19.9.13

Fimm bókmentavirðislønir


Í dag vóru Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanar-heiðurslønir Tórshavnar býráðs handaðar á almennari samkomu, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Müllers Pakkhúsi í Havn. Tiltakið, sum er okkara einasta bókmentavirðisløn, varð sent beinleiðis í Útvarpinum.


Í ár vórðu fimm virðislønir latnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagurbókmentir verður í ár latin Katrini Ottarsdóttir (f.1957) fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki? (Mentanargrunnur Studentafelagsins 2012). Dómsnevndini sigur í grundgeving sínari, at talan er um eitt djarvt og bersøgið yrkingarsavn úr føroyskum jørðildi, sum viðger tabuløgd evni, ið seta síni álvarsligu spor hjá tí viðbrekna barninum: “Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terrorjavnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa. Koparrør og lýtaleysur rabarbugreytur gerast ágangandi yvirgangsamboð í eyðskildum prosayrkingum, ið lýsa eitt hjúnalag, sum úteftir fylgir teimum spælireglum, samfelagið setur, men sum innanveggja er eitt satt ræðslukabinett.”


Hetta er fyrsta yrkingasavn, sum Føroya fyrsti filmsleikstjóri letur úr hondum. Í 1982 varð hon útbúgvin á Danska Filmskúlanum og kundi í apríl 1989 sýna fyrsta føroyska spælifilmin, Atlantic Rhapsody, fyri einum altjóða skara á filmstevnu í Norðurlandahúsinum, har Derek Malcolm, filmsummælari á The Guardian, samanbar Katrina í Havn við Woody Allen á Manhattan. Fyrstu yrkingarnar hjá Katrini vóru alment at síggja í bókmentanarliga tíðarritinum Vencil í 2011. Eg avmyndaði Katrina, ovast og niðanfyri, við nýkomna yrkingasavninum í vakra havanum, við húsunum hjá abban í baksýni, undir Varða síðst í november í fjør. Tá skrivaði eg, at yrkingarnar hjá Katrini eru alt annað enn jólalesnaður. Hetta eru skakandi reglur úr egnum húsi, har mamman er illi andin, sum vit fingu greiðar ábendingar um í samansettu svørt hvítu stuttfilmunum Lejlighedsminder. Á fyrstu síðu lesa vit um vakra Havan, har alt veksur og maðurin krógvar seg, tí inni í húsinum er útideyðaveður. Men hóttandi endareglan staðfestir turt konstaterandi, at skjótt noyðist hann at fara inn. Hetta er beiskur lesnaður, sum eg fari at goyma, síðu fyri síðu. Men longu nú er greitt, at vórðu fólk firtin um, at Marianna Debes Dahl segði almenninginum frá um privat viðurskifti í endurminningunum Úti á leysum oyggjum (1997), so setir henda bók nýggjan standard, tí hon er so opinskárað, sum eg ikki havi sæð í føroyskari bók áður. Sjálvmorðið luktar/sum bara ein mamma kann lukta verður sagt einastaðni, og heimið er ein heimur av pínu og helviti, og barnið veit, at tað fer ongantíð at blíva betri. Hetta er sterkur kostur, skrivaður og borðreiddur mitt millum okkara.


Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir varð latin Pól Jespersen (f.1948), høvunda og ritstjóra í Námi, fyri bókina Rúmdin - almenn stjørnufrøði (Nám 2012).  Í grundgeving sínari sigur dómsnevndin, at tekstur, myndir og ikki minst høvundans egnu tekningar gera eina sterka eind, sum gevur leikfólki møguleika at kunna seg um hesi torgreiddu evni. “Í bókini verður livandi greitt frá longu stjørnufrøðisøguni. Við støði í lívssøguni hjá kendastu stjørnufrøðingunum fáa vit innlit í alt himmalhválvið og stødd- og alisfrøðina, sum stjørnufrøðin byggir á. Eingin lesari kann ivast í, at bókin byggir á drúgvar lærararoyndir og á lívlangan alsk til evnið.”


- Á 342 blaðsíðum verður livandi sagt frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar. Soleiðis verður sagt í bókaskránni hjá Námi, sum í fjør gav út bókina Rúmdin, sum nú fær virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Myndirnar niðanfyri tók eg í Riti og Ráki, tá bókin varð løgd fram 30. november í fjør.



