Sum greitt frá í tveimum bloggum er ónøgd millum nýstovnaðu Leiklistafylkingina 2020 og Leiklistaráðið um leiðsluna av Tjóðpallinum. Heilt spesifikt snýr tað seg um kravið um áramálssetan, ið verður ein trupulleiki, tá setanin í fýra førum hevur verið longd, og hildið hevur verið fram við somu leiðslu, óbrotið. Í dag svarar Leiklistafylkingin forkvinnuni í Leiklistaráðnum, sum hevur verið í Kringvarpinum og greitt frá um gongdina í málinum, nú skeiðið hjá Leiklistaráðnum eftir ætlan er runnið út:
Leiklistaráðið tulkar lógina um Tjóðpall Føroya á sín egna hátt
Nú 22 fakfólk og 6 leikbólkar mótmæla stjórasetanina á Tjóðpalli Føroya, er kreppa á leiklistaøkinum. Kortini stendur Leiklistaráðið við síni avgerð um at seta sama stjóra fyri fjórðu ferð. Starvið er, sambært lógini, eitt listaligt starv, sum er áramálsett. Men Leiklistaráðið hevur vigað aðrar førleikar tyngri og hevur ikki virt áramálsetanina. Stjórin skal, sambært Leiklistaráðnum, hava hjálp til bæði tað listaliga, til at betra um samskifti við leiklistaøkið og til at orða visjón.
Leiklistin í kreppu í eitt hálvt ár
Uppgávan hjá
Leiklistaráðnum fevnir sambært lógini um Tjóðpall Føroya eitt nú um:
T§ 3. Leiklistaráðið setir stjóra og loysir úr
starvi stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Stjórin er áramálssettur.
Til
stjórasetanina 2015 valdi Leiklistaráðið at víkja frá siðvenju á
mentanarøkinum, sum er at tílíkar áramálsetur eru í mesta lagi tvær setur, við
í mesta lagi møguleika fyri hálvari setu afturat.
Longu tá gjørdi
Leikarafelag Føroya (t.e. fakfelagið hjá yrkisleiklistafólkum) vart við,
at stórur partur av økinum ikki tók undir við hesi avgerð. Nú sami stjóri fyri
fjórðu ferð 14.02.2020 varð settur á Tjóðpalli Føroya, varð Leiklistafylkingin
2020 sett á stovn. Limir í fylkingini eru meginparturin av føroyskum
yrkisleiklistafólkum. Leiklistafylkingin 2020 mótmælir, at áramálsetanin í
lógini ikki verður vird. Áramálsetanin er hornasteinur í tí
leiklistafatan, sum lógin hvílur á. Leiklistafylkingin 2020 ger vart við, at
tað er fakliga óforsvarligt, at einasta føroyska yrkisleikhús hevur ein og sama
stjóra í 20 ár. Leiklistaøkið
er í eini kreppu, sum hevur staðið við og er versnað síðani 14.02.2020.
Væntandi samrøða endar við almennum mótmæli
Eftir fyrst at
hava roynt at fáa Leiklistaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið á tal um
hetta og uttan at tað eydnaðist, sendi Leiklistafylkingin tann 28.03.2020
mótmæli til Leiklistaráðið og UMMR. Har varð grundgivið bæði fakliga og
við støði í lógini fyri mótmælinum. Ein fundur varð loksins hildin millum
Leiklistaráðið og umboð fyri fylkingina 6. august 2020. Ein fundur, sum
fylkingin ynskti fyri at hoyra sjónarmiðini hjá Leiklistaráðnum. Leiklistaráðið
hevði sjálvt spurningar, sum ikki vóru í skránni og fór allur fundurin við at
fylkingin svaraði hesum. Fundurin varð slitin við lyfti um framhaldandi fund.
