Skip to main content

Menniskjaflokkurin


Menniskjaflokkurin, soleiðis varð Føroya fremsti politiski flokkur nevndur í einum útvarpsleiki fyri mongum árum síðan, so langt síðan, at John Lennon enn ikki var myrdur. Síðan eg hoyrdi, at hesin leiðandi flokkur í føroyskum politikki, sum fyrst hevur stolið okkara pensiónir, síðan ætlar at privatisera Bústaðir og at flyta fátøk í Havn til Kalsoynna, og sum tað nýggjasta fer at hækka okkara gjald til Heilsutrygd og dýrka medisinið til sjúk og avlamin og at skerja gjaldið til tey í tillagaðum starvi, fari eg at bestemma meg til, at kalla hann soleiðis. Menniskjaflokkin. Einki annað enn Menniskjaflokkin. Í hesum vali liggur eisini ein gamaltestamentlig projisering, sum er tikin úr eini føroyskari skaldsøgu, Bommhjarta eftir Jóanes Nielsen, um at biðja ilt yvir tey, ið av maktgirnd gera sær dalt av øðrum. Henda projiseringi ákallar samstundis allar Bølbiðjarar heimsins, sum eru ein tvørkirkjulig samskipan av øllum, ið taka seg saman at biðja ilt yvir tey, ið eru øðrum til ólukku, bara fyri at ríka seg sjálvan. Menniskjaflokkurin skal verða navnið og hvørja ferð eitt umboð fyri Menniskjaflokkin kemur á mína leið, skal eg í bøn kalla allar bølbiðjarar at banna hennara ella hansara leið, umboð Menniskjafloksins. Fyrsta dagin verður skipað fyri landsmøti fyri bølbiðjarum á Tinghúsvøllinum. Tá verður biðið fyri Menniskjaflokkinum.