Framløgudagin nýttu bæði lærarar og næmingar høvið at keypa bókina um rúmdina við einum signaturi frá Póli í Riti og Ráki.


 - Við tryggum penni, og fotomyndum og tekningum í hópatali, leiðir høvundurin okkum eftir nógvum rókum í stjørnufrøðini seinastu 25 øldirnar. Umframt at greiða frá teimum vanligu stjørnufrøðifyribrigdunum viðger bókin eisini orsakir til ístíðir á jørðini og lívsvánir í rúmdini. Aftast í bókini er vegleiðing til teirra, sum hava hug at læra seg nakrar kendar stjørnumyndir og at finna veg á himmalhválvinum. Eisini er listi við frágreiðing um serstøk frøðiorð. Vit fáa innlit í, at frøðin um himmalrúmdina eisini fevnir um jarðbundin viðurskifti sum svik, treiskni, agg og persónliga forfylging. Við teimum nógvu persónsupplýsingunum fáa vit sett andlit á tey, sum gingu undan og eiga leiklut í søguni um rúmdina. Bókin er skipað við frágreiðandi høvuðsteksti, sum verður stuðlaður av upplýsingum, sum eru settar inn sum brot, ið eisini kunnu verða lisin fyri seg. Til dømis verður eitt stjørnufrøðiligt fyribrigdi í føroyskari søgn tikið fram. Hesin parturin fevnir eisini um kalendarar, yvirlit yvir gongustjørnur, skorsteinar í djúphavinum og mangt annað forvitnisligt. Rúmdin er bók, sum fevnir breitt og er í fleiri løgum. Lesarin kann gleða seg at verða førdur inn í ein spennandi heim við einum framúr frásøgumanni sum ferðaleiðara, sigur bókaskráin hjá Námi um virðisløntu bókina Rúmdin. Myndirnar av Póli við stjørnukikaranum tók eg í urtagarðinum í Smærugøtu.



- Umframt okkara bundnu uppgávu sum tænastuveitari til skúlan, eru vit fegin um at kunna staðfesta, at okkara mentanarliga arbeiði í Námi ger mun í almenna rúminum eisini, sigur Magnus Tausen, nú Pól Jespersen, sum sjálvur er ritstjóri í Námi, fekk virðisløn M.A.Jacobsens fyri bókina Rúmdin - almenn stjørnufrøði. - Sølustjórin í altjóða bókaforlagnum Harper Collins, sum í hesum døgum gevur út nógvar bøkur um rúmdina, hevur biðið um at fáa bókina á bókamessuni, sum verður í Frankfurt í næsta mánað. Í allari eyðmýkt gleða vit okkum um enn einaferð at sleppa at gera mun á bókamarknaðinum, eisini uttanlands, sigur Magnus Tausen, til vinstru niðanfyri. Niels Petersen, til høgru, er leiðandi ritstjóri í bókatoyminum í Námi..


Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik varð latin Turið Sigurðardóttir (f.1946) fyri týðingar til føroyskt. Dómsnevndin sigur í grundgevingini, at Turið er ein eldsál, sum kveikir, stílar fyri og samstarvar, og sum hevur eitt vakið eyga fyri øllum mentanarlívi hjá børnum og vaksnum: “Hon týðir og tað úr upprunamálum. Eitt nú skaldsøguna Salka Valka eftir Halldór Laxness, fimm bøkur um Pippi Langsokk eftir Astrid Lindgren umframt úr enskum og týskum. Turið er ein av virknastu bókmentafrøðingum okkara við týðandi ritgerðum um skaldsøgurnar eftir Martin Joensen, um tjóðskaparyrkingina, og hon skrivar bókmentasøgu. Turið hevur skrivað lærubøkur, greitt ritverk til prentingar og sett altjóða málskeið í verk.”



Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Maria H. Olsen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen, sum eru vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu, ið umboðar Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir, sum umboðar Fróðskaparsetrið. Frá byrjan í 1958 vórðu ein ella tvær virðislønir latnar í navni M.A. Jacobsens. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk tá eisini heimild ikki at lata onkra av virðislønunum. Tvær Barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar. Tær fóru til Rakel Helmsdal (f.1966) og Hilmar Joensen (f.1947). Dómsnevndin sigur í grundgeving sínari, at Hilmar Joensen sum fáur hevur evni at skapa lív rundan um seg, og at hann telist millum persónsmenskur, sum sjálvbodnar eru drívmegin handan týðandi barnamentanarlig átøk: “Sum stigtakari til Hvør er kongur í Kongagøtu hevur Hilmar enn einaferð borið sang og leik inn um skúlagátt,til gleði fyri bæði næmingar og lærarar. Brotmyndaleikurin hevur endurlívgað okkara sang- og tónlistaskatt, umframt at mentanarlig og skapandi fræ eru sáað innan skúlagátt, har tey nú spíra og vaksa til.” Hin barnamentanar-heiðursløn Tórshavnar býráðs 2013 verður latin Rakel Helmsdal. Í grundgevingini sigur nevndin millum annað, at Rakel Helmsdal dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og at hon er ein sera virkin og nýskapandi listakvinna, ið áhaldandi hevur ríkað barnamentan okkara: “Rakel dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og hetta ber tónleikaævintýrið Veiða vind, ið hon skrivaði fantasifullu og fabulerandi søguna til, boð um. Verkið kom út í bók við stásiligum og litføgrum myndum hjá Janusi á Húsagarði og tónleiki hjá Kára Bæk. Verkið er eisini útsett fyri symfoniorkestur og, eins og Skrímslini, framført sum marionett-teatur. Myndabøkurnar um Skrímslini spretta úr fruktagóðum norðurlendskum samarbeiði, ið hevur vunnið viðurkenning uttanlands. Søgurnar møta børnunum í eygnahædd og viðgera viðkomandi tilveruspurningar. Søgurnar sampakka serliga væl við stóru, dramatisku myndirnar og serstøku grafisku uppsetingina.”


Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs hevur verið latin síðani 1977. Reglugerðin heimilar nevndini at lata eina, tvær ella onga virðisløn. Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, Malan Hilmarsdóttir, Bjørg Dam, Sólrún Michelsen og Hansina Huusgaard.

Til lukku við virðislønunum, øll somul!

Higartil eru hesar virðislønir latnar í navni M.A.Jacobsens:

2013 Katrin Ottarsdóttir
2013 Pól Jespersen
2013 Turið Sigurðardóttir

2012  Jóanes Nielsen
2012  Eivind Weyhe
2012  Jens-Kjeld Jensen

2011  Nicolina Jensen Beder
2011  Jógvan Isaksen
2011  Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

2010  Tóroddur Poulsen
2010  Rógvi Mouritsen
2010  Bjørki Geyti

2009  Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
2009  Oddfríður Marni Rasmussen
2009  Vida Akselsdóttir Højgaard
2009  Birgar Johannessen

2008  Anna Kirstin Thomsen
2008  Hanus Kjølbro
2008  Sólrún Michelsen

2007  Laura Joensen
2007  Martin Joensen
2007  Petur Jacob Sigvardsen

2006  Ebba Hentze
2006  Carl Jóhan Jensen
2006  Guðrun Gaard

2005  Turið Kjølbro
2005  Jón Tyril

2004  Mortan Winther Poulsen
2004  Sigri M. Gaïni
2004  Gianfranco Contri

2003  Marianne Clausen
2003  Vilhelm Magnussen

2002  Oddvør Johansen
2002  Andras Mortensen
2002  Kristian Blak

2001  Annfinnur í Skála
2001  Bogi Hansen
2001  Zacharias Hammer

2000  Oddfríður Marni Rasmussen
2000  Zakarias Wang
2000  Rigmor Restorff

1999  Dorete Bloch
1999  Martin Tórgarð
1999  Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

1998  J.P. Gregoriussen
1998  Frits Johannesen
1998  Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

1997  Doris Hansen
1997  Petur Jensen
1997  Ólavur Hátún

1996  Árni Dahl
1996  Elin Súsanna Jacobsen
1996  Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

