Skip to main content

Hvussu verður ein føroyskur samleiki í tónleiki skaptur og marknaðarførdur?


Í dag hitti eg kanadiska Joshua Green, sum er úr New Brunswick á kanadisku eysturstrondini, beint innanfyri Prince Edward Island og sunnanfyri Nýfundland. Sjálvur hevur hann búð í St. John’s og eisini í Føroyum eitt skifti í 2011, tá hann fekk Sprotan áhugaðan í at geva út Music-making in the Faroes (2013).

Eftir at hava tosað við tónleikarar í Runavík og í Studio Bloch, vildi Joshua í dag tosa við meg um countrytónleik í Føroyum, upprunan til dansiorkestur á bygd og í bý, um ølklubbar í Havn, og um Útvarpið og tónleikasendingar har.

Orsøkin til at Joshua vitjar aftur í Føroyum er, at hann er PhD lesandi í ethnomusicology við Memorial University of Newfoundland, og hevur sett sær fyri at kanna tónleikapallin í Føroyum.

- Yvirskipaða evnið í ritgerðararbeiðnum er, hvussu ein føroyskur samleiki í tónleiki verður skaptur og marknaðarførdur. Frammarlaga verður eisini ein djúptøkin viðgerð av tí, sum eg kalli mentanarligi infrastrukturin í Føroyum. Við øðrum orðum stuðulsskipanin, sum er fyri tónleikarar her í landinum, sum eisini skal fevna um Musikkskúla og tónleik í skúla, venjingarmøguleikar, tónleikastuðul, til dømis Mentanargrunnur landsins og so framvegis. Eg vóni eisini at kunna gera samanberingar við kanadiskar skipanir. At náa øllum hesum, ferðist eg um oyggjarnar at tosa við tónleikarar, myndugleikar, lærarar og onnur, sigur Joshua.

Hyggja vit í bókaskránna hjá Sprotanum, so sæst hesin enski samandrátturin fyri pappírs- og e-bókina hjá Joshua Green Music-making in the Faroes:

Based on three months of research in Tórshavn and around the rest of the Faroes, this book examines contemporary Faroese popular music and focuses particularly on the experience of being a musician in the Faroes. Drawing on extensive interviews with prominent and up-and-coming figures in a variety of genres from country music to heavy metal, this book presents a snapshot and analysis of several areas of Faroese musical life as it existed in late 2011.