Skip to main content

Posts

Showing posts with the label átrúnaður

Norðurlendsk vika

Tað er norðurlendsk vika, sum endar við nýggjum lovsangi hjá Sunnleivi Rasmussen og Kim Leine týskvøldið, tá Norðurlandaráðið handar almennu virðislønirnar í ymsu listagreinunum, og fyri náttúruvernd, í konsertsalinum hjá DR frá klokkan sjey og út á kvøldið. Norðurlendski samleikin hevur tað gott, hóast breið semja er um at hann hevði tað nógv betri fyrr, tá hann enn hevði fólksligar røtur. Í dag er alt norðurlendskt samstarv stýrt av verkætlanum, sum byrja og enda á einum skriviborði og ikki spretta úr hjartanum á livandi fólki. Tann tíðin er farin. Bleiv styrktur og sannførdur av sonnum í hesum tanka um frumevnið í norðurlendskum samstarvi í gjárkvøldið, tá norska sjónvarpið, NRK 1, sendi ein borandi dokumentar, Brennpunkt , sum fyri ein lítlan part lýsti agiteraða prædikumannin, pengainnkrevjaran og Harry Potter brennaran Jan Hanvold. Sum sæst á myndini omanfyri er hann hugaður fyri norðurlendskum samstarvi, eisini føroyskum og sámiskum. Fløggini hanga øll har. Undirtek

Miðnervalagið

Í 70’unum rendi meg fyri fyrstu ferð í orðið centralnervesystem , ið eg sum frá leið lærdi at siga sum  miðnervalag . Tað var í fyrra føri í eini bókaplátu hjá Røde Mor á danska Demos-forlagnum, og í seinna førinum í eini grein í eins danska, men altíð hugvekjandi Brúksublaðnum, Samvirke . Í fyrra førinum varð greitt frá um sangin Grillbaren , sum er við stóra høvuðsvegin, helst ein Evropaveg, ið verður lýstur sum miðnervalagið í modernaða samfelagnum. Innan neonljósini sløkna, er lastbilasjaførurin steðgaður við bensinstøðina, at fáa sær ein bita frá servitrisuni, sum droymur um fremmandar reiðmenn á stálhesti, men má sláa seg til táls við enn einum innihaldsleysum degi, sum aftur endar í myrkri. Ein av fremstu highway desperado sangum, sum til eru á okkara leiðum. Ikki minst tá Peter Belli tekur hann fram, borar niður í hann og leggur miðnervalagið opið. Í seinna førinum var tað ein journalistisk grein um heimsins etableraðu fjølmiðlar, ið vórðu skýrdir størstu terro

Kúganarvald

Teldutala Var í biograf í kvøld og sá nýggjasta filmin eftir krimisøgu hjá danska Jussi Adler-Olsen. Religión á fátækrabygd er karmur um alla gongdina í nútíðar krimisøguni, ið er eitt neyðarróp frá einum barni í eini samkomu. Neyðarrópið er ein fløskupostur. Hyggja vit um okkum, er greitt, hvussu stórt rúm religión ruddar fyri sær í persónliga frælsinum á øllum økjum. Í dag, fýra dagar undan altjóða kvinnudegnum, ger Sosialurin greitt, at vit hava eitt vald í Føroyum, sum eg má í orðabókina, at seta orð á. Kúganarvald. Ikki gudstrúgv, men fyriskipað og útint religión, sum er so ítøkilig, at hon kann merkjast í einum handartaki í eini lítlari ríkmannabygd. Tað er sjón fyri søgn og orð fyri pressu í grein í Vikuskiftissosialinum í kvøld, har tosað verður við tvey skilafólk úr Gøtu, Honnu Jensen, løgtingslim, og Zacharias Zachariasen, elstaráðslim í Filadelfia. Hanna, sum er forkvinna í løgtingsins Mentanarnevnd, skilir ikki, hví ein lítil løgfrøðilig broyting í hjúnabandslógin,

