Skip to main content

Posts

Dreymar við havið til Lübeck

Hetta er breddin á tíðindaskrivinum úr Lübeck í kvøld. Juliett Nattestad, sum er annar høvuðsleikarin í filminum hjá Sakarisi Stórá "Dreymar við havið", er fremst fyri. Undir yvirskriftini The Children and Youth film programme - Bold, clever and imaginative verður sagt frá um júst henda filmin og hinar, sum hann er settur á skrá saman við á filmstevnu í kenda Hansabýnum fyrstu viku í november. Beint áðrenn hevur filmurin verið sýndur í Róm. Í tíðindaskrivinum úr Lübeck, sum í kvøld fer til teir gestir, ið ikki hava týskt sum móðurmál, verður sagt soleiðis á enskum: The selection of films for young visitors to the 59th Nordic Film Days Lübeck (Nov. 1 – 5, 2017) comprises 18 selected features, and short films grouped into three programmes for different age groups, making it more comprehensive than ever before . We present stories of families learning how to deal with challenges, and of strong young heroes, but especially heroines, who take the big screen by storm th

Fyrstu ísraelsku filmsdagar í Føroyum

Á myndini síggjast frá vinstru Philip Blüdnikow, Maja Tjørnelund Sørensen og Eyal Lampert, sum øll arbeiða á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn. Nú bjóða tey á fyrsta sinni føroyingum at síggja nýggjan ísraelskan film í Havnar Bio. Eyal Lampert, sum fyrr hevur arbeitt á ísraelsku sendistovuni í Gana, er virkandi sendiharri í Keypmannahavn, til Benjamin Dagan tekur við sum nýggjur sendiharri. Eyal verður í Føroyum, tá Ísraelsku Filmsdagarir verða hildnir í døgunum 13.-15. november. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fer at seta Ísraelsku Filmsdagarnar mánakvøldið 13. november kl 20 í Havnar Bio. Byrjanarfilmur er nýggi ísraelski filmurin "A Quiet Heart". Dagin eftir, týsdagin 14. november kl 20, er høvuðsfilmurin, “The Cakemaker”, á skránni. Hetta er fyrsti spælifilmur hjá samkynda ísraelska leikstjóranum Ofir Raul Graizer. Triði ísraelski filmurin, ið verður vístur mikudagin 15 november kl 20, er "Bethlehem", sum Yuval Adler leikstjórnaði og hevur vunni

Björk: The sexual force is what drives you

Tim Walker tók myndina av Björk fyri kvinnublaðið W Í kjalarvørrinum av søgunum um jødiska filmsframleiðaran Harvey Weinstein í Hollywood, skrivar íslendska Björk í gjár á Facebook , hvussu ein danskur filmsleikstjóri føldi uppá og handfór hana, sum var hon einki annað enn eitt sexobjekt, ið menn kundu gera við, sum teir vildu. Øll tey donsku filmsfólkini, sum vóru til staðar, lótu tað henda, skrivar Björk. Björk, ið skrivar við smáum stavum og ger millumrúm áðrenn komma og punktum, byrjar Facebook-boðini við setninginum: ”i am inspired by the women everywhere who are speaking up online to tell about my experience with a danish director .” Hóast danski leikstjórin ikki verður nevndur við navni, er greitt at tað er Lars von Trier, hon sipar til. Saman gjørdu tey virðislønta filmin Dancer in the Dark í 2000, sum er millum bestu filmar, eg yvirhøvur minnist meg hava sæð. Björk gjørdi mesta tónleikin og hevði høvuðsleiklutin sum hin sjónveika Selma Ježková, ið droymir seg

