Magnus frá 62 Norður hevur funnið vinnaran - Elias Thorsteinsson - sum sjálvur annar sleppur til Reykjavikar t/r við ferðaskrivstovuni 62 Norður.
Vinnarin varð funnin eftir at filmurin Captain Fantastic hevði verið vístur í gjárkvøldið.
Tað var formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, sum innleiddi nýggja og vælumtókta filmin við Viggo Mortensen. Captain Fantastic var seinasti filmur á Filmsdøgum í Felag.
Nú fer Filmsfelagið undir regluligu skránna mikukvøld í Havnar Bio.
Fyrsti filmur hesa vetrarhálvuna er danski heimildarfilmurin Dem vi var, har Teitur hevur gjørt tónleikin.
Filmurin verður sýndur mikudagin 21. september kl 20, tá Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum fer at innleiða sýningina.