1995  Kári P. (Petersen)
1995  Martin Næs

1994  Jógvan Isaksen
1994  Ongin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

1993  Jens Pauli Heinesen
1993  Malan Marnersdóttir
1993  Oskar Hermannsson

1992  Tóroddur Poulsen

1991  Bárður Jákupsson
1991  Jóhan Hendrik Winther Poulsen

1990  D. P. Danielsen
1990  Svenning Tausen

1989  Axel Tórgarð
1989  Carl Johan Jensen

1988  Rói Patursson
1988  Sigurd Berghamar
1988  Karsten Hoydal

1987  Astrid Joensen
1987  Eyðun Andreassen
1987  Sigurð Joensen

1986  Hanus Andreassen
1986  Hans Jacob Debes

1985  Heðin M. Klein
1985  Niels Juel Arge
1985  Kristian O. Viderø

1984  Jóanes Nielsen
1984  Jóhannes av Skarði

1983  Oddvør Johansen
1983  Jørgen M. Olsen
1983  Petur Háberg

1982  Gunnar Hoydal
1982  Jóannes Rasmussen

1981  Steinbjørn B. Jacobsen
1981  Erlendur Patursson

1980  Chr. Matras
1980  Hanus Andreassen

1979  Regin Dahl
1979  Bjarni Niclasen

1978  Hans Thomsen
1978  Maria Eide Petersen

1977  Alexandur Kristiansen
1977  Jeffrei Henriksen

1976  Richard Long
1976  Óluva Skaale og Marius Johannesen

1975  Sámal Johansen
1975  William Heinesen

1974  Guðrið Helmsdal
1974  Jákup í Jákupsstovu

1973  J. P. Heinesen
1973  Katrina Østerø
1973  Pól Petersen
1973  Einar Joensen
1973  Regin Dahl

1972  Eingin
1971  Eingin
1970  Eingin

1969  J. P. Heinesen
1969  Rói Patursson
1969  Hans J. Glerfoss
1969  H. D. Joensen
1969  Rólant Lenvig

1968  Robert Joensen
1968  Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir.

1967  Johanna Maria Skylv-Hansen
1967  Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir.

1966  Hans Dalsgaard
1966  J. Símun Hansen

1965  Chr. Matras
1965  Páll J. Nolsøe

1964  Heðin Brú

1963  Poul F. Joensen

1962  Martin Joensen

1961  Karsten Hoydal

1960  Valdemar Poulsen

1959  Jens Pauli Heinesen
1959  R. K. Rasmussen

1958  T.N. Djurhuus
1958  Jóan Chr. Poulsen

Higartil hava hesar Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs verið latnar:

2013 Rakel Helmsdal og Hilmar Joensen

2012 Hjørdis Johansen

2011 Føroya Symfoniorkestur

2010 Janus á Húsagarði

2010 Jensina Olsen

2009 Dánjal á Neystabø

2009 Búi Dam

2008 Marjun Syderbø Kjelnæs

2008 Hanni Bjartalíð

2007 Bárður Oskarsson

2006 Steintór Rasmussen

2005 Theodor Hansen

2005 Grafik Studio við Inga Joensen

2004 Eingin

2003 Alexandur Kristiansen

2002 Sólrún Michelsen

2001 Maud Heinesen

2000 Effie Campbell

1999 Eli Smith

1998 Lydia Didriksen

1998 Knút Olsen

1997 Gríma

1996 Rakel Helmsdal

1996 Amy Tausen

1995 Edward Fuglø

1994 Ella Smith Clementsen

1994 Niels Jákup Thomsen

1993 Jóhannus á Rógvu Joensen

1993 Dansifelagið í Havn v/ Sonju Danielsen og Tórhild Justinussen

1992 Eingin

1991 Bjørg Matras Jensen

1991 Heini Hestoy

1990 Olivur við Neyst

1990 Elin Mortensen

1989 Óli Petersen

1989 Jákup Berg

1988 Oddvør Johansen

1987 Pauli Nielsen

1986 Dropin

1986 Nýlendi

1985 Marius Johannesen

1985 Steinbjørn B. Jacobsen

1984 Ebba Hentze

1984 Elin Súsanna Jacobsen

1984 William Heinesen

1983 Guðrun Gaard

1983 Alexandur Kristiansen

1982 Petur Andreassen

1982 Christian Høj

1981 Martin Næs og Martin Joensen

1980 Elinborg Lützen

1980 Heðin Brú

1979 Óli Dahl

1979 Andreas Andreasen

1978 Marianna Debes Dahl

1977 Sigurd Joensen

1976 Steinbjørn B. Jacobsen

1976 Bárður Jákupsson