Býlingurin liggur soleiðis fyri, at hann er millum bygd og bý. Tú kanst ganga av vegnum úti við Strond og niðan í Fútalág og eftir lítlari løtu vera í býnum. Ella hin vegin. Úr býnum og út á bygd. Nógv fremmandafólk ganga henda túrin við hundi gjøgnum Tórsbyrgi. Og í tiðnandi kavanum skapar hundalortur ein heilt egnan grafikk.