Endaliga breyt Leiklistaráðið avtaluna um fundarframhald, har tey svaraðu
spurningum frá fylkingini. Leiklistaráðið metti seg at hava hoyrt nokk frá
Leiklistafylkingini 2020. Nú, sjey mánaðar seinni er sostatt enn einki stig
tikið til broyting og tískil hevur Leiklistafylkingin 2020 sent út alment
mótmæli mánadagin 28.09.2020. Sama dag greiddi talsfólkið hjá fylkingini,
Gunnvá Zachariasen, frá støðuni í tíðindum hjá KvF á middegi. Í tíðindunum sama
kvøld kl. 18.00 svaraði Ingibjørg Berg, forkvinna í Leiklistaráðnum,
aftur.
Leiklistaráðið tulkar áramálseting sum eftirmeting
Ingibjørg Berg,
forkvinna í Leiklistaráðnum, sigur soleiðis í samrøðu við KvF 28.09.2020: “.....at
tað nokk er eitt signal í, at man í hvussu so er skal eftirmeta fimta hvørt
ár.” Sitandi Leiklistaráð, har fleiri limir ikki eru fakfólk,
tekur sostatt ræði á lóggávuni sjálvari og tulkar áramálsetan sum eftirmeting.
Væntandi
eftirmetingar er júst ein trupulleiki. Hóast Leikarafelagið áður hevur
gjørt vart við trupulleikar á Tjóðpallinum, so hevur stovnurin ikki verið
eftirmettur í 15 ár. Leiklistarráðið hevur ongar eftirmetingar gjørt av
arbeiðsumstøðum og arbeiðsgongdum á stovninum, hvørki yvirskipað ella í
mun til uppsetingar hjá Tjóðpallinum ella av eksternum samstørvum við Tjóðpallin,
t.e. av uppsetingum, har fríyrkisleikbólkar hava verið á Tjóðpallinum og
framført síni verk. Tað er tí ógreitt, hvørja eftirmeting stjórasetanin
byggir á.
Ingibjørg Berg flytur fokus yvir á stjóran
Ingibjørg Berg
svarar ikki kritikkinum av Leiklistaráðnum í útvarpstíðindunum. Hon flytur
fokus yvir á stjóran og samanberingar, tey hava gjørt við aðrar umsøkjarar. Á
henda hátt noyður Ingibjørg Berg samrøðuna inn á førleikarnar hjá sitandi
stjóra. Og nýtur í síni argumentation eina vitan, sum ongin kann fáa innlit í,
nevnliga samanberingar við aðrar 14 aðrar umsøkjarar.
Grundgevingin fyri setta stjóra ikki samanhangandi
Í skrivi til
Leiklistafylkingina 27.04.2020 ger Leiklistaráðið greitt, at tey hava sett ein
stjóra, ið tørvar hjálp til fleiri kjarnuuppgávur - eitt nú:
Hjálp til tað listarliga arbeiði
Tey vísa á, at
longu í setanarsamrøðuni hevur verið talan um at seta eitt listaráð á
Tjóðpallinum. Tað er rætt, at leikhús ofta hava listaráð (dramaturgiat), men
ongantíð fyri at kompensera fyri væntandi leiklistafakligar førleikar hjá
stjóranum. Tað krevur ein listafakliga sterkan stjóra at arbeiða við einum
fakligt sterkum listaráði.
Hjálp til samskifti við økið
Í sama skrivi
tann 27.04.2020 ger Leiklistaráðið greitt at: “...ráðið saman við stjóranum skal gera eina
ætlan fyri, hvussu Tjóðpallur Føroya fær betur og dyggari samskifti við
leiklistina og onnur lista- og mentanarøki í Føroyum…..” At vit hava eina so stóra kreppu í dag á
leiklistaøkinum eru tíanverri tekin um, at samskiftið við økið er farið av
sporinum fyri langari tíð síðani.
Hjálp til visjónina
Leiklistaráðið
almannakunngjørdi í KvF, tá ið tey settu stjóran tann 14.02.2020 at: “
... viðkomandi (stjórin. red.) hevur visjónir og greiðar hugsanir um føroyska
leiklist og framtíðar føroyska Tjóðpallin.”
