Undir yvirskriftin "Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við" samskipar Brynhild Næs Petersen mentanarvikuna, sum byrjar í Fuglafirði týsdagin og heldur á til sunnudagin. Skráin er umfatandi og nógv fólk eru uppií, eisini Fritz.
Í Pelagos við Havsbrún fyrireika tey framsýningin KUFFERT, har sonevndir kuffert-orginalar eru bodnir at luttaka á framsýningini. Fyrireikararnir siga, at einasta kravið er, at eitt kuffert onkursvegna skal vera partur av framsýnda lutinum.
Kristina Joensen og Ole Wich eru millum tey, ið hava tikið av innbjóðingini. Hon við einum reyðum kufferti við spennandi bindingum, og hann við samansetta verkinum Uttanføri, sum í stødd er 80 x 80 x 295 cm.
Verkið er ein danda, ið samstundis er ein roynd í javnvág. Beinanvegin kom mær til hugs standmyndina hjá Janusi Kamban av manni og konu í Sparikassagarðinum í Havn. Hvat hendir, um konan flytir seg, ella beint fram rýmir? Í førinum hjá Kamban dettur maðurin, sum eina og aleina hvílur á kvinnuni. Í førinum hjá Ole er maðurin betongsettur í gummistivlum. Hann fer ongan veg og tað ger honum ongan mun, um konan fer í lakkstivlar og rýmur út í heim. Gummistivlamaðurin býr allíkavæl í einum betongkufferti, ið aldri fer av staðnum. Hugvekjandi og spennandi verk, Uttanføri. Kvinnan fer uttan viðføri og maðurin veit ikki at hann er í óføri uttan hana. Uttanføri. Genialt.
Inni í Alex'sa húsum hevur Kristfrí Tyril hamara í hond. Á allari miðhæddini hevur hon stóru og umfatandi fotoframsýningina Gerandismyndir. Á tveyhundrað spildurnýggjum fotomyndum 40 x 40 cm er gerandisdagurin og lívið í Fuglafirði dokumenterað. Tíggju virki í Fuglafirði hava stuðla verkætlanini við gerandismyndum og tey tosa um at seta alt í eina bók.
Meðan eg fari heim gjøgnum býin, lesið eg í skránni at Mentanarvikan verður sett í Mentanarhúsinum týsdagin kl 17, har Hornorkestrið fer at spæl, Kristina Larsen, forkvinna í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin og Sámal Matras Kristiansen fer at hugleiða um gott og ringt í býnum. Og gongutúrurin hesa løtu hevði til endamáls at avmynda standmyndina av Victori Danielsen. Men gakk. Tað er fyrstu ferð eg standi við hana. Avskorna hondin, ið skrivar, kennist mær so óunnuliga óhugnalig, nú hon liggur framman fyri mær, at eg vendi mær burtur og hyggi hinvegin. Heldur enn avskornu hondina vil eg avmynd útsýnið gjøgnum húsini og millum skotini út á fjørð móti Ritafjalli, har sólin sendir dagsins seinastu strálur.
Í Skálabotni steðga vit og fáa eina pylsu og kaffi. Góð tænasta og vinalig fólk. Á blaðhillunum í kioskini hjá Effo í Skálabotni sæst nakað sjáldsamt, sum ikki sæst aðrastaðni í landinum. Fremst fyri liggur Trúðboðin, og síðani Dimma og Sosialurin. Soleiðis er raðfylgjan her.