22.2.11

Brennivínsbørn



Myndirnar, ið eru úr filminum Submarino, sýna brøðurnar sum lukkuligar smádreingir, eina bróðurin á kamarinum í herberginum og niðast báðar brøðurnar saman

Børn og brennivín eru tíðindi í hesum døgum. Júst hetta vandamál er evni í fyrsta filminum, Submarino, sum Klipp - Filmsfelag Norðurlandahúsins vísir í Havnar Bio mikukvøldið 23. mars kl 19:30.

Filmurin, ið hevur fingið virðisløn sum hin besti í Norðanlondum beint nú, byggir á skaldsøgu hjá Jonas T. Bengtson frá 2007.  

41 ára gamli Thomas Vinterberg hevur gjørt filmin. Fyrsti filmur hansara var Festen, sum kom í 1998 og vann hópin av virðislønum.

Nýggi filmurin Submarino er ein skakandi nútíðarsøga um tveir brøður, ið royna at koma til sættis við ein truplan uppvøkstur, har brennivín fór við øllum.

Tá filmurin varð frumsýndur í Berlin skrivaði ummælarin Erik Jensen í Politiken, at ‘Submarino’ er eitt nemandi neyðarróp frá teimum, sum samfelagið hevur mist á gólvið.

Undan filminum verður stuttfilmurin Bow eftir Rannvá Káradóttir sýndur.