Svart og hvítt,
stroymt av Netflix og innar í jólastovuna við persónligum uppvakstrarsøgum úr
býlinginum Roma í Meksikobýi í sjeytiárunum, er tað besta á altjóða
biografløriftinum í ár. Tað eru mest lisnu filmsummælarar samdir um, eins og dómsnevndini
í Venezia, har tey hava elstu filmstevnuna í heiminum og góvu filminum Gyltu
Leyvuna, samstundis sum tey í Cannes bannaðu alla stroyming frá Netflix niður
og norður, so leingi tey ikki gera film til gamalkenda biografin, har vit
síggja hann í felag, filmin. Tí røðir eru ídnaður og filmur er poesiur, sum Thierry
Frémaux, filmstevnustjóri í Cannes, segði í summar. Men at stroymarin Netflix
kann taka stig til annað enn tannleysar undirhaldsrøðir er komið óvart á mong.
Greitt er, at
samstundis sum árliga Oscarhandanin er um at missa takið á hyggjarum og
lýsarum, vinnur Netflix seg inn á biografmarknaðin við egnum framleiðslum.
Amazonbókahandilin gjørdi tað eisini við yrkjarafilminum Paterson, har Ron
Pagett, sum var á Listastevnuni, átti tekstin. Ikki øll pengafólk, sum fara í
mammons handilsskála at gána, parkera heilan við dyrnar. Netflix er í løtuni fremsta
dømi um ein aktør, sum vil verða tikin í álvara. Fyrsta greiða dømi er, at tey
valdu at gera seinasta filmin hjá Orson Welles, The Other Side of the Wind,
lidnan. Welles, sum hevði sjónliga fragd at siga, at hann byrjaði á toppinum
við Citizen Kane í 1941, og síðan arbeiddi seg miðvíst niður úr hæddunum, gjørdi
ólidna filmin um Hollywood frá 1970 til hann doyði í 1985. Nú hevur Netflix
gjørt hann lidnan, uttan at skamferað nakað, bara fíggjað lidna filmin.
Roma er heitið á
svart-hvíta vinnarafilminum, sum 57 ára gamli Alfonso Cuarón hevur gjørt við støði í barnaminnum úr heimbýnum, har stættarmunur er stillføri snúningsásurin. Í
tónleikaúrvælinum fáa vit beinan vegin ta fatan, at vit eru í 1970, og ein
samanbrestur millum studentar og hernaðarvaldið peikar á árið 1972. Og jú, vit
síggja eisini eitt jólatræ í húsunum, men í høvuðssøguni fylgja vit tveimum kvinnum,
húsfrúnni Sofíu, sum stendur einsamøll, tá læknin Antonio rýmir til eina aðra,
og tænastugentuni Cleo, sum er av indiánaraætt og verður full upp undir hendur,
fyrstu og einastu ferð hon veit av manni. Tvær einsamallar kvinnur í sama húsi
mitt í Meksikobýi, tað er karmurin. Afturvendandi visualisering er innkoyringin,
har hundarnir skíta og indiánsku tænastugenturnar, tær eru tvær, sópa og spula.
So koma harrafólkini, fyrst maðurin og seinni konan, í stóra amerikanska Galaxy
bilinum, sum illa passar inn í sama afturlatna túnið, tí hann rennur í veggin
og verður sum frá líður sjónliga skøvaður, til hann verður skiftur við ein minni
og fólksligari bil úr Fraklandi. Stillført, uttan at verða ein samanbrestur, hóast vit eygleiða byltingartíðir. Framúr kamerapoetiskt.
- Flottur filmur.
Lang takes, víð skot og bjart ljós, ARRI ALEXA líkist ókornutum 35mm filmi. Søgan
er lítillátin og seinfør, men kortini dramatisk og sera poetiskt fortald. Tað
er spell, at hann er ein Netflix-filmur, tí so sleppur mann ikki at síggja hann
í biografinum, sigur Trygvi Danielsen, sum í ár vann Geytakappingina.
- Tað er ein
einastandandi filmur, sigur Andrias Høgenni, sum tvær ferður hevur vunnið
Geytakappingina.
- Ein filmur
eftir mínum hjarta. Róligt tempo, fínar komposisjónir. Flott filmaður. Gott
spælt. Tann stóra søgan fortald í tí smáa, stilla og næra - og eitt vakurt
portrett av kvinnum, sigur Guðrið Poulsen, sum var í nevndini í gamla Fimsfelagnum
og enn møtir trúliga, tá Filmsfelagið hevur sýningar í Havnar Bio.
Næsta sýning í
Filmsfelagnum er eisini svørt og hvít. Tað er Cold War hjá pólska leikstjóranum
Pawel Pawlikowski, sum í gjár vann fimm evropeiskar virðislønir fyri filmin.
Umframt Cold War
í Filmsfelagnum 2. januar verða hesir filmar viðmældir at síggja á Netflix um
jólini:
Roma (Alfonso
Cuarón 2018 135 min)
The Other Side of the Wind (Orson Welles 2018 122 min)
The Ballad of Buster Scruggs (Ethan og Joel Coen 2018 133 min)
Bird Box (Susanne Bier 2018 124 min frá 21/12)
The Lobster (Yorgos Lanthimos 2015 119 min)
The Other Side of the Wind (Orson Welles 2018 122 min)
The Ballad of Buster Scruggs (Ethan og Joel Coen 2018 133 min)
Bird Box (Susanne Bier 2018 124 min frá 21/12)
The Lobster (Yorgos Lanthimos 2015 119 min)
Gleðilig Flixjól!