23.3.17

Góðan Norðurlandadag!


Í dag er Norðurlandadagur, sum er ársdagur fyri Helsingforssáttmálan, ið varð undirskrivaður henda dag í 1962. Hetta er grundlógin fyri almennum norðurlendskum samstarvi. Tí er vert at gera vart við, at næsti filmur í Filmsfelagnum er hin spildurnýggi og virðislønti "Sameblod", sum er fyrsti filmur á suðursámiskum máli. "Sameblod" verður sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið 29. mars kl 20.



Í 1988 vitjaði Nils Gaup Filmsfelagið og víst fyrsta sámiska filmin, "Vegvísarin", sum eisini varð í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina fyri besta útlendska film. Tá var stórt drama, tí vit sluppu ikki at brúka sámiska flaggið, hvørki í Norðurlandahúsinum ella í stóru flaggstongini hjá Útvarpinum, har stjórin nýliga hevði skrivað flaggsøguna. Tískil varð sámiska flaggið brúkt sum veggprýði í konserthøllini í Útvarpinum, har filmsýningar eisini vóru. Við til søguna um sámiska flaggið hoyrir, at Marianna Debes Dahl, sum var í nevndini í Filmsfelagnum, seymaði fyrsta sámiska flaggið, tá norðurlendsk rithøvundastevna var á Landsbókasavninum eitt ár undan. Tá var flaggið eitt annað enn tað, sum er galdandi í dag.


Heðin M. Klein fer at innleiða sýningina við "Sameblod" mikudagin, sum er samskipað við Faroe Islands' International Minority Film Festival, ið fer at varpa ljós á minnilutar. Tann festivalurin verður í september, eins og Filmsdagar í Felag hava verið seinastu árini. Einki er at taka seg aftur í, at í norðurlendskum høpi eru sámar mest gloymdi minnilutabólkur. Heðin er fyrrverandi formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum og hevur umsett sámiskar yrkjarar til føroyskt.


Nógv rit og álit hava verið givin út um bæði fólksliga og almenna norðurlendska samstarvið og hvønn lut vit og sámar kunnu fáa, um onnur vilja. Tá Norðurlandaráðið gav út reyðu bókina við spyrjandi heitinum Talar Norden med KLUVEN tunga í 2012, mótmælti Jógvan Hugo Gardar, at sámiskt ikki fekk málsligt pláss.


Filmurin ”Sameblod” sigur søguna um ungu sámisku gentuna Elle Marje (Lene Cecilia Sparrok), sum ger av at sleppa øllum sambandi við sámar, og skapa sær ein nýggjan samleika í Uppsala í 1930’unum. "Sameblod" vann Drekavirðislønina í Göteborg í februar í ár. Við einari millión krónum frá Volvo er hetta heimsins størsta filmsvirðisløn. Dómsnevndin segði soleiðis, tá ”Sameblod” fekk The Dragon Award í Göteborg í februar í ár:
Priset tilldelas en film med ett universellt tema som kommuniceras genom en smärtsam aktuell porträttering av en minoritetskamp. Huvudkaraktärens resa, de svåra valen och uppoffringarna hon måste göra är inte bara väldigt väl dramatiskt grundade, men lyckas också med att berätta en gripande historia om identitet i en hård historisk kontext. En imponerande debutfilm med ett kraftfullt framförande i huvudrollen.
Atgongumerkjasølan til "Sameblod" er byrjað á netinum og við skivuna í biografinum hjá Filmsfelagnum, sum er Havnar Bio. Har er opið hvønn dag frá klokkan 14.

Góðan Norðurlandadag!