Í dag vóru Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanar-heiðurslønir Tórshavnar býráðs handaðar á almennari samkomu, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Müllers Pakkhúsi í Havn. Tiltakið, sum er okkara einasta bókmentavirðisløn, varð sent beinleiðis í Útvarpinum.
Í ár vórðu fimm virðislønir latnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagurbókmentir verður í ár latin Katrini Ottarsdóttir (f.1957) fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki? (Mentanargrunnur Studentafelagsins 2012). Dómsnevndini sigur í grundgeving sínari, at talan er um eitt djarvt og bersøgið yrkingarsavn úr føroyskum jørðildi, sum viðger tabuløgd evni, ið seta síni álvarsligu spor hjá tí viðbrekna barninum: “Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terrorjavnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa. Koparrør og lýtaleysur rabarbugreytur gerast ágangandi yvirgangsamboð í eyðskildum prosayrkingum, ið lýsa eitt hjúnalag, sum úteftir fylgir teimum spælireglum, samfelagið setur, men sum innanveggja er eitt satt ræðslukabinett.”
Hetta er fyrsta yrkingasavn, sum Føroya fyrsti filmsleikstjóri letur úr hondum. Í 1982 varð hon útbúgvin á Danska Filmskúlanum og kundi í apríl 1989 sýna fyrsta føroyska spælifilmin, Atlantic Rhapsody, fyri einum altjóða skara á filmstevnu í Norðurlandahúsinum, har Derek Malcolm, filmsummælari á The Guardian, samanbar Katrina í Havn við Woody Allen á Manhattan. Fyrstu yrkingarnar hjá Katrini vóru alment at síggja í bókmentanarliga tíðarritinum Vencil í 2011. Eg avmyndaði Katrina, ovast og niðanfyri, við nýkomna yrkingasavninum í vakra havanum, við húsunum hjá abban í baksýni, undir Varða síðst í november í fjør. Tá skrivaði eg, at yrkingarnar hjá Katrini eru alt annað enn jólalesnaður. Hetta eru skakandi reglur úr egnum húsi, har mamman er illi andin, sum vit fingu greiðar ábendingar um í samansettu svørt hvítu stuttfilmunum Lejlighedsminder. Á fyrstu síðu lesa vit um vakra Havan, har alt veksur og maðurin krógvar seg, tí inni í húsinum er útideyðaveður. Men hóttandi endareglan staðfestir turt konstaterandi, at skjótt noyðist hann at fara inn. Hetta er beiskur lesnaður, sum eg fari at goyma, síðu fyri síðu. Men longu nú er greitt, at vórðu fólk firtin um, at Marianna Debes Dahl segði almenninginum frá um privat viðurskifti í endurminningunum Úti á leysum oyggjum (1997), so setir henda bók nýggjan standard, tí hon er so opinskárað, sum eg ikki havi sæð í føroyskari bók áður. Sjálvmorðið luktar/sum bara ein mamma kann lukta verður sagt einastaðni, og heimið er ein heimur av pínu og helviti, og barnið veit, at tað fer ongantíð at blíva betri. Hetta er sterkur kostur, skrivaður og borðreiddur mitt millum okkara.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir varð latin Pól Jespersen (f.1948), høvunda og ritstjóra í Námi, fyri bókina Rúmdin - almenn stjørnufrøði (Nám 2012). Í grundgeving sínari sigur dómsnevndin, at tekstur, myndir og ikki minst høvundans egnu tekningar gera eina sterka eind, sum gevur leikfólki møguleika at kunna seg um hesi torgreiddu evni. “Í bókini verður livandi greitt frá longu stjørnufrøðisøguni. Við støði í lívssøguni hjá kendastu stjørnufrøðingunum fáa vit innlit í alt himmalhválvið og stødd- og alisfrøðina, sum stjørnufrøðin byggir á. Eingin lesari kann ivast í, at bókin byggir á drúgvar lærararoyndir og á lívlangan alsk til evnið.”
- Á 342 blaðsíðum verður livandi sagt frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar. Soleiðis verður sagt í bókaskránni hjá Námi, sum í fjør gav út bókina Rúmdin, sum nú fær virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Myndirnar niðanfyri tók eg í Riti og Ráki, tá bókin varð løgd fram 30. november í fjør.
