27.10.10

Special Brew – uttan filtur

Í besta norðurlendska filminum, Submarino, eru rúsevni sum send av himni, tá øll umsorgan svíkur

Eins og ølin í yvirskriftini, er Submarino ein filmur, ið er ov sterkur fyri føroyska samfelagið. Hvørki Special Brew ella Submarino verður borið upp fyri føroysk eygu ella smakk. Tá er gott at hava danska sambandið at dúva uppá.

Í farnu viku keypti eg Submarino á Gammel Kongevej og havi síðani hugt eftir honum heima í Tórsbyrgi. Og eg sigi bara djúpt indigneraður Hvar eru myndugleikarnir? Ikki teir biografkønu, men teir sosialu?

Søgan er av teim ómildastu, eg havi sæð á filmi. Hon byrjar og endar í ljósi hins almáttuga, men rennur seg so á botn, har høvuðsleikararnir – tveir brøður – royna at halda sær á floti í einum nútíðar lívshavi, so tungt og blýgrátt, sum bara Mikines kann mála tað. Tí heitið Submarino, giti eg.

Brennivín og heroin eru einastu linnar hjá líðandi brøðrunum, ið rúsa seg av verðini, meðan vælferðin vendir teim ryggin.

Takføri er fyrsta tema eg varnist í hesi grimu søgu. Tvørrandi takføri, sum í Paris, Texas hjá Wim Wenders, har telefonin er ímyndin av tí sambandi, sum aldri bleiv. Frásøguliga hómast síðan ein stutt siping til Mús og Menn hjá Steinbeck og síðani til barnasøguna Páll, púra einsamallur, meðan barnagrátur gongur inn og út av samankliptum tíðarbrotum, sum øll vísa aftur til tað óberandi trauma, sum brøðurnir hava inni við seg sjálvan. Her gerst einki. Høvdu teir ráðini, vildu brøðurnir helst skrivað Lívið er ikki fyri øll, har sum tey borgarligu skriva Harrin signið heimið. Og ímeðan syngja Gasolin’ Fatherless Hill. Svíkurin er fullkomin.

Filmurin skrivar seg inn í bretska stílin hjá Ken Loach og Terence Davis, tá teir lýsa arbeiðaraumhvørvi í stórbýnum, sum til dømis Distant Voices, Still Lives (Davies 1988), sum eg sá í Oslo og mátti rýma frá, tí hann var ov sterkur at síggja, einsamallur í stórbýnum.

Orð um henda skakandi film, Submarino, eru so fátøk, at eg sigi bara: Far og hygg!

Leikstjóri er yngsti Dogmabróður, Thomas Vinterberg (f. 1969), sum gjørdi fyrsta Dogmafilmin Festen í 1998. Forleggið er samnevnda skaldsøgan hjá Jonas T. Bengtson (f. 1976), sum kom í 2007.