Alt af Naade

Teldutala Soleiðis broderaði omma: Alt af Naade . Eins og abbi var hon fødd í 1894. Skriftstaðið varð broderað og sett á veggin í 1924, tá missiónshúsið Bethania varð bygt í Gøtu. Har komu tey bæði, Benadikta og Marius. Men tíggju ár seinni vóru broytingartíðir í hugsjónarbygdini Gøtu, og tey vóru millum teirra, ið fóru at ganga í brøðrasamkomuna Filadelfia, sum tá var í Syðrugøtu. Helst hevur skriftstaðið verið goymt burtur eftir henda átrúnarliga skilnað, shunning, tey rópa á enskum. Men tá missiónshúsið varð tikið niður í apríl í 2013, kom broderaða skriftstaðið hjá ommu fyri dagin við Gøtuvík, dygst við grannahúsini, sum nú vóru Filadelfia. Minnist allar teir gomlu, sum plagdu at koma í salin við Sildamjølsfabrikkina. Orsøkin til at eg fann hesa mynd fram í kvøld, eru orðini hjá Honnu Jensen úr Gøtu í kvøld: Vit skulu skapa eitt samfelag, sum strekkir seg longri enn mín sannføring. Í enskttalandi londum, sum brøðrasamkoman í sínari tíð kom úr, brúka tey orðið shunning , at s

At brúka religión sum makt at korrumpera samfelagið við

Teldutala Í kvøld tosaði Brown doktari úr Læraraskúlahøllini um same sex marriage , og hvørt hetta er ein progressión ella ein regressión, eitt afturstig, í okkara mentan. Hevði einki frægari at taka mær til í kvøld, enn at fylga við á netinum, har Raclip sendi frá fundinum, sum er fyriskipaður, nú løgtingið, sum tað seinasta á okkara leiðum, umhugsar at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd kunnu giftast borgarliga. Amerikanski doktarin vildi møta føroyskum politikarum, men teir vildu ikki kjakast við hann. Ein ungur maður fyri Miðflokkin útgreinar hetta sama. Tvey høvdu fyrst sagt ja, men vildu ikki møta, tá á stóð. Undrist yvir, hví ein so greið ikki-søga kann blíva til eitt makt-statement av runublakaraslagnum. Um ein politikari ella LGBT limur m/k veruliga var møttur, so kundu vit bara gitt, hvat varð kastað oman yvir hansara ella hennara kropp, um viðkomandi mutaði ímóti sjónarmiðunum, sum Brown doktari týðuliga ikki vil víkja frá. Hetta er ikki dialogur, men her

With God On Their Trigger Happy Side...

Hoyr tekstin lisnan her Amerikanski forsetin Obama turkar tár, tá hann í dag tosaði um oyðandi byrsur og vápn í samfelagnum, og um at herða amerikansku vápnalóggávuna . Tað er ikki sæð fyrr. Tí vápn eru ein religión í USA. Frá barnsbeini verður trúttað niður í teg, at tað stendur í øðrum grundlógarískoyti , the second amendment , at amerikanarin hevur rætt at bera vápn. Myndin niðanfyri er úr Texas á ársins fyrsta degi, har børn og vaksin fegnaðust um nývunna rættin at bera enn fleiri vápn á enn lagaligari hátt. Í hesum tíðum, har summi síggja, uppliva og boða frá ágangi frá morgni til myrkurs, tvíhalda tey um, at tað er serliga neyðugt júst nú at dubba seg og síni við nýggjastu og munadyggastu vápnum. Tað halda tey flestu, serliga religiøs, hvít og konservativ, har í landinum. Samstundis fata vit føroyingar hin nýggja heimin sum Guds gávu til frælsi og framburð, ikki minst tá íverksetarin skal smíða sær eydnuna góða. USA er ímyndin av frælsi. Í hvussu er, tá vit koyra á t

Leygardagsbøn í Havn

Í dag klokkan eitt møttust fólk á Tinghúshvøllinum at biðja fyri løgtingsvalinum týsdagin. Tey, ið kallaðu til leygardagsbøn í Havn vóru Ann Dahl Hansen, Heine Lutzen, Svenning av Lofti og Eyðun Jacobsen. Umframt felagssang undir Merkinum varð biðið í trimum høvuðsbólkum: fyri poltiska valdinum, samfelagnum, og at enda bøn fyri fólki Guds, sum sagt verður í skránni. Átakið er fólksligt og hvørki lagt fyri, ella vælsignað av nøkrum kirkjuráði. Bispur boðaði í gjár frá, at fólkakirkjan er ikki partur av verðsliga stríðinum upp undir løgtingsvalið. Brøðrasamkomin er heldur ikki við í tílíkum átøkum, hóast einkultir limir í staðbundnum samkomum kunnu vera við. Bønarløtan er eitt fólksligt átak, sum hevur fingið loyvi frá Løgtingsskrivstovuni og Býráðnum, at biðja í felag, heldur enn inni við seg sjálvan, á Tinghúsvøllinum. Og sum eini bróðurin og síðumaðurin segði: ”Arbeiðararørslan er jú eisini her fyrsta mai á hvørjum ári.” Og í somu løtu vinkar ein kona til mín, og