Tað eru nú sjey
mánaðar síðani stjórasetanina, og enn hevur hvørki leiklistaøkið ella
almenningurin frætt nakað um visjónir ella greiðar hugsanir um, hvørja
visjón Tjóðpallurin hevur um føroyska leiklist og framtíðar føroyska
Tjóðpallin. Tá Leiklistafylkingin 2020 loksins fekk ein fund í lag við
Leiklistaráðið tann 06.08.2020 spurdi hon ráðið, hvør visjónin er. Eingin
av ráðslimunum kundi greitt svara hesum spurningi, men boðaði Ingibjørg Berg,
ráðsforkvinna tó frá, at tey nú skulu í gongd við at orða eina visjón saman við
stjóranum.
Leiklistaráðið velur sostatt at seta ein stjóra, sum tey meta bæði hevur tørv á hjálp til tað listaliga arbeiði frá einum listaráðið, umframt hjálp frá Leiklistaráðnum til at fáa betri samskifti við leiklistaøkið og til at orða eina visjón.
Fríyrkisbólkar nýttir í grundgevingini
Í tíðindunum hjá
KvF tann 14.02.2020 verður lagt til grund fyri setanini at ”...stjórin
hevur tryggjað samstørv við leiklistaøkið.” Vit vilja gera vart við,
at ikki eitt einasta av teimum samstørvunum, ið bólkarnir í Leiklistafylkingini
2020 hava verið partur av, eru “tryggjað” av stjóranum. Bólkarnir hava allir
sjálvir tikið stig tisamstørvini, sum hava verið. Bólkarnir hava sjálvir skaffa
alt frá fígging til koncept til tekst/evni til listafaklig starvsfólk til
eksterna samskiftisstrategi og ikki minst altjóða netverk. Bólkarnir hava
vent sær til Tjóðpallin, tí ongin annar pallur við leiklistarligum hentleikum
er í Havn. Leikbólkarnir í Leiklistafylkingini 2020 eru ongantíð
bodnir til eftirmetingar av hesum samstørvum.
Misvísandi samanbering av leikhúsum
Ingibjørg Berg
sigur víðari í samrøðu við KVF 29.09.2020: “...vissi vit samanbera við
Tjóðpallar aðrastaðni, so er stjórastarvið í størri leikhúsum býtt upp í tvey;
tú hevur ein fyrisitingarstjóra og ein listaligan stjóra...og eina stóra
fyrisiting afturat”....(citat endar) Hendan samanbering er ikki
serliga hóskilig, tíansheldur brúkbar. Um samanbering skal gerast, eigur
samanberingin at vera við leikhús við samanberiligum kørmum, fram um hvønn
status tey hava (t.e. sum national-, økis- ella býarleikhús). Tey leikhús, sum
hava á leið somu játtan og kunnu rúma á leið sama tal av áskoðarum. Gera vit
tað samanberingina, so finnast fleiri leikhús í okkara grannalondum, sum hava
fleiri føst starvsfólk. Sum oftast er tvístreingjað leiðsla raðfest við einum
listaligum og einum umsitingarligum leiðara, har tann listaligi hevur seinasta
orðið. Hetta er júst tað lógin um Tjóðpall Føroya setur út í kortið í 2003, men
hetta er ongantíð gjørt. Tvístreingjað leiðsla tryggjar dynamik og
áramálsetanin tryggjar endurnýggjan og nýhugsan, ið er ein sera sterkur og
virdur tanki innan leiklistina alla aðrastaðni. Áramálsetan er einasti máti,
sum har umframt kann tryggjað, at listafakliga tilfeingið verður troytt á besta
hátt.
Hví var setanartilgongdin so drúgv?
