16.12.18

Jólanýtt á Netflix



Svart og hvítt, stroymt av Netflix og innar í jólastovuna við persónligum uppvakstrarsøgum úr býlinginum Roma í Meksikobýi í sjeytiárunum, er tað besta á altjóða biografløriftinum í ár. Tað eru mest lisnu filmsummælarar samdir um, eins og dómsnevndini í Venezia, har tey hava elstu filmstevnuna í heiminum og góvu filminum Gyltu Leyvuna, samstundis sum tey í Cannes bannaðu alla stroyming frá Netflix niður og norður, so leingi tey ikki gera film til gamalkenda biografin, har vit síggja hann í felag, filmin. Tí røðir eru ídnaður og filmur er poesiur, sum Thierry Frémaux, filmstevnustjóri í Cannes, segði í summar. Men at stroymarin Netflix kann taka stig til annað enn tannleysar undirhaldsrøðir er komið óvart á mong.


Greitt er, at samstundis sum árliga Oscarhandanin er um at missa takið á hyggjarum og lýsarum, vinnur Netflix seg inn á biografmarknaðin við egnum framleiðslum. Amazonbókahandilin gjørdi tað eisini við yrkjarafilminum Paterson, har Ron Pagett, sum var á Listastevnuni, átti tekstin. Ikki øll pengafólk, sum fara í mammons handilsskála at gána, parkera heilan við dyrnar. Netflix er í løtuni fremsta dømi um ein aktør, sum vil verða tikin í álvara. Fyrsta greiða dømi er, at tey valdu at gera seinasta filmin hjá Orson Welles, The Other Side of the Wind, lidnan. Welles, sum hevði sjónliga fragd at siga, at hann byrjaði á toppinum við Citizen Kane í 1941, og síðan arbeiddi seg miðvíst niður úr hæddunum, gjørdi ólidna filmin um Hollywood frá 1970 til hann doyði í 1985. Nú hevur Netflix gjørt hann lidnan, uttan at skamferað nakað, bara fíggjað lidna filmin.

  
Roma er heitið á svart-hvíta vinnarafilminum, sum 57 ára gamli Alfonso Cuarón hevur gjørt við støði í barnaminnum úr heimbýnum, har stættarmunur er stillføri snúningsásurin. Í tónleikaúrvælinum fáa vit beinan vegin ta fatan, at vit eru í 1970, og ein samanbrestur millum studentar og hernaðarvaldið peikar á árið 1972. Og jú, vit síggja eisini eitt jólatræ í húsunum, men í høvuðssøguni fylgja vit tveimum kvinnum, húsfrúnni Sofíu, sum stendur einsamøll, tá læknin Antonio rýmir til eina aðra, og tænastugentuni Cleo, sum er av indiánaraætt og verður full upp undir hendur, fyrstu og einastu ferð hon veit av manni. Tvær einsamallar kvinnur í sama húsi mitt í Meksikobýi, tað er karmurin. Afturvendandi visualisering er innkoyringin, har hundarnir skíta og indiánsku tænastugenturnar, tær eru tvær, sópa og spula. So koma harrafólkini, fyrst maðurin og seinni konan, í stóra amerikanska Galaxy bilinum, sum illa passar inn í sama afturlatna túnið, tí hann rennur í veggin og verður sum frá líður sjónliga skøvaður, til hann verður skiftur við ein minni og fólksligari bil úr Fraklandi. Stillført, uttan at verða ein samanbrestur, hóast vit eygleiða byltingartíðir. Framúr kamerapoetiskt.


- Flottur filmur. Lang takes, víð skot og bjart ljós, ARRI ALEXA líkist ókornutum 35mm filmi. Søgan er lítillátin og seinfør, men kortini dramatisk og sera poetiskt fortald. Tað er spell, at hann er ein Netflix-filmur, tí so sleppur mann ikki at síggja hann í biografinum, sigur Trygvi Danielsen, sum í ár vann Geytakappingina.

- Tað er ein einastandandi filmur, sigur Andrias Høgenni, sum tvær ferður hevur vunnið Geytakappingina.

- Ein filmur eftir mínum hjarta. Róligt tempo, fínar komposisjónir. Flott filmaður. Gott spælt. Tann stóra søgan fortald í tí smáa, stilla og næra - og eitt vakurt portrett av kvinnum, sigur Guðrið Poulsen, sum var í nevndini í gamla Fimsfelagnum og enn møtir trúliga, tá Filmsfelagið hevur sýningar í Havnar Bio.

Næsta sýning í Filmsfelagnum er eisini svørt og hvít. Tað er Cold War hjá pólska leikstjóranum Pawel Pawlikowski, sum í gjár vann fimm evropeiskar virðislønir fyri filmin.


Umframt Cold War í Filmsfelagnum 2. januar verða hesir filmar viðmældir at síggja á Netflix um jólini:

Roma (Alfonso Cuarón 2018 135 min)
The Other Side of the Wind (Orson Welles 2018 122 min)
The Ballad of Buster Scruggs (Ethan og Joel Coen 2018 133 min)
Bird Box (Susanne Bier 2018 124 min frá 21/12)
The Lobster (Yorgos Lanthimos 2015 119 min)

Gleðilig Flixjól!