Skip to main content

At drepa dýr í loyndum

'The Cove' vann ein Oscar í ár sum besti heimildarfilmur við spælifilmslongd 

Ein mynd sigur meir enn túsund orð. Tað vóru vit sannførd um, tá eitt lamb við avskornum beini varð víst á Vágaportalinum og seinni í Degi og Viku. Somu sannkenning kom Oscardómsnevndin til fyrr í ár, tá Flipper varð dripin í Taiji víkini í Japan. Og helst er munurin eingin, tá góðvarin ferðafólk renna seg í eitt føroyskt grindadráp og avmynda tað heila. Myndin og blóðið siga alt.

"Býarmentanin vil ikki at vit skulu drepa krýatúr. Tað er so nógv nemmari at fara í frystaran í SMS ella Keypsamtøkuni eftir kjøti. Okur liva í eini aðrari verð", sigur bóndin av Tvøroyri í eini heilsan til Havnar og bedýrar fyri tjóðini, at hann skar ikki beinið av lambinum, hvat myndin so sigur.

Havnanykkur
Havnanykkur hevur onkur nevnt tað, tá vit eru erkvisin um eitthvørt á bygd. Eg havi ikki skil fyri bóndalívi og skurði, men síggi tær myndir, ið verða brúktar at formidla okkum ein veruleika, sum vit í síðsta enda sjálvi definera.

Tá umræður myndir, er einki sum blóð. Blóð man verða tað mest effektiva og samstundis mest óunnuliga at vísa á myndum. Tí vilja flestu ikki vísa blóð á myndum. Og sum tíðin gongur, gerast vit alt fremmandari fyri blóði og hví nakað bløðir, tá slaktað verður, hóast vit ikki himprast við at ynskja mat á borðið.

So bóndin av Tvøroyri mann hava rætt. Í Havn standa vit millum gomlu føroysku slaktmentanina hjá Peturi Karl sjálvum, og so altjóða veganismuna hjá Brigitte Bardot og teimum.

Grindamenn í Taiji í Japan (úr filminum The Cove)

Flipper og eitt lamb
Biografdagarnir í trýssunum vóru góðir. Serliga vælumtóktir í Havnar Bio vóru filmarnir um Flipper. Hóast fleiri, minnist eg teir sum ein. Ein film um Flipper. Men aldri knýtti nakar okkara samband millum Flipper og grindadrápini á Eystaru Vág. Í biografmyrkrinum dugdu vit at skilja millum fittu sirkusdelfinina og blóðiga grindadrápið, sum við tráði til miðøld hevði eittans endamál – at fáa mat á borðið.

Øvut, er ikki torført hjá amerikanskum javnaldrum at knýta Flipper beint at føroyska grindadrápinum. Tað er so sjálvsagt, tí ein hvalur er ein hvalur, og hann bløðir illa, tá hann verður stungin.

"Oh my God, they killed Flipper", segði ein heilur bólkur av væl útbúnum ferðafólkum sum við ein munn, tá tey eitt summar herfyri rendu seg í eitt grindadráp.

Nakað undan hesi hending hevði eg bílagt borð til eina amerikanska sangarinnu, sum hevði sungið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum.

Sessað, spurdi hon um lokala spesialitetin og vit samdust um lamb. Tá borðreitt varð, fekk hon seg ikki at eta. "Where is it’s motherlamb?" spurdi kedda sangarinnan, sum í heimlandinum lesur lýsingar fyri McDonald’s.

Bóndin á Tvøroyri er uppi í móti sterkum kreftum, sum sjálvt ikki miðfyrisitingin í Havn kann hjálpa honum við. Og nú kemur hin størsta hóttan. Ein Oscarvirðisløntur heimildarfilmur, sum rakar allar amerikanarar beint í hjartakulluna.

Ric O'Barry í filminum 'The Cove' (2009)

Ric O’Barry

Við The Cove hevur Louis Psihoyos gjørt ein heimildarfilm um Ric O’Barry, sum skapti Flipper í trýssunum. Ein elskulig delfin, sum við blonkum eygum gjørdi akkurát tað, sum venjarin segði.

Árini 1964-67 tók Flipper ein fittan part av sjónvarpsmarknaðinum, har hundurin Lassie hevði verið mest sum einaráðandi síðani 1954. Meðan Lassie fram til 1973 gjørdist drúgvasta sjónvarpsrøðin við eini framhaldandi søgu, eydnaðist Flipper at leggja lunnar undir eitt nýtt slag av undirhaldi, har hav og hvalur verða lýst á landi. Teir 88 sjónvarpsfilmarnir eru allir tiknir í Miami Seaquarinum, sum lat upp í 1955 og fyrsta Flipper-árið, í 1964, lat SeaWorld upp í San Diego.