Tóroddur & Co

Í tíðindaskrivi í dag boðar Steinprent frá, at leygardagin 14. oktober letur Tóroddur Poulsen upp 60 ára føðingardagsframsýning í Steinprenti. Listamaðurin, sum í 2013 varð heiðraður við stóru mentanarvirðislønini, var fyrst kendur sum yrkjari og síðani sum grafiskur listamaður. Men hann hevur eisini givið fløgur út, gjørt installatiónir, skrivað skaldsøgur og bloggar, málað olju- og vatnlitamálningar, og virksemið vaksur javnt og samt. Bara í oktober í ár gevur hann eitt yrkingasavn og eina plátu út, umframt, at Sprotin gevur út stóra bók um hansara verk. Framsýningin í Steinprenti eitur Tóroddur & Co eftir einum av nýggju steinprentunum, har vit síggja framsíðuna av einum bókahandli, ið eftir øllum at døma er opin í allar ævir. - Men ynskir tú tær eina krimibók, er hetta ikki rætti bókahandilin, verður sagt í tíðindaskrivinum. Eitt hugtakandi og merkiligt prent, sum Tóroddur Poulsen gjørdi í fjør eitur Hevd . Á prentinum sæst eitt rundleitt, reytt skap við fýra útúrge

Simmer Dim á opnum havi

Matstovuleiðarin, Martin Dufke, bjóðar langtíðarstokt lambstjógv á Simmer Dim umborð á Norrönu. Matstovuheitið er úr Hetlandi, men sæst eisini sum summardimmi í føroysk-ensku orðabókini hjá Sprotanum, har sagt verður á enskum at føroyska fyribrigdið er "midnight in the summer, the darkest part of the night in the summer". - Hetta er okkara eyðkennisrættur, og afturvið er ein norðurlendsk grillsós og lætt kornotto, siga Martin og kokkurin, meðan vit stillisliga pløga Atlantshav og fáa Pól F undir kjølin. Við bláa havinum sum føstum baksýni, hefti eg meg straks við reyða og grøna litin á meistarliga borðiskinum hjá Janusi Einar Sørensen, sum er kokkur. Umframt vælsmakkandi lambskjøtið og lætta tilhoyrið, minna markantu litirnir hjá kokkinum meg á, at vit eru umborð. Reytt fyri bakborð og grønt fyri stýriborð. Uttanfyri er bláa havið og í gløsini skeinkir Annika Patti avstralskt hvítvín frá Astrolabe við heystsmakki av hylliblómu. Men fimmrættaða marglætis

Hvør er Peter Madsen?

Úr filminum Amateurs in Space (Max Kestner 2016) Eftir óhugnaligu søguna um hina dripnu og sundurlimaðu Kim Wall umborð á heimagjørda kavbatinum Nautilus hjá Peter Madsen, eru nógvar gitingar um mannliga høvuðspersónin í søguni, ið er sum ein ræðusøga av teim mest forbodnu. Munurin er bara, at hetta er ikki spælifilmur, men veruleiki, ið stig fyri stig kemur undan kavi, og sum løgreglan nú roynir at seta saman, so greiða kann fáast á, hvat er hent. Vísandi til heimildarfilmin um Peter Madsen, Amateurs in Space , sum Max Kestner gjørdi í fjør, og DR sendi í mai í ár, hevur danska filmstíðarritið Ekko  í hesum døgum eina grein um høvuðspersónin í krimigátuni. Tíðarritið nevnir sálarfrøðiliga hugtakið ”kværulantforrykthed”, ið er ótálmað vreiði hjá einum, sum altíð vil hava rætt, tí hann er so ”rethaverisk”, tað er ein, ið er so pásettligur, at hann treiskliga blívur við at halda uppá sítt. Amateurs in Space hjá virðislønta Max Kestner, var í uppskoti at fáa bæði Bodil og Rober

Dreymar við havið kappast í enn eini altjóða filmstevnu

Fjúrtanda altjóða filmstevnan í Reykjavík, Reykjavik International Filmfestival, lakkar móti endanum. Fyrsti filmurin hjá Sakaris Stórá í spælifilmslongd, Dreymar við havið , hevur verið sýndur á festivalinum, har tær báðar, ið hava kvinnuligu høvuðsleiklutirnar, Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir, vóru til staðar og greiddu frá í Háskúlabio, saman við leikstjóra og framleiðarum. Dreymar við havið  varð boðin við í høvuðskappingina um Gylta lundan, The Golden Puffin, á New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við trettan nýggjum filmum úr øllum heiminum. Teirra millum var mest spennandi íslendski filmurin beint nú, Vetrarbrøður hjá Hlýni Pálmasyni, og God's own country hjá bretska Francis Lee. Vinnari gjørdist tó hin amerikanski The Rider eftir Chloé Zaho, sum eisini vann virðisløn í Cannes í ár. Tað var júst í Reykjavík, at Sakaris Stórá fekk fyrsta herðaklappið, tá hann í 2010 fekk talentprísin fyri fyrsta stuttfilm Passasjeren . Úr Reykja