Framløgudagin nýttu bæði lærarar og næmingar høvið at keypa bókina um rúmdina við einum signaturi frá Póli í Riti og Ráki.
- Við tryggum penni, og fotomyndum og tekningum í hópatali, leiðir høvundurin okkum eftir nógvum rókum í stjørnufrøðini seinastu 25 øldirnar. Umframt at greiða frá teimum vanligu stjørnufrøðifyribrigdunum viðger bókin eisini orsakir til ístíðir á jørðini og lívsvánir í rúmdini. Aftast í bókini er vegleiðing til teirra, sum hava hug at læra seg nakrar kendar stjørnumyndir og at finna veg á himmalhválvinum. Eisini er listi við frágreiðing um serstøk frøðiorð. Vit fáa innlit í, at frøðin um himmalrúmdina eisini fevnir um jarðbundin viðurskifti sum svik, treiskni, agg og persónliga forfylging. Við teimum nógvu persónsupplýsingunum fáa vit sett andlit á tey, sum gingu undan og eiga leiklut í søguni um rúmdina. Bókin er skipað við frágreiðandi høvuðsteksti, sum verður stuðlaður av upplýsingum, sum eru settar inn sum brot, ið eisini kunnu verða lisin fyri seg. Til dømis verður eitt stjørnufrøðiligt fyribrigdi í føroyskari søgn tikið fram. Hesin parturin fevnir eisini um kalendarar, yvirlit yvir gongustjørnur, skorsteinar í djúphavinum og mangt annað forvitnisligt. Rúmdin er bók, sum fevnir breitt og er í fleiri løgum. Lesarin kann gleða seg at verða førdur inn í ein spennandi heim við einum framúr frásøgumanni sum ferðaleiðara, sigur bókaskráin hjá Námi um virðisløntu bókina Rúmdin. Myndirnar av Póli við stjørnukikaranum tók eg í urtagarðinum í Smærugøtu.
- Umframt okkara bundnu uppgávu sum tænastuveitari til skúlan, eru vit fegin um at kunna staðfesta, at okkara mentanarliga arbeiði í Námi ger mun í almenna rúminum eisini, sigur Magnus Tausen, nú Pól Jespersen, sum sjálvur er ritstjóri í Námi, fekk virðisløn M.A.Jacobsens fyri bókina Rúmdin - almenn stjørnufrøði. - Sølustjórin í altjóða bókaforlagnum Harper Collins, sum í hesum døgum gevur út nógvar bøkur um rúmdina, hevur biðið um at fáa bókina á bókamessuni, sum verður í Frankfurt í næsta mánað. Í allari eyðmýkt gleða vit okkum um enn einaferð at sleppa at gera mun á bókamarknaðinum, eisini uttanlands, sigur Magnus Tausen, til vinstru niðanfyri. Niels Petersen, til høgru, er leiðandi ritstjóri í bókatoyminum í Námi..
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik varð latin Turið Sigurðardóttir (f.1946) fyri týðingar til føroyskt. Dómsnevndin sigur í grundgevingini, at Turið er ein eldsál, sum kveikir, stílar fyri og samstarvar, og sum hevur eitt vakið eyga fyri øllum mentanarlívi hjá børnum og vaksnum: “Hon týðir og tað úr upprunamálum. Eitt nú skaldsøguna Salka Valka eftir Halldór Laxness, fimm bøkur um Pippi Langsokk eftir Astrid Lindgren umframt úr enskum og týskum. Turið er ein av virknastu bókmentafrøðingum okkara við týðandi ritgerðum um skaldsøgurnar eftir Martin Joensen, um tjóðskaparyrkingina, og hon skrivar bókmentasøgu. Turið hevur skrivað lærubøkur, greitt ritverk til prentingar og sett altjóða málskeið í verk.”
Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Maria H. Olsen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen, sum eru vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu, ið umboðar Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir, sum umboðar Fróðskaparsetrið. Frá byrjan í 1958 vórðu ein ella tvær virðislønir latnar í navni M.A. Jacobsens. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk tá eisini heimild ikki at lata onkra av virðislønunum. Tvær Barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar. Tær fóru til Rakel Helmsdal (f.1966) og Hilmar Joensen (f.1947). Dómsnevndin sigur í grundgeving sínari, at Hilmar Joensen sum fáur hevur evni at skapa lív rundan um seg, og at hann telist millum persónsmenskur, sum sjálvbodnar eru drívmegin handan týðandi barnamentanarlig átøk: “Sum stigtakari til Hvør er kongur í Kongagøtu hevur Hilmar enn einaferð borið sang og leik inn um skúlagátt,til gleði fyri bæði næmingar og lærarar. Brotmyndaleikurin hevur endurlívgað okkara sang- og tónlistaskatt, umframt at mentanarlig og skapandi fræ eru sáað innan skúlagátt, har tey nú spíra og vaksa til.” Hin barnamentanar-heiðursløn Tórshavnar býráðs 2013 verður latin Rakel Helmsdal. Í grundgevingini sigur nevndin millum annað, at Rakel Helmsdal dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og at hon er ein sera virkin og nýskapandi listakvinna, ið áhaldandi hevur ríkað barnamentan okkara: “Rakel dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og hetta ber tónleikaævintýrið Veiða vind, ið hon skrivaði fantasifullu og fabulerandi søguna til, boð um. Verkið kom út í bók við stásiligum og litføgrum myndum hjá Janusi á Húsagarði og tónleiki hjá Kára Bæk. Verkið er eisini útsett fyri symfoniorkestur og, eins og Skrímslini, framført sum marionett-teatur. Myndabøkurnar um Skrímslini spretta úr fruktagóðum norðurlendskum samarbeiði, ið hevur vunnið viðurkenning uttanlands. Søgurnar møta børnunum í eygnahædd og viðgera viðkomandi tilveruspurningar. Søgurnar sampakka serliga væl við stóru, dramatisku myndirnar og serstøku grafisku uppsetingina.”
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs hevur verið latin síðani 1977. Reglugerðin heimilar nevndini at lata eina, tvær ella onga virðisløn. Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Helena Dam á Neystabø, Malan Hilmarsdóttir, Bjørg Dam, Sólrún Michelsen og Hansina Huusgaard.
Til lukku við virðislønunum, øll somul!
Higartil eru hesar virðislønir latnar í navni M.A.Jacobsens:
2013 Katrin Ottarsdóttir
2013 Pól Jespersen
2013 Turið Sigurðardóttir
2012 Jóanes Nielsen
2012 Eivind Weyhe
2012 Jens-Kjeld Jensen
2011 Nicolina Jensen Beder
2011 Jógvan Isaksen
2011 Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir
2010 Tóroddur Poulsen
2010 Rógvi Mouritsen
2010 Bjørki Geyti
2009 Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
2009 Oddfríður Marni Rasmussen
2009 Vida Akselsdóttir Højgaard
2009 Birgar Johannessen
2008 Anna Kirstin Thomsen
2008 Hanus Kjølbro
2008 Sólrún Michelsen
2007 Laura Joensen
2007 Martin Joensen
2007 Petur Jacob Sigvardsen
2006 Ebba Hentze
2006 Carl Jóhan Jensen
2006 Guðrun Gaard
2005 Turið Kjølbro
2005 Jón Tyril
2004 Mortan Winther Poulsen
2004 Sigri M. Gaïni
2004 Gianfranco Contri
2003 Marianne Clausen
2003 Vilhelm Magnussen
2002 Oddvør Johansen
2002 Andras Mortensen
2002 Kristian Blak
2001 Annfinnur í Skála
2001 Bogi Hansen
2001 Zacharias Hammer
2000 Oddfríður Marni Rasmussen
2000 Zakarias Wang
2000 Rigmor Restorff
1999 Dorete Bloch