Meira av tí góða

Meira av tí góða . Tað var heitið á bók, sum Helgi Jacobsen skrivaði um hotel- og matstovuvinnu í Føroyum í tvær øldir. Ja, ein skrivað bók á prentaðum pappíri, innbundin í permu og seld yvir diskin. Eg fari at loyva mær at brúka hetta heitið, Meira av tí góða , fyrst sum eina áheitan og síðan sum eina viðurkenning. Í báðum førum er adressan Kringvarp Føroya og tær summarsendingarnar, sum har eru, fyrrapart og seinrapart beint nú og ikki fyrr í summar. Tær havi eg ikki hoyrt. Í morgun var telefonprát við unga eiðismannin, sum hevur skrivað eina danska og enska  viðmerking til Sea Shephard um grindadráp . Finasta slag, men tøkniliga eru telefonprát altíð trupul og í ljóði beinleiðis vánalig. Plagi at siga, at einasta grundgeving fyri telefonpráti í einum respekteraðum almannamiðili á okkara leiðum er eitt forsetadráp beint nú. Tey amerikansku revolvaradrápini eru vanligast, og føroyingar ferðast nógv har. Ring til onkran, næstu ferð tað hendur. Ikki annars. Skjót heldur lurtartel

Vit kunnu hjálpa tær

Í kvøld vísti DR2 ein amerikanskan heimildarfilm um amerikansku sektina Scientology Going Clear: Scientology and the Prison of Belief (Alex Gibney 2015). Innihaldsliga úrslitið var lítið flatterandi fyri sektina og fekk meg at hugsa um eina hending fyri skjótt 38 árum síðani, sum kundu havt broytt mítt lív, eins og almannavarpið kundi havt broytt lívið hjá Kára, tá ein spákona slapp at lesa í lógvanum hjá honum í morgun. Tað var ein heitur dagur í juni í 1977. Eg gekk oman eftir Strøjnum, fót fyri fót, hugdi eftir plátum í handilsgluggunum, filmsplakatum í Grand og longur niðri, har tey vístu Ai no korida, og eftir fremmandum avísum í Jorcks Passage. Tá verði eg steðgaður av einum ljóstpurlutum fjarsmílandi manni í sandalum. Soleiðis minnist eg hann. Við skriviblokki framm fyri seg spyr hann, um eg havi stundir at svara nøkrum spurningum. - Jú, hetta er fyrsti summarferiudagur, so eg havi alla tíð í verðini, sigi eg pura óforheraður, stingi høgru hond í lumman og set

Samkynd í almenna rúminum

Hóast Pride skúðgongan undan ólavsøku í fjør savnaði so nógv fólk sum aldri áður í almenna rúminum, eru fólk ymisk á máli um hvønn heimarætt tey, sum eru limir í felagsskapinum LGBT, eiga í samfelagnum. Við støði í eini oddagrein í størstu donsku avísini, Jyllands Posten, havi eg spurt Eiler Fagraklett, nevndarlim í LGBT Føroyar, hvat hann sigur til tað tolsemi, sum kemur til sjóndar í størsta prentaða danska miðilinum, og um tað var skeivt av kommununi í næststørsta danska býnum, Aarhus, at flagga og at stuðla einum gay-tiltaki, líkt tí, sum var í Havnargøtum í fjør summar og aftur er lýst at byrja ólavsøkuna í ár. - Ein og hvør, sum byrjar eitt lesarabræv, ella eina oddagrein við einum slag av ávaring um, at viðkomandi ikki er homofobiskur, ótolerantur o.s.fr., ger hetta sum oftast, tí at viðkomandi veit sera væl, at hann ella hon eru akkurát tað, sigur Eiler. - Oddagreinsskrivarin vil vera við, at kynslívið er privat og tí má tað goymast væl aftan fyri læstar dyr og ikk