Skip to main content

Eftir jólaseyði

Í dag kom Sigfríður við árliga jólaseyðinum, trý veðurlambskrov. Av onkrari orsøk minnist eg hesa árins tíð, altíð eina gamla yvirskrift: "Eftir jólaseyði", uttan at hava hóming fyri hví. Fór í ár at leita, hvaðani hon stavar, og fann heitið í eini skúlabók hjá Mariusi Johannesen frá 1954. Heitið er Skrivligt føroyskt og bókin er ætlað sætta og sjeynda flokki at arbeiða við í móðurmálsundirvísingini í tátíðarsamfelagnum. Hvør einstakur tekstur, ella tími, er ætlaður at verða brúktur í einum undirvísingartíma. Hetta er ein sonevndur frásagnarstílur:

Í eini revideraðari útgávu, sum eg finni á Google Books, eru 88 tímar. Stuttligt úrval, sum byrjar við at definera tíð. Í roynd og veru er tað við aldrinum, at gamlar bøkur blíva góðar og hugvekjandi at blaða í, púra uttan myndir og sans fyri grafikki. Fyrr og í samtíðini vóru tær knapt so góðar. Hvar aktuelli jólaseyðurin av Eiði hevur gingið, sæst á niðru myndini. Tað er millum áirnar, sum eru millum Svínabotn og Slætnabrúnna.