Kendasti filmur hjá Bergman er helst Persona frá 1966, har Liv Ullman spælir móti Bibi Andersson. Ein ótømandi kelda av evnum, beint til psykoanalysuna hjá Jung og øllum hinum eldru og núlivandi á sofuni, eisini dansktlærarum her hjá okkum.
Í filminum er hin fyrra sjónleikarin Vogler, sum hevur strikað taluna - er hildin uppat at tosa - og hin seinna er sjúkrasysturin Alma, ið er um hana og tosar alla tíðina. Og so er ein sonur.
Helst kunnu vit savna so nógvar leikstjórar sum helst, biðja teir koyra tematisk leikevni, ið kunnu takast fram á einum palli, alt samalt í eina spann, og tú hevur ein bucketlist av Persona hjá Bergman. Tað er so mítt varisliga git. Ótømandi leikur.
Nú hevur fremsta filmstevna í Norðurlondum, hon í Göteborg, saman við Bergmanstovninum og SF Studios, sum eiga filmin, gjørt av at brúka vitlíki, artificial intelligence, ella KÍ kunstig intelligens, sum tey siga í heimlandinum hjá 84 ára gomlu Liv, at endurskapa filmin. Halgibrot, siga tey flestu. Men bíða nú eitt bil.
Við genereraðu tøknini, sum finnar kalla tekoäly, verður norska Liv skvisað burtur og erstattað av hálvt so gomlu Alma Pöysti. Legg til merkis, at hennara veruliga finska navn og fiktiva navnið á svenska mótspælaranum, Bibi, sum 83 ára gomul fór úr tíðini í 2019, er tað sama. Alma. Sum Alma Mater, ella hvønn symbolikk vit skulu leggja í navnið Alma, nú tað verður kasta upp í loft og tikið niður aftur við vitbornum líki, vitlíki, sum á Setrinum.
Í veruliga partinum av syntetiska nýfilminum Another Persona standa nú hin staðfesti og sementeraði leikluturin frá 1966 sum Alma, og navnsnevnda finska Alma yvirav hvørji aðrari. Alt samalt í besta forstáilsi, at vísa á, hvussu vitlíki verður, ella kann verða, brúkta í palllist og á filmi. Eftir deep fake sýningina, sum bara verður einaferð, a one night stand only, fara aldrandi Liv og unga Alma, at tosa um nýggju tøkniligu avbjóðingarnar og møguleikarnar.
Jan Holmberg, sum stjórnar The Ingmar Bergman Foundation, sigur í tíðindaskrivi í dag: “We at The Ingmar Bergman Foundation and SF Studios think that Another Persona is a brilliant project. ‘Every intonation is a lie, every gesture a forgery,’ it is said in Bergman’s 1966 film. This becomes even more true now.”
Jonas Holmberg, sum er listarligur leiðari á filmstevnuni í Göteborg, sigur í sama tíðindaskrivi, at “The discussion about acting, masks, and authenticity that has made Persona a classic has been urgently reactivated by technological advancements. We want to add an artistic and existential dimension to the discussion, and we want to do it by engaging with Ingmar Bergman’s incomparable film. Another Persona will be a uniquely thought-provoking and quite unsettling cinematic experience.”
Unga finska Alma Pöysti, sum við vitlíki skal setast inn í filmin og erstatta Liv Ullmann, sigur í sama tíðindaskrivi: ”The idea behind Another Persona is fascinating from an actor-existential standpoint, with philosophical, technical, moral, and copyright dimensions. Bergman and Ullmann are idols, and Persona is a masterpiece. So, I approach the source material with great humility and respect. Venturing into the AI world is like setting out into unknown territory without a map.”
Sum at ferðast inn í eitt ókent land uttan kort og kumpass.
Eitt framúr avvápnandi marknaðarátak, sum samstundis setir Göteborg Film Festival, sum verður í døgunum 26. januar til 4. februar 2024, ovast á breddan í øllum filmstíðarritum.
Vitlíki og listarligt arbeiði, verður evnið í sendingini Vágskálin hjá Una Arge mikudagin 11. oktobur klokkan 17:05.