Skip to main content

Posts

Føroyakortið ongan politiskan áhuga

Nú skrivar danska avísin Politiken um eina dansk-grønlendska avtalu, um at tekna sjókort í Grønlandi. Orsøkin til at blaðið varpar ljós á hetta at síggja til ótýdliga kolonievni er, at nú er avtalaða arbeiðið steðgað. - Tað er ein skandala, sigur danska avísin. Men er kollsiglda sjókortaavtalan ein skandala í Grønlandi, so er hon eins stór í Føroyum. Tí málið at tekna okkara egna øki á klótuni er aldri yvirtikið og komið á føroyskar hendur, so tú kanst fara inn á ein navnsnevndan stovn at fáa nýggjasta kort í hondina, ella bara til pynt á vegginum. Alt tað eg veit, hevur eingin politikari sýnt tí áhuga. Heldur ikki landstýrismáðurin við ábyrgd fyri Føroyakortinum, sum eg bjóðaði uppá besøk við skrivstovustjóra á heysti í 2012, tá tveir metrar vórðu kliptir av okkara hægsta fjalli. Tí er støðan í Føroyum enn soleiðis, at hvørja ferð ein almennur upplýsingarstovnur vil prenta eitt ókommersielt kort av okkara egna landi í okkara egnu bókum á okkara egna máli í okkara egna skú

Grøna veðraoyggin

Allastaðni har tú ferðast í Suðuroynni í hesum døgum eru grønska og veðrar at síggja. Lýkka er í luftini, og sólin grønskar dalar og líðir. Veðrarnar omanfyri sá eg við vegjaðaran í Hvalba niðan móti Norðbergseiði. Henda sjáldsama Texas Longhorn veðrin við uppbendum hornum, sá eg úr bilinum í Froðba. Í Hvalba hópa tey bobbens og bildekk saman á grøna bønum, har seyðurin gongur. Havi ikki sæð hetta aðrastaðni í landinum, og veit tí ikki, hvat endamálið ella nyttan er. Kanska er tað at venja veðurlombini at stúta, ella tað bara er eitt slag av stiki. Á Kunningarstovuni, Visit Suðuroy, sum er í hølunum hjá kommununi á Tvøroyri, hevur fryntligi avgreðslumaðurin nógv uppskot um túrar, sum hann teknar á frálíka kortið yvir økið. Ein er til kikaran fyri endanum á vegnum innast í Trongisvági, til vinstru har tunnilin fer til Hvalbiara. Ein kilometur ella so at ganga. Norðanfjørðs havi eg sæð, hvussu ymiskur seyður kann verða, serliga í Tjørnuvík, har hann er spakur og næstan ómæla