Hatta var ein góð sending. Soleiðis verður onkuntíð sagt samtykkjandi í sjónvarpsstovuni. Tá fleiri í ymsum aldri eru inni, so er tað tekin um dugnaskap at finna fakta, at siga søgur, at handfara tøkni og at duga at síggja móttakara-segmentið, sum marknaðarfólk siga. Rætta sending til røttu tíð. Tað dugdu Suni Merkistein og hansara lið av sjónvarpsfólkum bæði her í landinum og í Noregi í kvøld.
Sendingin um dupulta sjalusimorðið í Havn fyri 50 árum síðani er nú farin um alt landið, og hevði Kringvarpið ein teljara, so hevði hann helst sett met í kvøld, so stórur hevur áhugin verið fyri júst hesi sending.
Við fakta á borðinum varð skrúvað upp fyri øllum kensluregistarinum. Og júst hetta er kanska hin heilt serliga reportasjutraditiónin hjá Suna, antin tað snýr seg um 66-liðið hjá KÍ, Beatles í Liverpool ella móðurmálið og Merkið. Fyrst at finna hard core fakta, og so at balla alt inn í eitt frásagnarlig fiktiónsamboð, fyrst og fremst samtíðartónleik. Ein metoda, sum ikki hóvar øllum journalistum, sum síggja reytt, tá filmisk frásagnarsnildi, sum bara hava til endamáls at forføra og nema kenslurnar, verða brúkt at siga turtfaktuella fakta, ið varð staðfest eins og andlát sambært verifiseraðu politirapportini við klokku. Einki meir. Sjálvur haldi eg at blandingssjangran hjá Suna stóð seg serliga væl í kvøld, tá samtíðarpoppur varð brúktur tjúkt og effektivt at lýsa heimstaðin, hugnan - og sjálvan kvinnuliga høvuðspersónin Ann.
Javnaldrandi vinkonurnar vóru fantastiskar at lýsa afturlatna føroyska samfelagið og fremmanda gestin, sum tær tók til sín, og afturfyri vórðu forloystar í eini nýggjari tilveru beint á heimrustini. Eitt ævintýr, loyst úr lagdi mitt í okkara egna veruleika, men við deyðiligum útgangi. Tí søgan, tí drívkraftin og viljan at siga hesa søgu, sum ikki er uttan norðurlendskt marknaðarpotentiali.
Tveir sentralir menn, sum søgdu frá í endanum, annar um sjálvan skottilburðin og hin um jarðarferðina, sóust ikki, og vóru kanska seinastu sensurstrokini innan sent varð. Konan úr Vík, sum búði í húsunum, har morðið fór fram, var so skakað av hendingin, at hóast upptøkan var ørstutt, stóð hon í filmiskari effekt sterkast eftir í mínum minni.
Parturin við mannliga sálarfrøðinginum virkaði eitt sindur uppáklistraður og ómotiverað langur og belærandi. Ístaðin fyri at vera við í sjálvum dokumentarfilminum, hevði tað post-reflekterandi prátið riggað best í studio eftir sendingina. Og so sóu vit bara hin eina gravsteinin. Eg má siga, at fult so stóran samhuga hevði eg við føroyska offrinum fyri lívskátu fremmandu femme fatal kvinnuni, ið hevði valt at verða sín egin og ongan annans, men sum tó kom á hansara leið. Soleiðis krossast lagnur og skapa søgur fyri eftirtíðina, treytað av at vit lata upp fyri teimum, søgunum úr okkara egna veruleika.
Hetta var eitt innbjóðandi og upplýsandi tíðardokument frá fyrstu tíðini, tá fleiri kvinnur koma á føroyska arbeiðsmarknaðin, ungdómur er defineraður sum bólkur við egnum pengum og brúkaramynstri, og ikki minst at vit fyri fyrstu ferð bæði eiga almenn skjøl hjá myndugleikum, og privatar Super 8 upptøkur hjá vanligum arbeiðandi fólki. Tá fær søgan fólksligar røtur. Skal hon ikki ótamd liva sítt egna lív, so krevst at Kringvarpið av og á ger ein vørr, júst sum í hesum føri.
Sum sjónvarpsdokumentarisma úr nýggjara partinum av okkara egnu og kollektivu Føroyasøgu, er hetta hástøkk. Absolutt hástøkk!