Skip to main content

Posts

Barbara í Gongini fær Mentanarvirðisløn Landsins 2017

Barbara í Gongini, sniðgevi, fær Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017. Tað gjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, greitt á almennum tiltaki í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld. Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og er 150.000 kr. Ein dómsnevndin ger av, hvør fær virðislønina. Í dómsnevdini eru Martin Næs, Katrina í Geil, Archibald Black, Oggi Lamhauge og Knút Háberg Eysturstein. Í grundgevingini sigur dómsnevndin soleiðis: Hon er gløgg og listaliga gávað. Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandi klædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim.Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu. Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiði

Frits Johannesen fær Heiðursgávu Landsins í 2017

Heiðursgávu Landsins fær Frits Johannesen, fjøllistamaður. Tað kunngjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld. Henda virðislønin verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr. Dómsnevnd, sum er Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs, siga soleiðis um orsøkina til at geva Frits Johannesen, fjøllistamanni, Heiðursgávu Landsins: Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið. Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndli

Konni Kass er Ungt listafólk 2017

Konni Kass, tónleikakvinna, fær í ár virðislønina til Ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handaði fyrstu av trimum Mentanarvirðislønum í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær tríggjar virðislønirnar eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins. Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, ið hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning, sigur landstýriskvinnan. Tað er ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum, ið hevur valt tey trý út, sum í ár fáa virðislønir. Í dómsnevndini eru Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs. Dómsnevndin grundgevur soleiðis fyri at geva Konni Kass, tónleikakvinnu, virðisløn til Ungt listafólk í 2017: Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hev

Korea á breddanum

Í Útvarpinum í dag borðreiddu Ingi Rasmussen og Sissal Kampmann við tveimum tímum um Korea í frálíku sendingini Nón , avgjørt besta afturvendandi útvarpssending, sum í løtuni er á skránni. Fyrri tímin var um Norðurkorea og seinni tímin um Suðurkorea. Í hesum seinna parti av temasendingini slapp eg sjálvur at reklamera fyri nýggju temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar , sum er um sama evnið. Við olympisku vetrarleikunum í Suðurkorea 9.- 25. februar í ár sum høvi, hevur Snar sett sær fyri at kanna viðurskifti á koreansku hálvoynni. Olympisku vetrarleikirnir hava verið hildnir síðan 1924 og verða eins og summarleikirnir hildnir fjórða hvørt ár. Fram til 1992 vóru vetrar- og summarleikirnir sama ár, men síðan 1994 hava leikirnir verið forskotnir, so teir ikki eru sama ár. Umframt sjálvt ítróttatiltakið verður nomið við kalda kríggið, vinnulív, nútíðar K-popp og sjálvmorð millum ung. Í uppgávum verður birt upp undir kjak, hvørt altjóða ítróttatiltøk kunnu medvirka til at skap

Besti svenski filmur er arabiskur

- Tack för att ni förstod att det var årets bästa svenska film, trots att den är på arabiska, segði filmsframleiðarin Kristina Åberg í Cirkus í Stockholm í kvøld, tá greitt var at filmurin The Nile Hilton Incident  (Tarik Saleh) við fimm Guldbagge heiðurslønum varð kosin hin besti í Svøríki. Filmurin hevur fyrr vunnið fremstu virðislønir í Sundance og Valladolid. Sameblod  (Amanda Kernell), sum Filmsfelagið vísti 29. mars í fjør í Havnar Bio, fekk fýra Guldbagge virðislønir. - Kan man kombinera skådespeleri med renskötsel, så fortsätter jag, segði høvuðsleikarin Lene Cecilia Sparrok, sum fyrstu ferð hevur spælt við í filmi. Leikstjórin, Amanda Kernell segði um filmsgerðina, at hon "kostade många blåmärken, både på insidan och utsidan." Norðurlandahúsið sýnir Sameblod umaftur 26. februar. Besti útlendski filmur í Svøríki í 2017 var iranski Sølumaðurin  (Asghar Farhadi), sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio 26. apríl i fjør. Besti svenski filmur eg sjálvur sá í 2017 v

KOKS frammi við Gjónna

Komandi árið fer matstovan KOKS at húsast í tiltiknu húsunum frammi við Gjónna við Leynavatn. Tað boðar KOKS frá í tíðindaskrivi í dag. Myndina omanfyri av Karin Visth og Michelinkokkinum Poul Andrias Ziska tók Beinta á Torkilsheyggi frammi við Gjónna. Samtakið Betri, sum eigur húsini, hevur gjørt avtalu við Gist & Vist um at brúka tey til matstovu. "KOKS umboðar tað besta innan matstovuvinnuna í Føroyum. Ferðavinnan hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, og vit eru tí sera fegin um at kunnu stuðla henni við at læna húsið út til hetta spennandi endamálið," sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka í hesum sambandi. Her er Poul Andrias Ziska avmyndaður í køkinum á KOKS í Kirkjubø í august í fjør tá ein týskur sjónvarpskokkur vitjaði. Ikki er vist, hvussu gamal garðurin frammi við Gjónna er, men søguligar keldur er um búfólk heilt aftur til 1740. Húsini eru gott dømi um ein føroyskan bóndagarð, har húsfólkið búði í grótlaðaðum, flagtaktum húsi við roykst

Borgarstjórin í Taiji vitjar

Kazutaka Sangen, 70, er borgarstjóri í lítla býnum Taiji í økinum Wakayama ytst á Kiihálvoynni, sum er sunnalaga á eystursíðuni á japansku høvuðsoynni, Honshu, og stingur seg út í Kyrrahavið. Í farnu viku var hann í Tailandi, nú er hann ávegis til Klaksvíkar, og í næstu viku fer hann til Kina. Hesin aldrandi jetsettarin skal skjótt eisini á IWC fund í Brasil. Í japanska býnum Taiji búgva 3000 fólk, sum í øldir hava fingist við hvalaveiðu og grindadráp. Býurin bleiv kendur í illa lýdda amerikanska heimildarfilminum The Cove , sum vann Oscarvirðislønina í 2010. "Tað var eitt sjokk," sigur tulkurin Hoyato Sakurai, undir liðini á mær. "Men so lærdu Taijibúgvarnir seg nýggjar hættir, eitt nú frá tykkum, at smidligera og effektivisera drápið," sigur hann frá hinum við borðið. Sama ár vórðu kyksilvurkanningar gjørdar í hárinum hjá Taijibúgvum. Eins og í Føroyum kundi dálking staðfestast, sum Pál Weihe greiddi frá í filminum The Islands and the Whales hjá Mike D