Skip to main content

Minari - 100 virðislønir

Mikudagin fimta mai fer Filmsfelagið at vísa biograffilmurin Minari, sum er um eitt koreanskt húski, ið flytir til USA í 1980’unum. Hjúnini, Jacob og Monica, sum eru farin úr Korea, vilja finna eydnuna í nýggja heiminum, har allur upprunin til hugtakið the American dream er at finna. Eftir at hava stríðst við høsnarungum í California í nøkur ár, flyta tey til Arkansas, har Jacob vil verða bóndi og fara undir egið landbrúk. Monica er ikki fegin um avgerðina. Henni dámar lítið, at tey aftur skulu byrja á berum, hesu ferð úr einum gomlum bussi. Men hon uggar seg við at mamman, Soonja, skjótt kemur úr Korea at hjálpa teimum og at vera um børnini. Men hjá tilflytarum og hesum niðursetufólkunum úr Korea er lívið á bygd í USA ein kørg og avbóðandi tilvera, sum tó eisini hevur gleðistundir. Minari, sum er koreanskt orð fyri sellarí, ið verður sett í amerikanska jørð, byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung. Hann er ættaður úr Korea, men er føddur í Denver, Colorado í 1978. Í høvuðsleiklutinum sæst Steven Yeun, sum er kendur úr virðislønta filminum Burning og sjónvarpsrøðini The Walking Dead

Minari hevur í løtuni vunnið ikki færri enn hundrað altjóða filmsvirðislønir og er í uppskoti at fáa aðrar 210 virðislønir, teirra millum 6 Oscarvirðislønir, ið eru tær, sum mest virði er í. 

Tað er í kjalarvørrinum av amerikansku rørsluni Black Lives Matter, at fólk har í landinum nú eisini eru farin at savnast undir herrópinum Stop Asian Hate, tí fólk av asiatiskum uppruna eru fyri so stórum ágangi í USA. 

Kinesiska Chloé Zhao er ein teirra. 

Hon gjørdi amerikanska filmin Nomadland, sum higartil hevur fingið 216 altjóða virðislønir, og sum eisini er í uppskoti at fáa 6 Oscarvirðislønir. Filmsfelagið vísti Nomadland 7. apríl.

Atgongumerkjasølan til Minari er byrjað á netinum og við skivuna í Havnar Bio.