24.6.13

Filmsvinnupolitikkurin verður ikki lagdur í skuffuna!


Tað lovaði Johan Dahl, vinnumálaráðharri, á samkomu í Norðurlandahúsinum í dag, har Klippfisk legði fram eitt álit um filmsvinnupolitikk. - Tvørturímóti verður hetta ein partur av samlaða vinnulívspolitikkinum framyvir, har kreativa vinnan verður skipað undir einum, segði Johan Dahl, tá hann fekk álitið handað frá Jákupi Veyhe, formanni í Klippfiski.


Klippfisk sigur í álitinum, at royndirnar við filmsvinnu í norðurlendskum útjaðaraøkjum vísa á nógv avleitt virksemi, og at ein sjónlig filmsvinna í tílíkum økjum hevur jaliga ávirkan á sjálvskensluna og evnini at draga arbeiðsmegi til sín. Tað gjørdu teir báðir, Jákup Veyhe og Mikkjal Helmsdal, vart við, tá teir vegna Klippfisk løgdu fram eitt stuttorðað álit um filmspolitikk í Føroyum. Høvuðsvisjónin hjá Klippfiski er, at um tíggju ár verða 50 heiltíðarstørv í føroysku filmsvinnuni, og at filmsvinnan fer at megna at gera ein føroyskan spælifilm um árið.


Álitið hjá Klippfiski um film vendir sær bæði til vinnu og mentan. Filmur er helst tann listagrein, sum mest er bundin at einum vinnuligum undirstøðukervi. Samstundis er tað ein sannroynd, at eingin føroyskur politikari nakrantíð hevur tikið mentan í álvara, enn minni listina og allarminst at hugsa listina inn í ein heimligan virkandi vinnuligan karm, ið samstundis fevnur altjóða samfelagið. Fyri stuttum hevur andstøðan til fánýtis skotið upp at gera ein filmsgrunn, so enn er støðan at tað bara er norðurlendski stovnurin, Norðurlandahúsið, sum í eitt stutt tíðarbil hevur sett pening av til filmsgerð og eina árliga filmsvirðisløn, Geytan. Gunnvør Balle, sum legði uppskotið fram og er limur í Mentanarnevnd løgtingsins varð møtt til framløguna.


Umframt Norðurlandahúsið er einasti føroyski filmsstuðul Høvuðsstaðarkommunan, við Heðini Mortensen, borgarstjóra, á odda. Tí er hetta álit størsta avbjóðing, ið leggjast kann fyri føroyskar landspolitikarar í dag. Men kærkomnu og realistisku visjónirnar um ein føroyskan filmsvinnupolitikk tróta ikki og Heðin, sum vísti á tøk høli til Klippfisk dygst við Kvøldskúlan, mælti staðiliga til at landið nú kemur við í hesa lovandi vinnu, sum hevur víst á nógv ung talent.


Sagt verður í álitinum at mentanarpolitikkurin tekur støði í mentanarliga leiklutinum hjá filminum sum miðli og stuðlar filmsgerð, sum eina mentarliga mótvekt í tí einstaka landinum til útlendskar filmar.

Mentanarpolitikkurin stuðlar sostatt einstaklingum og verkætlanum fyri teirra innihald. Hinvgein verður í álitinum sagt, at vinnupolitikkur tekur støði í at nýta filmsvinnuna til at skapa arbeiðspláss, menna førleikar og gera eitt land ella eitt øki lokkandi hjá fólki at búseta seg í og fyritøkum at stovna virksemi í. Vinnupolitikkurin leggur dent á at stuðla upp undir vinnuliga undirstøðukervið hjá eini vinnu og at stuðla virksemi, sum beinleiðis ella óbeinleiðis elvir til annað vinnuligt virksemi.

