Skip to main content

Posts

Puigdemont í Føroyum

- Tað eru nógv ár síðani eg fekk áhuga fyri Føroyum, og eg vil fegin vitja tykkara vakra land, segði 55 ára gamli Carles Puigdemont úr Girona í Katalonia, tá Magni Arge hitti hann í januar í ár. Og nú er hann komin, ikki úr Katalonia, men úr Belgia, har han býr í útlegd. Umframt at vera politikari, hevur Puidgemont eisini verið journalistur. Hann var borgarstjóri í Girona frá 2007 til 2016 og forseti í Katalonia frá januar í 2016 til oktober í 2017, tá spanska stjórnin í Madrid koyrdi hann frá, tí hann lýsti  declaració d'independència de Catalunya , katalonsku frælsisyvirlýsingina. Við fimm ráðharrum úr katalonsku ríkisstjórnini flýddi hann til Belgia. Myndina av Carles Puigdemont tók eg í dag í Klingruni í Norðurlandahúsinum eftir at hann hevði fingið sær kaffi og miðmála frá Smakka.   Magni Arge, Fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, var sjáldsama fermur orðstýrari, tá fyrrverandi forsetin, Carles Puigdemont, umboðaði Katalonia á ráðstevnuni um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarr

Nina í Lübeck

Føroyski filmurin hjá Mariu Winther Olsen, "Nina" , verður sýndur á 60. filmstevnuni í Lübeck í ár. - Hon er millum sterku kvinnurnar úr Norðuratlantshavi í ár, sigur stevnuleiðslan á tíðindafundi: - There’s no shortage of strong women from the North Atlantic rim either - Isold Uggadóttir from Iceland with “And Breathe Normally” (Andið eðlilega), and Maria Winther Olsen of the Faroe Islands with “Nina”. And not to slight the Baltic states, where a new generation of female directors is making its mark. From Lithuania, Giedrė Beinoriūtė presents “Breathing into Marble” (Kvėpavimas i marmura) and Marija Kavtaradze gives us “Summer Survivors” (Vasara), while Moonika Siimets, the director of this year’s opening night film “The Little Comrade” (Seltsimees laps) is from Estonia. Tilsamans 199 filmir verða sýndir á stevnuni, sum byrjar 30. oktober og endar 4. november í ár. Í 1989 fekk Katrin Ottarsdóttir fremstu virðisløn í Lübeck fyri fyrsta føroyska spælifilmin "At

Tað verður óstuttligari, um tit avhøvda Óla

Við støði í eini Andøvsløtu á sendistøðini R7, sum eisini hevur havt Jóan Paula í Geil í gestarúminum í enn snedigaru sendingini Metis , eru privatpersónarnir Pauli Trond Petersen og Erling Eidesgaard blivnir so mikið stoyttir, at hin fyrri brúkar mikrofonina í løgtinginum, har hann er valdur at gera lógir, og hin seinni meldar á politistøðini, sum ein og hvør borgari eigur at gera. Markið er nátt og nú tala vit at, siga teir báðir sum virknir borgarar í einum fólkaræðisligum samfelag. Báðir hava framført greiðar orsøkir til júst at tala at. Eftir at frálíka útvarpssendingin Pressan , sum freelancarin Øssur ger, eisini tók evnið upp næstsíðsta fríggjadag, er landstýriskvinnan við ábyrgd fyri miðlum og miðlastuðli gestur í týdningarmestu kringvarpssendingini, Degi og Viku í kvøld. Hon er týðuliga indignerað um haturstaluna í umrøddu sendistøð. Eins og tjóðveldismaðurin á tingi vil hon hyggja nærri at sendistøðini, hennara loyvi at senda og grundarlagi fyri at fáa miðlastuðul yv

Havnin er í einum góðum stima

Havsins fruktir er lokkandi heitið á Barbara Fish House, sum fríggjakvøldið hevði fasta matskrá. Fyrimyndin er úr fronskum, Les Fruits de mer , ið sipar til el marisco , sum spaniólar kalla skeljadjór úr sjónum. Ein hugmynd, sum vit best kenna úr bóndans haga, og sum fevnur um tað, ið hagin kastar av sær, og borðið kann bera um heystið. Síðan aldarskiftið hevur matgerðin flutt seg, og ikki sjálvdan tengja við hugtakið list afturat henni, so vit fáa matlist á borðið. Býtt út á trý evni, skeljafiskur, heystskurður og bankatoskur, skipa matstovurnar Heima í Havn fyri temakvøldum. - Endamálið við hesum fríggjakvøldum er at hækka gastronomiska støðið hjá kokkum, tænarum og hjá gestunum, soleiðis at tilvitið um góðar, burðardyggar føroyskar rávørur økist, og øll í felag menna gastronomisku kollveltingina her á landi, siga Johann Mortensen, stigtakari, og John Mikkelsen, matstovuleiðari, sum bjóðar innar. Kokkur í kvøld er Kári Kristiansen úr Kollafirði. Tá móðurmálsdagur var h