Hetjurnar frá Alamo í 1836 síggjast víða í Texas. Her verða nevnd tvey dømi. Við stóra og prangandi ráðhúsið í Austin er standmynd reist fyri teim falnu hetjunum í Alamo. Á einu súluni sæst herðliðið hjá David Crockett, har danski Zanco sæst niðast.
Á hotellinum Ambassador í Amarillo er søguliga brævið hjá William Barret Travis, sum biður um hjálp at verja The Alamo í 1836, endurgivið.