Í Norðurlondum hevur statsligi filmspolitikkurin yvirhøvur verið ein mentanarpolitisk strategi, meðan tann regionali filmspolitikkurin, ið er vaksin fram seinastu árini í nógv størri mun hevur haft vinnupolitisk mál, verður sagt í filmspolitiska álitinum frá Klippfiski. Úr teimum grannalondum, sum hava haft størstu framgongdina innan filmsvinnuna seinastu 20 árini eru greiðar ábendingar um, hvørji stig skulu til fyri at røkka nakað á leið. Í øllum førum fevna filmspolitisku stigini um bæði mentanarpolitisk og vinnupolitisk átøk. Vinnupolitisku átøkini fevna m.a. um afturberingarskipanir, filmsstuðulsskipanir grundaðar á komersiellar framleiðslur, distributiónsstuðul og skattapolitisk átøk. Vit kunnu samanbera okkum við Ísland, ið hevur eina unga filmsvinnu, men harafturat eru heilt nógv regional dømi úr Norðanlondum - Film i Väst í Svøríki, Midtnorsk filmsenter, filmfond og filmkommision í Noregi, FilmFyn og Den Vestdanske Filmpulje í Danmark. Øll nýggjari átøk, sum leggja dent á filmstuðul í lokaløkinum, sigur Klippfisk og leggur afturat, at:

Teir stuðulspengar, sum lætnir verða til film í Íslandi og í lokaløkjum í Svøríki og Danmark, koma aftur ferfalt. Frágreiðing um Den Vestdanske Filmpulje vísir, at í tíðarskeiðinum frá 2008 til 2012 hava tær 32 milliónirnar, sum lætnar eru í stuðli, skapað 149 arbeiðspláss og ein umsetning á 124 milliónir í fyritøkum í økinum. Við øðrum orðum førir ein króna í filmsstuðli við sær, at aðrar 3,9 krónur verða nýttar lokalt. Tøl frá FilmFyn og úr Íslandi vísa sama mynstur. Her eru týðiligar ábendingar um, at ein greiður filmsvinnupolitikkur og ein munagóð stuðulsskipan skapa effekt og løna seg aftur.

Ísland sum dømi

Í Norðurlendskum høpi hevur Ísland verið undangonguland tá tað kemur til at stimbra filmsvinnuna við vinnupolitiskum tiltøkum. Íslendska filmsvinnan hevur ment seg í stórum seinastu 15 árini. Lutvíst tí, at Ísland mentanarpolitiskt hevur valt at fíggja størri filmsvirksemi og lutvíst tí, at íslendska stjórnin gjøgnum íslendska útflutningsráðið hevur samstarvað við films- og ferðavinnuna um at marknaðarføra Ísland sum upptøkustað/location fyri útlendskar filmar. Hetta hevur havt við sær, at nógvir útlendskir stórfilmar lutvíst eru upptiknir í Íslandi, eins og eitt stórt tal av útlendskum lýsingarfilmum, fyri eitt nú bilfyritøkur, eru upptiknir har.

Filmspolitisk tiltøk í Íslandi

Filmspolitisku tiltøkini í Íslandi eru lutvíst mentanarpolitisk, t.v.s. beinleiðis stuðul til framleiðslu av íslendskum filmum og íslendskum sjónvarpsrøðum. Seinastu 20 árini eru framleiddir 6 spælifilmar í miðal um ári í Íslandi. Harumframt eru fleiri sjónvarpsrøðir gjørdar. Og lutvíst eru tiltøkini vinnupolitisk. Aðrir tættir av kreativu vinnunum eru eisini í framgongd. Kreativu vinnurnar verða í dag mettar at vera eini 3 til 4% av íslendska búskapinum. Ágúst Einarsson, professari í búskapi á Bifröst University, segði í mai 2013 við Bloomberg (endurgivið í Financial Times 17. mai 2013), at hann væntar at hesin parturin fer at vaksa munandi; so nógv, at hann ikki vildi undrast, um hesar vinnur um 15-20 ár verða størsti staki parturin av íslendsku bruttotjóðarúrtøkuni. Her eru vinnupolitisku ætlanirnar og átøkini fyri film ein týðandi táttur.