Øl er annar munkur

Í dag kom ølkuskurin hjá Føroya Bjór við tveimum sixpacks av temabjóri, nú tað stundar til at fimm hundrað ár eru liðin síðan reformatiónin byrjaði. Tað var tá týski munkurin, Martin Luther, hin 31. oktober í 1517 negldi tær 95 tesurnar, ið vendu sær móti katólska avlátshandlinum, á kirkjudyrnar í Wittenberg. Munkurin skifti ikki bara frá katólskum latíni til týska móðurmálið, hann gavst at verða munkur, lokkaði eina nunnu, Katharinu von Bora, við sær, og uttankleystraði, brutu tey í felag munkalyftið og nunnulyftið við at ganga í hjúnalag. Umframt kynsdriftina, sum man hava verið serstakliga sterk hjá virkna maktmunkinum Luther, var tað helst eisini av praktiskum orsøkum, at hann gekk í hjúnalag við Katharinu, sum ikki bara var ófør at halda skil á balstýrna Luther, men eisini at bryggja bjór. Eins og leikurin hjá Eyð Matras, ið verður frumframførdur í Posthúskjallaranum í Klaksvík fríggjakvøldið, er heitið á ljósu og angandi hveitibjórini Morgunstjørnan í Wittenberg

Hug at ferðast við maskinbyrsu í USA?

The Independent 2/10 2017: Á byrsumessu í Las Vegas (Ethan Miller)  Hóast orsøkin varð ringasta hópdráp í nýggjari amerikanskari søgu, var tað lívgandi og perspektiverandi at hoyra eina unga kvinnu staðfesta í Morgunsendingini , at tað eru so nógvir pengar í vapnaídnaðinum, at har gerst einki. Hvørki forboð ella forðingar muna, tí pengamaktin er so sterk, tá tað umræður vápn, segði hon beinleiðis úr Las Vegas. Mammon, mammon über alles. Og nú tað ikki er sjálvsagt, at miðlar finna føroysk talsfólk í heimsins brennideplum - í Sjálvstýrisbarcelona, 2372.39 kilometrar burturi, eydnaðist sanniliga at finna dagsins danskara - so skal eg skunda mær at siga, at í morgun var tað ein føroysk kvinna, ið livandi segði frá við egnari rødd úr Las Vegas, sum er ein realitystjørnubýur uttan líka. Allan sólarringin kanst tú møta dagsins Elvis og Marilyn, og innan 15 minuttir kanst tú keypa yngstu dóttrina hjá meksikansku familjuni, sum ikki býr á marglætishotelli, men í einum innkeypsvogni

Hvar fór Útvarpið?

Tveir tímar eftir at valhølini í Katalonia skuldu havt latið upp, hevði Bogi Norðurkorea sum høvuðstíðindi í Útvarpinum í morgun, hóast Uni úr sama húsi er sendur hagar at boða frá støðuni, og allir miðlar, til dømis BBC og TV2, sum eg beint nú hyggi eftir, júst høvdu ætlaðu fólkaatkvøðuna í Katalonia í dag ovast á breddanum. Annað innslag í heimlandstíðindunum var um eitt airbus 380 flogfar við brotnum motori. Triðja innslag var - einki. Veðrið og so liðugt. Ikki eitt orð frá Kringvarpsredaktiónini í morgun um ella úr Barcelona. Hvussu órørd kunnu vit verða av støðuni uttan um okkum? Hetta er altso ikki gott nokk. Uni hevur havt fínar og livandi frásagnir úr Katalonia, onkrar órógvaðar av ringum ljóði gamaní. At forstokkað fólk í skemtitekningum finnast at, at Útvarpið er á staðnum og ger sína sjálvsagdu skyldu at siga livandi og beinleiðis frá gongdini í Katalonia, er mær óskiljandi. Sjálvandi skulu vit vera á staðnum. Orsøkin er ikki bara at Atlantsflog onkuntíð flýgur hagar, og