22.9.14

Forboðsføroyar á Ting


Frá morgunstundini hevði Útvarpið ikki færri enn tvey forboðsuppskot á skránni. Fyrst at nokta føroyingum at viðmerkja greinar á ymsu portalunum, tí onkur kendi onkran í onkrum føri, og síðan at forbjóða lærarum at møta næmingum á Facebook, tí onkur kundi kløkkast av illavorðnum orðum aftaná skúlatíð. Og í ovurmorgin leggur Tjóðveldi fram forboð í Tinginum móti fremmandafólki, sum koma higar og ætla at fremja ólógligt virksemi. Tað er ein avbjóðing við sjáldsama tungari próvbyrðu. Pallborðsfundur hjá sama flokkinum, har vit aftur verða mint á veikar miðlar, er sama kvøld. Orsøkin til tinguppskotið er sjálvandi Sea Shepherd, sum er ein evarska lítil partur av tí ørvitisheimi, sum vit sjálvi eru partar av hvønn dag, innan- og uttannets, eins og Roberto Romano, ið slær alt upp í glens. Í meðan gongur snakkið og serfrøðingar sleppa at lufta ivasomum meiningum í sokallaðu veiku miðlunum, meðan útvarpsvertirnir kunnu seta seg afturá, fáa frið eina løtu og lata lurtarar viðmerkja uttan aðra forðing enn hana, sum er millum oyruni. Information wants to be free er enn mítt hippieuppáhald, hóast sosiala netverkið, nú vit altíð verða mint á veiku miðlarnar, kann kennast sum at royna við snørdum posa. Men ymiskleikin sleppur eisini at blóma. Fríggjavøldið hoyrdu vit Óla Breckmann í vangamyndini hjá Degi og Viku, og alla vikuna hoyrdu vit Hanus Kamban, og sunnukvøldið eisini í fulsettum Norðurlandahúsi. Tvær aldrandi røddir úr sama býi, sum hava valt ymsar gøtur, men enn hava sítt gildi, hvør á síni leið. Hvør skal seta markið á Facebook, portalum og í almannamiðlinum, tá farið er um Rubico og allir terningar eru kastaðir í lívsins Ludospæli? Hans Gammeltoft-Hansen yngist so ikki, tá vit fáa enn fleiri viðurskifti at verða ósamd um, so ósamd, at vit ikki kunnu finna ein dómara, ið skilir klandursmálið føroyskt. Haldi, vit framhaldandi skulu virða rættin at vera idiot, eisini í okkara horni í tykisheimi, so sum eg hálovaði í fyrrárið. Fari sjálvur at lesa tað greinina umaftur, Rætturin at vera idiot. Framhaldandi góðan dag, sum forrestin heldur ikki er loyvt at siga í forboðsføroyum, orsaka. Forboðsmyndin omanfyri er úr Oscarvirðislønta filminum The Cove.