Týdningarmesta vinnupolitiska tiltakið til tess at fáa útlendskar filmsframleiðslur til Íslands er skipanin, ið gevur útlendskum filmsframlslufeløgum eina afturbering - reimbursments - frá íslendska ríkiskassanum upp á 20% av samlaðu útreiðslunum, sum tey brúka upp á filmsframleiðslu í Íslandi. Hendan skipanin fatar um spælifilmar og sjónvarpsrøðir, umframt dokumentarfilmar. Skipanin fevnir ikki lýsingarfilmar og tónleikavideofilmar.
Hitt týðandi vinnupolitiska stigið er ein serlig skrivstova undir íslendska útflutningsráðnum, sum nevnist “Film in Iceland”, og sum marknaðarførir Ísland á altjóða marknaðinum sum eitt fjølbroytt og eksotiskt location-land. Hendan marknaðarføringin upplýsir um fíggjarligu stuðulsmøguleikarnar fyri framleiðslu av spælifilmum í Íslandi og møguleikarnar fyri locations-/upptøkustøðum, sum eisini lokka nógvar framleiðarar av lýsingarfilmum til Íslands.

Almenna kringvarpið og tann størsta handilsliga sjónvarpsrásin framleiða sjónvarpsfiktión og útvarps leikir og eru harvið ein menningarstaður fyri handritahøvundar, leikstjórar og sjónleikarar, umframt at skapa arbeiðspláss innan filmsvinnuna.

Gjøgnum almenna filmsstuðulin og gjøgnum tað virksemið, sum almenna kringvarpið og størstu handilsligu sjónvarpsstøðirnar skapa, er grundarlag hjá einum hampuliga stórum tali av yrkislærdum fólki innan filmsvinnuna at búgva og liva av yrki sínum í Íslandi. Hetta er eisini ein fyritreyt fyri, at íslendska vinnan kann veita útlendskum filmsframleiðarum eina tænastu, ið er kappingarfør við onnur filmslond. Tann størsti fyrimunurin, ið Ísland hevur sum filmsland, er náttúran og landslagið. Ísland hevur ótrúliga fjølbroytt og serstøk landsløg.

Vinnuligi týdningur hjá eini filmsvinnu

Mentanarligi tørvurin á at skapa eitt føroyskt filmsmál, og at skapa filmssøgur við føroyskum innihaldi, kann samanberast við tørvin fyri 120 árum síðani, at skapa eitt føroyskt skriftmál og bókmentir við føroyskum innihaldi. Mentanarliga sæð er vegamótið, ið vit standa við nú, helst líka avgerandi, sum tá farið varð undir at skapa fyrstu føroysku bókmentirnar.

Filmsvinnan er tøkniliga før fyri at veita tænastur til hvønn krók av heiminum. Ein føroysk filmsvinna, sum hevur førleikarnar til at gera seg galdandi, kann tí bæði tæna einum heimamarknaði og veita tænastur til marknaðir uttan fyri Føroyar.

Royndirnar frá menning av filmsvinnu í norðurlendskum útjaðaraøkjum vísa, at nógv avleitt virksemi er av filmsframleiðsluni (tænastur, bygging, flutningur, gisting, ferðavinna, o.a.) umframt, at ein sjónlig filmsvinna tykist at hava sera jaliga ávirkan á sjálvskensluna í einum lokalum øki og á evnini hjá sama øki at draga væl útbúna arbeiðsmegi og harvið arbeiðspláss til sín.

Ein filmsvinna eigur eisini at vera við til at marknaðarføra Føroyar uttanlands, bæði sum ferðavinnuland og sum location-staður hjá útlendskum filmsframleiðarum.

Ein føroysk filmsvinna má hava minst trý bein at standa á:

1. Framleiðslu av føroyskum fiktiónsfilmum, har meginparturin av fíggingini kemur frá mentanarpolitiskum stuðulsskipanum, sum skulu fremja fram- leiðslu av føroyskum filmum.

