Skip to main content

Nóllywood í Hornabø



Í morgin, sunnudag, verða tveir nýggir føroyskir stuttfilmar frumsýndir á Háskúlanum í Hornabø, har filmskeiðið Nóllywood hevur verið hesa vikuna. Tveir nýggir føroyskir stuttfilmar spurdust burtur úr. Ungu filmsspírarnir, sum eru millum 14 og 18 ár, gjørdu filmarnar PAIN''T (Annika Dalsgaard) og EG (Rógvi Langgaard). Báðir stuttfilmarnir verða sýndir á Háskúlanum í Hornabø sunnudagin.


Eitt filmsvinnupolitiskt álit var herfyri handað vinnumálaráðharranum, Johan Dahl, har eitt av málunum var, at um tíggju ár skullu 50 fólk arbeiða við filmi, og at ein spælifilmur skal gerast um árið. Í tíðindaskrivi í dag, siga Martin og Trygvi, sum eru framleiðslustjórar á filminum EG, at fyri at røkka hesum máli, er neyðugt at skapa eitt grundarlag hjá ungum filmsspírum. Víðari siga teir í tíðindaskrivinum, at hetta hevur Klippfisk miðvíst virkað fyri síðani filmsverkstovan varð sett á stovn í 2004. Stóra tilgongdin av ungum og frískum kreftum til filmsfakið førdi við sær, at filmsskúlin Nóllywood varð settur á stovn í 2010. Hetta varð gjørt við tí endamáli, at ungdómar í aldrinum 14-18 ár kundu nema sær grundleggjandi vitan innan teknisku og listarligu greinarnar av filmsskapan. Skúlin varð hildin í eina viku í Nólsoy, harav navnið Nóllywood, eins og tey i India siga Bollywood um filmar, sum eru gjørdir í Bombay og ikki í Hollywood.


Hetta er fjórði skúlin og 11 ungir filmsspírar luttóku á Føroya Fólkaháskúla í Hornabø, har Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen, saman við øðrum settu skránna. Eini bólkurin gjørdi filmin PAIN''T, ið er um at føla seg gloymdan. Hin filmurin eitir EG, og snýr seg um at tora at vera ein sjálvur. Luttakarnir hava skrivað handrit, funnið upptøkustøð, sjónleikarar og alt annað, sum er partur av filmsframleiðslu. Fyrreikararnir siga, at øll er hjartaliga vælkomin, tá filmarnir verða vístir almenninginum á Háskúlanum í Hornabø sunnudagin 7. juli klokkan trý. Niðanfyri síggjast tey, ið hava verið á skeiðnum. Saman við luttakarunum eru undirvísararanir Rógvi Rasmussen, Maria Winther Olsen og Sakaris Stóra til høgru.