30 ár eftir at hann gav fyrsta yrkingasavnið, Botnfall, út á egnum forlag, er Tóroddur Poulsen í uppskotið at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina 2014 fyri vakrastu føroysku bókina eg minnist meg at hava sæð, Fjalir, við 33 yrkingum og eins nógvum træprentum.
Tað er forlagið í Støplum, sum gav út mynd- og orðlistasavnið Fjalir, sum byggir á prent úr Steinprenti. John Dalsgarð, til vinstru niðanfyri, hevur lagt bókina til rættis og Gramar stóðu fyri prentgerðini, ið fór fram á prentsmiðjuni Oddi í Íslandi. Inger Smærup Sørensen hevur umsett Fjalir til danskt.
Aftanfyri yrkjaran, ið sæst til høgru, fekk eg eygað á eina grøn-brúna grafiska mynd niðri á Klingrugólvinum í Norðurlandahúsinum við áskrftini Tað er her at orðini koma inn í myndina. Eg keyptina hana uppá standandi fót.
Til listaverkið omanfyri hoyrir henda yrking í savninum Fjalir:
Vøgguvísa
møðin
hesin gamli
rustaði
bussurin
er troyttur av
at vera eg
lættari
hevði at verið
ein bátur
rikið avstað
við streyminum
vaggað oman á aldunum
komið í havsneyð
og farið úthvíldur
til botns
Umframt Tórodd og Fjalir, eru hesir høvundar í uppskoti at vinna norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2014:
Danmark
Claus Beck-Nielsen: Mine møder med De Danske Forfattere
Ida Jessen: Postkort til Annie
Finnland
Kjell Westö: Hägring 38
Henriikka Tavi: Toivo
Ísland
Auður Jónsdóttir: Ósjálfrátt
Eiríkur Örn Norðdahl: Illska
Noreg
Tomas Espedal: Bergeners
Mona Høvring: Camillas lange netter
Svøríki
Eva Runefelt: Minnesburen
Andrzej Tichý: Kairos
Grønland
Juaaka Lyberth: Naleqqusseruttortut
Áland
Johanna Boholm: Bygdebok
Virðislønarvinnarin verður kunngjørdur síðst í oktober 2014 í Stockholm. Virðislønin er 350.000 krónur.