2. Samframleiðslur við útlendskar filmsframleiðarar.

3. Sølu av tænastum til føroyska heimamarknaðin (lýsingar, sjónvarpsfram- leiðslur, kunningarfilmar, tón leikavideo o.a.), sølu av tænastum til fyritøkur uttanlands og sølu av tænastum til útlendskar framleiðarar, sum velja at leggja virksemi í Føroyum.

Filmsvinna - árin á samleika og atdráttarmegi mótvegis vinnulívi og arbeiðsmegi

Bókin Living on Thin Air: The New Economy (1999) hjá C. Leadbeater lýsir tað vektloysið í modernaða búskapinum, sum kemst av, at fleiri og fleiri fáa sítt livibreyð frá “tí tey hava í høvdinum”- kreativiteti, talenti og hugskotum, og ikki frá ítøkiliga framleiddum vørum. Hendan gongdin førir mentan og búskap tættari saman, sambært Leadbeater. Hetta er ein gongd, sum Føroyar eisini mugu taka til sín og handla eftir.
Í teimum norðurlendsku regiónunum, sum eru nevndar frammanfyri, verður stuðul latin til filmsvinnu út frá eini meting av og trúgv upp á, at filmsvinnan setir regiónirnar á landakortið. Hon ger regiónirnar sjónligar, lokkandi at búseta seg í og styrkir samstundis staðbundna samleikan hjá teimum, ið eru har frammanundan. Og sterkari samleiki, verður mett, kann óbeinleiðis hava vinnuligan ágóða við sær við tað at sterkari samleiki gevur størri áræði at stovna nýtt virksemi ella útbyggja tað, ið ein hevur frammanundan.

Yvirskipaðar grundgevingar fyri einum filmsvinnupolitikki í Føroyum

Politisku grundgevingarnar í sambandi við tann virkna regionala filmsvinnupolitikkin, ið hevur givið so ítøkilig úrslit í Norðanlondum er ein mentanarpolitisk og vinnupolitisk heildarhugsan, sum tekur støði í einari øktari sannkenning í Evropa av, at mentanin spælir ein stóran og avgerandi leiklut í vinnuligari menning í regionalum høpi, sum víst í niðanfyri standandi modelli.

Trýkantur fyri mentanar og filmsvinnu strategi. Kelda Svensson & Adolfsson (1995)

Ein føroysk filmsvinna vil - fyri uttan tað mentanarliga virði og tann styrkta samleikan, sum filmarnir í sær sjálvum skapa - skapa virðir út í øll trý hornini í trýhyrninginum. Vinnan skapar arbeiðspláss, hon skapar áhuga fyri Føroyum sum land og ger tað lokkandi hjá einstaklingum og fyritøkum at seta seg niður her, og hon skapar netverk og førleikar, sum styrkja tann sosiala kapitalin. Hetta eru týdningarmikil kappingarparametur í eini tíð, tá Føroyar sum samfelag kappast við umheimin um arbeiðsmegi, eisini um ta væl útbúnu føroysku arbeiðsmegina, ið býr og virkar í londunum uttan um okkum. Tann menningin, ið er farin fram í Íslandi og fleiri norðurlendskum regiónum, vísir, at landafrøðilig stødd er eingin forðing fyri at seta sær mál fyri menning av filmsvinnu og at gjøgnumføra tey. Tað er eingin ivi um, at menningin av eini føroyskari filmsvinnu hevur stóran mentanarligan týdning við tað, at filmurin sum søgufrásigandi miðil styrkir mentanarliga samleikan bæði úteftir og inneftir. Vit ávirkast av og taka til okkum filmssøgur, sum siga frá og tulka okkara egna veruleika, og vit kenna stóran stoltleika av okkum sjálvum tá filmar, sum eru framleiddir av føroyingum, bera føroyskar søgur út til stórar hyggjaraskarar uttan fyri Føroyar. Sum tøknin er háttað og soleiðis, sum samskiftið fer fram og mennist, so fer tað at bera til hjá eini føroyskari filmsvinnu at bjóða tænastur sínar fram til útlendskar framleiðarar. Fyritreytin er, at førleikarnir og framleiðslukervið eru til staðar.

