir klokkuni úr erva og runt geva orðið N-E-W-S. Tíðindini verða framleidd av egghøvdum, sum mala av ymsum ættum, tí tey dugu ikki ættirnar, og øll standa tey á høvdinum fyri 80 demokratiskt innheintaðum milliónum. That's it. Hetta var ársins rebus, borin fram í einum gitibrævi, og settur inn í eitt egg á páskum. Glad påsk!

Spunasmíð í blindum

Meðan bygdamenn á Facebook hava øst seg um eitt speirit , sum postmaðurin hevur borið teimum til morgunkaffi, havi eg nústani fingið tað í kassan eftir loknan arbeiðsdag, nú klokkan er farin av fimm. Soleiðis eru treytirnar, tá tú býrt í Havn fyri fullan prís, og ikki nýtir gott av teim ókeypis framíhjárættindum, sum falla bygdafólki í lut. Mangt er, ið kann klúgva tjóðina. Og tað eftir mongum ásum, upp og niður aftur og fram. Men ættirnar plagdi ein sjófarandi tjóð at duga. Tí mann tað vera ein onnur orsøk, at kalla vestur  fyri S, s sum í sosialismu til vinstru fyri Mykines. - Er hetta kanska eitt gitibræv eftir danskari gækkebrev -fyrimynd, har móttakarin skal gita, hvør sendi? Endamálið tykist vera at herja á Kringvarpið, sum í speiritinum sigst fáa 80 milliónir at senda fyri. Onkur sannleiki er prinsipielt áhugaverdur. Tað er atgongdin til ókeypis sendinet. Men so er ikki meir. Hesin pástandur bendir á, at avsendarin er ein ónøgdur privatur miðlaprodusentur. Produse