“Hetta starvið
krevur eina sovorðna fjølbroytta viftu av førleikum og tí bleiv eisini
tilgongdin hjá okkum drúgv “ sigur Ingibjørg Berg í somu samrøðu við Kvf tann
29.09.2020. Ein onnur orsøk til at setanartilgongdin gjørdist drúgv, er,
at undir tilgongdini kemur undan kavi, at ráðið er ikki fullmannað. Einki
starvsfólkaumboð frá Tjóðpallinum hevði verið í Leiklistaráðnum í eitt ár, og
sostatt varð hetta starvsfólkaumboðið ikki við til at gera starvslýsingina
og heldur ikki til innleiðandi setanarsamrøður. Leikarafelag Føroya gjørdi tá
bæði UMMR og Leiklistaráðið vart við hetta, og bað um at setanartilgongdin varð
støðgað, til greiða varð fingin á málinum. Hetta var sostatt lutvíst orsøkin
til, at tilgongdin gjørdist so drúgv. Ein onnur orsøk var, at
Leikarafelag Føroya í desember 2019 tvíhelt um, at umsóknarfreistin skuldi leingjast,
og at eisini skuldi lýsast eftir stjóra uttanlands. Tað er tí ikki
heilt dekkandi, tá ið Ingibjørg Berg sigur, at setanartilgondin gjørdist drúgv
vegna arbeiði við metan av umsøkjarunum.
Leiklistaráð við veikum leiklistafakligum førleikum
Omanfyri nevndu
viðmerkingar og dømi geva eina greiða mynd av einum Leiklistaráði, sum
hvørki hevur kunnleika ella fakligar førleikar, ið eru avgerandi fyri at
vera før fyri at seta ein stjóra á einum yrkisleikhúsi. Uttan at samskifta við
fakkunnleikan á leiklistaøkinum, uttan nøktandi at
hava eftirmett virksemið á Tjóðpallinum, síðan hann varð stovnaður, uttan at
leita sær ráðgeving frá serkønum, velur Leiklistaráðið at endurseta sama
stjóra, hóast ráðið í fleiri førum hevur fingið fráboðanir um trupulleikar
á stovninum. Tískil er mótmælið
hjá Leiklistafylkingin 2020 vent móti Leiklistaráðnum.Leiklistaráðið hevur ikki gjørt sítt
arbeiði til lítar.
Leiklistafylkingin 2020 ger vart við:
- Starvslýsingin
eftir stjóra speglar ikki eitt nøktandi fakligt støði, tá ið talan er um
eitt yrkisleikhús.
- Ongin
greið visjón fyri, hvat ynskt verður av einum tjóðleikhúsi, er orðað í
starvslýsingini.
- Ongin
greið visjón fyri, hvat ynskt verður av einum leiðara á hesum
mentanarstovni, er orðað í starvslýsingini.
- Tíðarætlanin
fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum líkist tí, ið
vanliga verður brúkt á yrkisleikhúsum fyri at tryggja eina góða og
smidliga yvirgongd, tá ið fyristingin fer úr hondunum á einum stjóra í
hendurnar á einum øðrum. Vanlig mannagongd, á einum leikhúsið, er at hava
eina yvirgangstíð uppá minst eitt hálvt ár. Í yvirgangstíðini
setur fráfarandi stjórin nýggja stjóran inn í fyrisitingina og annað sum
er neyðugt hjá nýggja stjóranum at læra seg um starvið og
stovnin. Tað er eisini vanligt at fráfarandi stjórin virkar í starvi
sum ráðgevi í eina tíð eftir at nýggi stjórin hevur tikið við og
fráfarandi stjórin er farin.
- Leiklistaráðið
sigur í skrivi til Leiklistafylkingina tann 27.04.2020: “Setanarsamrøðurnar
vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti við frammanundan avgjørdum
spurningum. Hetta fyri at hava eitt hóskandi samanberingargrundarlag undir
avgerðini.” Hvør er tann siðbundni leisturin? Somu fólk ganga
aftur í Leiklistaráðnum síðani tað varð sett á stovn. Føroyar hava bert
eitt yrkisleikhús. Tískil hava vit ongan siðbundnan leist her. Tann
leisturin Leiklistaráðið hevur brúkt er ikki siðbundin innan setanir av
leikhússtjórum aðrastaðni.