Fyri at skapa hesar fyritreytirnar er neyðugt at:

1. menna talentini og útbúgva tey

2. menna heimliga marknaðin, so grundarlag verður fyri fleiri framleiðslufeløgum

3. skapa karmar, so hesi feløg kunnu bjóða seg fram á marknaðum uttan fyri Føroyar, og so at tað er áhugavert hjá útlendskum framleiðslufeløgum at keypa tænastur í Føroyum.

Málið um 10 ár er at:

Í 2023 er filmsvinnan er ein dynamisk og livandi vinna í Føroyum við minst 50 heiltíðarstørvum.

Vinnan stendur á trimum beinum:

1. peningur, sum gjøgnum mentanarpolitikkin, er settur av til at framleiða føroyskar filmar

2. samframleiðslur við útlendskar framleiðarar

3. tænastur, ið føroyska filmsvinnan selur á altjóða filmsmarknaðinum og til útlendskar filmsframleiðarar, ið velja at leggja ein part av virksemi sínum í Føroyum.

Menningin í vinnuni verður tryggjað við einum vinnupolitikki, sum ger tað lokkandi hjá útlendskum filmsframleiðarum at nýta Føroyar sum upptøkuland og hjá fyritøkum yvirhøvur at seta pening í filmsvinnuna. Í miðal verður ein føroyskur spælifilmur í fullari longd framleiddur um árið, eins og tað verða framleiddir fleiri stuttfilmar, novellufilmar og sjónvarpsfilmar og -røðir á hvørjum ári. Útlendskir lýsingarfilmar og partar av útlendskum spælifilmum og sjónvarpsrøðum verða regluliga framleidd her. Føroyskir heimildarfilmar eru á altjóða filmsfestivalum á hvørjum ári.

Hetta eru ambitiøs mál at seta sær, men í grundini er hetta bara ein avmynding av íslendsku filmsvinnuni í dag, førd yvir á føroyskan mátistokk. So tað er ikki ógjørligt í einum lítlum samfelag at skapa eina virkna og kappingarføra filmsvinnu, um viljin er til staðar hjá øllum pørtum.

Mælt verður til at:

Skattalætti ella stuðul verður latin útlendskum filmsfeløgum, ið framleiða filmar ella partar av filmum í Føroyum. Hetta kann t.d. gerast eftir íslendskari fyrimynd, har útlendsk framleiðslufeløg fáa upp í 20% av tí peningi, ið tey brúka til vørur og tænastur, endurgoldin frá landinum.

At skipa ein føroyskan filmsgrunn at veita nøktandi fígging til framleiðslu av føroyskum filmum. Allir filmsframleiðarar eiga at kunna søkja studning til verkætlanir úr grunninum. Grunnurin eigur at hava bæði dygdarkrøv og krøv um eginfígging. Helvtin av stuðlinum skal verða givin eftir eitt til eitt prinsippunum, sum er at fyri at fáa eina krónu í stuðli, mást tú koma við einari sjálvur.

Grunnurin eigur frá byrjan at fáa eina játtan upp 1,5 millión krónur um árið, og vaksa við hálvari millión um árið, soleiðis at grunnurin um 7 ár hevur 5 milliónir.

At stuðlað verður upp undir at fáa eitt afturvendandi norðurlendskt ella altjóða filmstiltak í Føroyum, t.d. eitt skeið og/ella ein festival av høgari góðsku, sum setir Føroyar á kortið hjá filmsvinnuni í londunum uttan um okkum, og sum gevur føroyingum høvi at skapa sær persónlig netverk við virkin fólk í filmsvinnuni uttan fyri Føroyar.

(Klippfisk: Filmsvinnupolitikkur 2013)