Skip to main content

Nepenthe í Big Sur





Birgir og Hanus á altanuni í Nepenthe við høgum útsýni yvir Kyrrahavið. Vit siggja fasaduna móti havinum, inngongdina til matstovuna og barrina í Nepenthe (Myndir: Hanus og Birgir Kruse)

Nepenthe eru eini sjáldsom hús við høvuðsvegin Highway 1 í Big Sur. Húsini eru úr stórviði, upprunaliga bygd sum skótahús í 1925 og umbygd í 1947, tá húskið Fassett keypti tey og lat Rowen Maiden, ið arbeiddi hjá Frank Lloyd Wright, umskapa alt økið til eina organiska heild í stórum brattlendi við fríum útsýni yvir Kyrrahavið.

Síðani Beach Boys sólaðu sær her og hippie-rørslan seinni blómaði á hesum staði í 60’unum, eru Big Sur og Nepenthe vorðin ein spennandi staður, ið dregur nógv ferðafólk til sín.