12.5.14

Nýggj fotobók úr Famará


Hósdagin verður ein nýggj føroysk bók løgd afturat tí sjáldsama lítla bókavarðanum, sum kallast fotolist. Tað er Edvard Nyholm Debess (f. 1960), sum í Norðurlandahúsinum klokkan fimm fer at leggja fram bókina Kærleiki og Vónir (Mentunargrunnur Studentafelagsins, Tórshavn 2014), ið er um Johan og Rakul Dalsgaard, meðan tey búðu í Famará árini 2010-2013. Myndina omanfyri tók eg av Edvardi við nýggju bókini uttanfyri køksvindeygað leygardagin meðan ruddingardagur var. Reyði vitin er hann, sum Fyr- og Vagervæsenet tók niður í Famará í 1984.


Longu í kolofonini sæst at Edvard er Leicamaður. Fyrr havi eg heft meg við at ein annar føroyskur fotolistamaður, Ingi Joensen, er svorin Pentaxmaður. Ingi, sum starvast á Føroyaprenti, hevur medvirka í bókagerðini tað vil siga í lay-out, repro og prenti. Afturat sær hevur Edvard havt Steen Kristensen og Jóannes Lamhauge sum ritstjórar. Bókin, sum er svørt hvít, málar 30 x 21,5 cm og gevur eina deiliga kenslu at leggja á borðið og blaða upp í. Ikki fornisk, men sinnisliga stillandi, sum sálarfrøðingurin helst hevði sagt. Í eini skjótari talgildari tíð, har einki kann haldast fast, er henda bók ein taktil fragd at uppliva, sum ein LP pláta við húsa og innmati. Hóast heildin í bókini byggir á ein stillført poetiskan tanka og tóna, er hon fylt við kontrastríkum rørslum, har hon er best. Summa staðni hómi eg í fotografiska myndaarbeiðnum ein farra av mínum yndisfotografi, Anton Corbijn, sum arbeiðir nógv við kontrastríkum nærmyndum úr gerandisdegnum. Á bakpermuni og fremst í bókini skrivar Edvard, at “Hetta er ein bók, sum lýsir tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í roydini at útinna sín stóra dreym.”


Einogtjúgu bøkur eru á listanum yvir fotolist á Landsbókasavninum. Tá eru Roland Barthes og aðrir útlendingar taldir við. Taka vit teir føroysku fotolistamenninar av bókahillunum, teir eru bara menn, so finna vit bara tveir umframt Edvard: Ásmund Poulsen við eini framsýningarskrá (2013) og Inga Joensen við eini framsýningrá (2007) og myndverkinum Reflektión (1992). Á hesi hill, fotolist, finni eg av óskiljandi orsøkum ikki frálíku myndabókina Heystsuita (2006), har Olav Schneider á 135 blaðsíðum við tekstum og yrkingum eftir Sonju Schneider lýsir skurðfjøll og fletting. Eisini bókina hjá Kalmari Lindenskov og Alan Brockie, Oyggjar og fólk (1979), sum forlagið Leikur gav út á føroyskum, donskum og enskum, sakni eg undur fotolist. Eg finni hana undir talmerkinum 45.5, sum eru yrkisbøkur um Føroyar. Í mínum huga stendur henda bókin rimmarføst sum ein fotolistarlig bók, kanska hin fremsta føroyska nakrantíð. Allar hesar bøkur eru í svørtum og hvítum. Eftir hesum soltna fotolistarliga leitiúrsliti á Landsbókasavninum, royni eg meg við leitiorðinum fotomyndir og finni millum útlendingar sum hin meistarliga Per Folkver, ið nýliga andaðist, eisini seks føroyingar í hesi røð: 2 minutes (Regin W. Dalsgaard 2011) Hin Waagsteinski Listalistin ( Eyðun Waagstein 2010), Traðkaðu fólkini slóð (tvær søguligar bøkur eftir Finn Johansen), Heystsuita (Olav Schneider 2006), Føroyar (Absalon Hansen 2000 og 2005) og Jarnbardur (Gundur F. Mikkelsen 2000). Nýggjasta føroyska myndabókin er hin litríka hjá Inga Sørensen, ið eg finni sum yrkisbók: Faroe Islands: A Magical Seabed Safari (2013). Hóast laka úrslitið, tá leitað verður eftir fotobókum, eru mong sum gera vart við seg á Facebook sum fotografar á høgum støði. Har eru bæði kvinnur og menn í øllum alduri, ið taka myndir so at siga hvønn dag, og fleiri eisini um náttina við avanseraðari útgerð. Á mentanarstevnu í Fuglafirði í fyrrárið legði eg til merkis eina sjáldsama spennandi og dekorativa portrettframsýning, har Kristfrí Tyril hevði avmyndað fólk heima ella í kendum og sigandi umhvørvi. Á hvørjum ári hevur fotobólkurin Fokus eisini framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. So fotovirksemið er um at bresta á hvørjum tanga, hóast tað ikki sæst so væl aftur í bókaútgávum, sum blaðast kann upp í. So mikið størri er orsøkin at møta í Norðurlandahúsinum hósdagin, tá Edvard Nyholm Debess og tey bæði, sum eru myndaevni, Rakul og Johan Dalsgaard, leggja fram eina nýggja svarta og hvíta fotobók, ið goymir tíðina, soleiðis sum hon spældi seg út framman fyri Leicalinsuni hjá Edvardi. Til lukku við fotobókini, Edvard!