29.11.13

Tóroddur tilnevndur


30 ár eftir at hann gav fyrsta yrkingasavnið, Botnfall, út á egnum forlag, er Tóroddur Poulsen í uppskotið at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina 2014 fyri vakrastu føroysku bókina eg minnist meg at hava sæð, Fjalir, við 33 yrkingum og eins nógvum træprentum.


Tað er forlagið í Støplum, sum gav út mynd- og orðlistasavnið Fjalir, sum byggir á prent úr Steinprenti. John Dalsgarð, til vinstru niðanfyri, hevur lagt bókina til rættis og Gramar stóðu fyri prentgerðini, ið fór fram á prentsmiðjuni Oddi í Íslandi. Inger Smærup Sørensen hevur umsett Fjalir til danskt.


Aftanfyri yrkjaran, ið sæst til høgru, fekk eg eygað á eina grøn-brúna grafiska mynd niðri á Klingrugólvinum í Norðurlandahúsinum við áskrftini Tað er her at orðini koma inn í myndina. Eg keyptina hana uppá standandi fót.


Til listaverkið omanfyri hoyrir henda yrking í savninum Fjalir:

Vøgguvísa

møðin
hesin gamli
rustaði
bussurin
er troyttur av
at vera eg

lættari
hevði at verið
ein bátur

rikið avstað
við streyminum
vaggað oman á aldunum
komið í havsneyð
og farið úthvíldur
til botns


Umframt Tórodd og Fjalir, eru hesir høvundar í uppskoti at vinna norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2014:

Danmark
Claus Beck-Nielsen: Mine møder med De Danske Forfattere
Ida Jessen: Postkort til Annie

Finnland
Kjell Westö: Hägring 38
Henriikka Tavi: Toivo

Ísland
Auður Jónsdóttir: Ósjálfrátt
Eiríkur Örn Norðdahl: Illska

Noreg
Tomas Espedal: Bergeners
Mona Høvring: Camillas lange netter

Svøríki
Eva Runefelt: Minnesburen                                                  
Andrzej Tichý: Kairos

Grønland
Juaaka Lyberth: Naleqqusseruttortut

Áland
Johanna Boholm: Bygdebok

Virðislønarvinnarin verður kunngjørdur síðst í oktober 2014 í Stockholm. Virðislønin er 350.000 krónur.