1999 Martin Tórgarð
1999 Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir
1998 J.P. Gregoriussen
1998 Frits Johannesen
1998 Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir
1997 Doris Hansen
1997 Petur Jensen
1997 Ólavur Hátún
1996 Árni Dahl
1996 Elin Súsanna Jacobsen
1996 Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir
1995 Kári P. (Petersen)
1995 Martin Næs
1994 Jógvan Isaksen
1994 Ongin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir
1993 Jens Pauli Heinesen
1993 Malan Marnersdóttir
1993 Oskar Hermannsson
1992 Tóroddur Poulsen
1991 Bárður Jákupsson
1991 Jóhan Hendrik Winther Poulsen
1990 D. P. Danielsen
1990 Svenning Tausen
1989 Axel Tórgarð
1989 Carl Johan Jensen
1988 Rói Patursson
1988 Sigurd Berghamar
1988 Karsten Hoydal
1987 Astrid Joensen
1987 Eyðun Andreassen
1987 Sigurð Joensen
1986 Hanus Andreassen
1986 Hans Jacob Debes
1985 Heðin M. Klein
1985 Niels Juel Arge
1985 Kristian O. Viderø
1984 Jóanes Nielsen
1984 Jóhannes av Skarði
1983 Oddvør Johansen
1983 Jørgen M. Olsen
1983 Petur Háberg
1982 Gunnar Hoydal
1982 Jóannes Rasmussen
1981 Steinbjørn B. Jacobsen
1981 Erlendur Patursson
1980 Chr. Matras
1980 Hanus Andreassen
1979 Regin Dahl
1979 Bjarni Niclasen
1978 Hans Thomsen
1978 Maria Eide Petersen
1977 Alexandur Kristiansen
1977 Jeffrei Henriksen
1976 Richard Long
1976 Óluva Skaale og Marius Johannesen
1975 Sámal Johansen
1975 William Heinesen
1974 Guðrið Helmsdal
1974 Jákup í Jákupsstovu
1973 J. P. Heinesen
1973 Katrina Østerø
1973 Pól Petersen
1973 Einar Joensen
1973 Regin Dahl
1972 Eingin
1971 Eingin
1970 Eingin
1969 J. P. Heinesen
1969 Rói Patursson
1969 Hans J. Glerfoss
1969 H. D. Joensen
1969 Rólant Lenvig
1968 Robert Joensen
1968 Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir.
1967 Johanna Maria Skylv-Hansen
1967 Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir.
1966 Hans Dalsgaard
1966 J. Símun Hansen
1965 Chr. Matras
1965 Páll J. Nolsøe
1964 Heðin Brú
1963 Poul F. Joensen
1962 Martin Joensen
1961 Karsten Hoydal
1960 Valdemar Poulsen
1959 Jens Pauli Heinesen
1959 R. K. Rasmussen
1958 T.N. Djurhuus
1958 Jóan Chr. Poulsen
Higartil hava hesar Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs verið latnar:
2013 Rakel Helmsdal og Hilmar Joensen
2012 Hjørdis Johansen
2011 Føroya Symfoniorkestur
2010 Janus á Húsagarði
2010 Jensina Olsen
2009 Dánjal á Neystabø
2009 Búi Dam
2008 Marjun Syderbø Kjelnæs
2008 Hanni Bjartalíð
2007 Bárður Oskarsson
2006 Steintór Rasmussen
2005 Theodor Hansen
2005 Grafik Studio við Inga Joensen
2004 Eingin
2003 Alexandur Kristiansen
2002 Sólrún Michelsen
2001 Maud Heinesen
2000 Effie Campbell
1999 Eli Smith
1998 Lydia Didriksen
1998 Knút Olsen
1997 Gríma
1996 Rakel Helmsdal
1996 Amy Tausen
1995 Edward Fuglø
1994 Ella Smith Clementsen
1994 Niels Jákup Thomsen
1993 Jóhannus á Rógvu Joensen
1993 Dansifelagið í Havn v/ Sonju Danielsen og Tórhild Justinussen
1992 Eingin
1991 Bjørg Matras Jensen
1991 Heini Hestoy
1990 Olivur við Neyst
1990 Elin Mortensen
1989 Óli Petersen
1989 Jákup Berg
1988 Oddvør Johansen
1987 Pauli Nielsen
1986 Dropin
1986 Nýlendi
1985 Marius Johannesen
1985 Steinbjørn B. Jacobsen
1984 Ebba Hentze
1984 Elin Súsanna Jacobsen
1984 William Heinesen
1983 Guðrun Gaard
1983 Alexandur Kristiansen
1982 Petur Andreassen
1982 Christian Høj
1981 Martin Næs og Martin Joensen
1980 Elinborg Lützen
1980 Heðin Brú
1979 Óli Dahl
1979 Andreas Andreasen
1978 Marianna Debes Dahl
1977 Sigurd Joensen
1976 Steinbjørn B. Jacobsen
1976 Bárður Jákupsson