- Starvfólkaumboðið
fyri Tjóðpallin hevur ikki verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur
hendan røddin ikki verið við til at orða starvslýsing ella verið við í
setanartilgongdini. Tey sum hava vitað av at umboðið manglaði hava ikki
tryggjað at annað umboð kom inn í staðin.
- NEO PI 3 vóru gjørdar av eksternum ráðgeva. At hava gjørt eina test er í sjálvum sær ikki ein góðskutrygd. Hvørjar eginleikar í testúrslitunum er dentur lagdur á? Hvussu er mett um hvørjar eginleikar ein leikhússtjóri skal hava?
- Senda trupulleikarnar víðari til komandi Leiklistaráð:
Sambært lógini
skal sitandi Leiklistaráð leggja frá sær tann 01.10.2020.
Leiklistaráðið
sjálvt metur, at ráðið hevur gjørt tað rætta, uttan at tey hava haft nakað
samskifti við fakfólkini - hvørki tey, sum hava verið í tíðaravmarkaðum
størvum á Tjóðpallinum tey seinastu fimm árini, tey sum hava
verið virkin á leiklistaøkinum seinastu 15 árini, ella tey sum ongantíð
hava fingið bjóðað arbeiði á Tjópallinum, og tískil hava eygleitt stovnin
uttanífrá. Øll hesi eru útbúgvin yrkisleiklistafólk við hollum royndum og
viðurkenningum herheima og uttanlands. Tað er okkara øki, sum er í kreppu og
nýggja Leiklistaráðið arvar sostatt eina álvarsliga kreppu. Talan er um økið
hjá okkum, sum hava valt leiklistina sum lívsyrki. Talan er um Tjóðpall Føroya,
ein mentanarstovn, sum eigur at verða umsitin við tign og virðiligheit.
Yvirlýsing frá Leiklistafylkingini 2020
- Vit vilja taka ábyrgd.
- Vit vilja leiklistini og Tjóðpalli
Føroya tað besta og mótmæla tí avgerðini at seta sama stjóra á Tjóðpalli Føroya
fýra ferðir.
Fyri okkum øll snýr hetta seg um, at tað grundleggjandi er
skeivt og fakliga óforsvarligt at seta sama persón í 20 ár, óansæð hvør hesin
persónur er og hvørjar einastandandi førleikar viðkomandi kann hugsast at hava.
Tjóðpallur Føroya skal ikki stirðna og verða bundin at
einum og sama persóni í áratíggu. Tí hevur lógin um Tjóðpall Føroya innbygt ta
trygd, at stjórin er áramálsettur. Stjórin skal skifta.
- Tað skulu verða sterkar grundir fyri
IKKI at skifta stjóra. Einans um tey, ið hava besta fakliga innlitið staðiliga
og við góðum og óreingiligum grundgevingum heita á Leiklistaráðið um at seta
sama stjóra triðju ella fjórðu ferð, eigur hetta at verða gjørt. Og bara tá.
- Tað er vandamikið fyri ein so
lítlan stovn, at vera tengdur at einum og sama persóni í 20 ár. Kortini hevur
Tjóðpallur Føroya havt ein og sama stjóra alla sína livitíð.
Tí er Leiklistafylkingin 2020 ímóti.
Leiklistafylkingin 2020
Vinaliga
Leiklistafylkingin 2020
Í bókstavarað:
Eintaklingar:
Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie,
A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF
Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg
Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Vár Berghamar Jacobsen, dramaturgur og sjónleikari, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Leikbólkar:
Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010
GUT//Productions, stovnað í 2015
InTime Teater, stovnað í 2014
Leikhús Skift, stovnað í 2005
Teatur Grugg, stovnað í 2009
TVAZZ, stovnað í 2006