Skip to main content

Málbøtandi krónur


Á hvørjum ári verður hildin ein móðurmálsdagur, 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs (1819-1909). Hesi seks: Sosialurin, Dimmalætting, Kringvarpið, Nám, Føroyska Málnevndin og Mentamálaráðið, leggja nú lunnar undir fyrsta tiltakið, sum er opið fyri øllum, ið fáast við føroyskan tekst, til fólk flest í almenna rúminum.

Sprotin og Bókadeild Føroya Lærarafelags, Landsbókasavnið og íslendska konsulátið í Fútastovu stuðla ætlanini.

Til tess at gera dagin sjónligan, verður ein Móðurmálsvirðisløn latin á hesum degi, 25. mars. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at ein málvirðisløn verður handað. Í 2010 varð Dagur málsins hildin, og ein Málrøktarvirðisløn varð handað Jóhan Hendriki W. Poulsen.

Nú er ætlanin at lata eina regluliga Móðurmálsvirðisløn á føðingardegi Hammershaimbs. Í ár verður ljós varpað á føroysku miðlarnar og tann góða tekst, ella ta góðu talu og samskifti, sum har er. Miðlar skulu fatast í breiðari merking, sum eisini kann fevna um fløgur og annað í almenna rúminum.

Áðurnevndu seks partar gera í sínámillum samskifti av, hvør fær virðislønina, innan tað evni, sum hetta árið er avtalað og sum verður mett virðislønarvert. Onnur ár kunnu verða onnur evni, ið seta karm um móðurmálið.

Virðislønin í ár er 12.000 krónur frá stigtakarunum og 13.000 frá Mentamálaráðnum, til samans 25.000 krónur.

Tær 12.000 krónurnar koma soleiðis fram, at hvønn mánað eigur at verða hugsað um túsund málbøtandi krónur, sum verða settar til viks, til samans 12.000 eftir einum ári. So leggur Mentamálaráðið omaná.

Móðurmálstiltakið verður sunnudagin 25. mars í Fútastovu í Gongini í Havn, og í Nýggjustovu, har Hammershamb búði og hevði bond í báðar ættir, hóast hann var føddur á Steig í Sandavági.