Eftir sjey feit ár upplivir Ric O’Barry, at Kathy, fimta delfinin í røðini, "commits suicide by refusing to breath", í føvningi hansara. Soleiðis verður sagt í filminum The Cove. Við táravættum eygum er Ric O’Barry ein angrandi syndari, sum vendir sær móti Flipper- og Seaquarium-konseptinum og av sonnum vil fría allar hvalir, stórar og smáar.

Okkara samfelag er vorðið so fráhaldandi sjálvrættvíst, at í miðlunum er einki sum ein angrandi syndari. Ein tílíkur er hin aldrandi Ric O’Barry, sum nú man vera farin um tey 70.

Sjálvur hevur hann lagt lunnar undir altjóða alskin til hval og hevur svomið við hesum klóka dýri, ið sum frálíður verður ímyndin av frælsi og umhvørvisvernd.

The Cove, loyniliga víkin í Taiji í Japan (mynd úr filminum The Cove)

The Cove
Nýggi heimildarfilmurin The Cove hevur spælifilmslongd og gongur í biografunum í okkara grannalondum. Filmurin ger nógv burturúr at visa, hvussu ætlanin verður løgd um filmin og hvussu tøknin at taka upp á sjógvi og landi í Taiji verður ment og bíløgd. Tvørrandi samstarv við fólk og myndulgeikar á staðnum verður eisini lýst út í æsir, soleiðis at fíggindin eru teir japansku barbararnir, bæði grindamenn og skrivstovufólk, uttan tveir pápar, sum ikki taka undir við at børn teirra fáa tvøst í skúlakøkinum.

Býtið millum Guðs útvaldu her á jørð, amerikumenn, og devilsettu ó-mennini í Japan, verður nakað láturligt, tá alt kemur í drepning.

Heimildarfilmurin brúkar Taiji, ið er minni enn Klaksvík, sum baktjald. Filmurin kunngerð fakta, sum ikki verða vend, men heldur pakka í amerikanskt kenslupornu av tí løgnasta slagi. Men í miðdeplinum stendur góða søgan um Ric O’Barry, fín og sannførandi. Longur røkkur filmurin ikki. Heldur ikki tá hann fer eftir kyksilvursdálking í dag og fyrr, tá Minimata var frammi. Farið verður ikki eftir dálkingarkelduni, men eftir kroystu veiðumonnunum. Tað er ein lættari søga at siga, mynda og fíggja. Smámaðurin skal rinda fyri dreymin hjá amerikanska filmsliðnum, sum nakrar dagar ger sær dalt av virkseminum í lítlu víkini, har japanskt grindadráp hevur sín uppruna.

Dreingir hyggja eftir grindadrápi í Sandágerði í juli 2007 (Mynd: Birgir Kruse)

Føroyar

Og her er tað at vit eiga at kenna okkara vitjunartíð. Tí baksýnið kundi eins væl verið tikið í Føroyum, sum í Japan. Kanska er tað bara tilvild, at so ikki er. Tí eiga føroyskir myndugleikar og grindamannafeløg at umhugsa grindadrápið.

Eftir at filmurin bleiv kendur, hevur liðið handan filmin verið inni á kendastu sushi matstovuni í Los Angeles-økinum The Hump, tí tey gittu, at hvalatvøst var í eksklusiva matinum. Rætt var. Við loynikamera og váttanum frá granskarum kundu tey avdúkað at hótti seiðhvalurin var í matinum. So var aftur rok.

Síðani er komið fram at The Cove verður til sjónvarpsrøð við heitinum Dolphin Warriors, sum sonur Ric O’Barry skal standa fyri. Tað verður ikki minni.

Henda altjóða undirtøka eigur at vera ein ávaring til okkara, sum eisini drepa hval.

Skal drápið halda fram í óbroyttum líki? Skulu vit uppfinna blóðsúgvandi perlur at blaka á vatnið, meðan drápið er? Skulu vit taka upp vinabýasamstarv við býin Taiji, sum telur 3500 fólk og hevur hildið grindadrápið í hevd í øldir? Skulu vit læra allan heimin at skilja millum hóttan stórhval og burðardygga stovnin av smá- og grindahvali? Ella skal øll henda søga og atferð steðga í stundini, tí altjóða samfelagið tolir ikki blóð á myndum og filmi?

Meðan eg hugsið um bóndan av Tvøroyri, havi eg hug at geva honum rætt. Á húsanum, sum eg havi keypt frá Amazon, stendur skrivað: “Contains real footage of dolphin killing. Suitable only for persons of 12 years and over. Not to be supplied to any person below that age”.

Jú, eg gevi Peturi Karl púra rætt. Í Havn og úti í heimi hava vit gloymt, at blóð rennir frá slakti og at havið verður reytt, tá vit skera á háls. Ólíka lættari er at fara í SMS at keypa ein frystan stórhvalabita, sum er avmáldur til kontinentala køkin. Einki blóð, einki upptak – og friður fyri altjóða samfelagnum. Amen!

Ole Wich: Ophav 1995