Meira av tí góða. Tað var heitið á bók, sum Helgi Jacobsen skrivaði um hotel- og matstovuvinnu í Føroyum í tvær øldir. Ja, ein skrivað bók á prentaðum pappíri, innbundin í permu og seld yvir diskin. Eg fari at loyva mær at brúka hetta heitið, Meira av tí góða, fyrst sum eina áheitan og síðan sum eina viðurkenning.
Í báðum førum er adressan Kringvarp Føroya og tær summarsendingarnar, sum har eru, fyrrapart og seinrapart beint nú og ikki fyrr í summar. Tær havi eg ikki hoyrt.
Í morgun var telefonprát við unga eiðismannin, sum hevur skrivað eina danska og enska viðmerking til Sea Shephard um grindadráp. Finasta slag, men tøkniliga eru telefonprát altíð trupul og í ljóði beinleiðis vánalig. Plagi at siga, at einasta grundgeving fyri telefonpráti í einum respekteraðum almannamiðili á okkara leiðum er eitt forsetadráp beint nú. Tey amerikansku revolvaradrápini eru vanligast, og føroyingar ferðast nógv har. Ring til onkran, næstu ferð tað hendur. Ikki annars. Skjót heldur lurtartelefonina í útvarpinum. Tí dagsins telefon er so vánalig, at hon kann ikki brúkast í ljóðarbeiði. Fyri 20-30 árum síðani var vanligt at brúka ISDN tøkni til telefonsamrøður millum fólk í ymsum londum. Tá hoyrdist ikki, at vit ikki vóru í stovu saman. Hví ber hetta ikki til longur? Hoyri hvønn dag, hvussu tøknin gerst effektivari at tæna føroyingum í fólkaræðisliga rúminum, so øll kunnu verða ein tíðindastøð, beint har tey sita. Út frá tí eg síggi og hoyri alla staðni í dagsins samfelag passar hetta ikki. So hvørt tøknin sigur seg hava nýggj miðlaamboð at selja, gerst innihaldið veikari. Tað er sum amen í kirkjuni. Kjarnin í málinum, innihaldið, fylgir ikki við ytru tøknini, sum hvørt ár terroriserar okkum tilveruna við nýggjum rokningum um lisens, dagføringar og annað pling, sum vit skulu á skeið fyri at skilja. Hvussu nógv verður brúkt á føroyskum framleiðslustovnum at halda tøknini gangandi, samanborið við innihaldsproduktiónina?
Ballið byrjaði rættuliga í Morgunsendingini í dag við einum væluppløgdum verti, Rólanti, og tveimum ikki minni væluppløgdum gestum úr Tinginum, Gunvør og Johan, sum greiddu frá, hví tey leggja frá sær. Fólkaræðislig undirgraving, var orðið frá Gunvør, sum eg goymdi mær og skrivaði inn í minnislepan á telefonini. Sum nýskapandi prátið sett sín dám á fríska morgunin, gjørdist mær greitt, at happing er staðfest arbeiðsamboð úr erva frá Landstýri og Løgtingi, og so út í samfelagið. Í Sosialinum kundu vit um dagarnar lesa um rukkuna umborð, sum eg helt vera eitt fornt granskingarfyribrigdi hjá Jóan Paula. Men dagsins modernaða rukka bleiv bjargað av nólsoyingum. Á báti í fiskivinnuni í okkara tíð. Og á middegi hoyra vit aftur um happing av tí grovara slagnum umborð á einum russiskum skipi, sum vit hava leigað higar. Er so illa skaft í høvuðsvinnuni, hvussu skal so verða í skúlanum, har allir lítlingar hava gingið og fara at ganga?
Næsta innslag í morgunsendingini er úr Zarepta. Eitt væl fyrireikað prát, har samrøðupartarnir eru opnir fyri dialogi. Trý samskipað innsløg, har hitt besta var í telefon við ein mann, ið mintist, tá hann sum 9 ára gamal fekk at vita um Helviti. Eg kom í tankar um týska nútíðarfilmin Krossvegur, ið er um eina 14 ára gamla gentu, sum offrar alt fyri átrúnaðin, nú hon skal konfirmerast. Skakandi niður í avgrundina.
Og so koma vit aftur til happingina. Næstformaðurin í Lærarafelagnum hevur lisið í happingarkanningini, sum Mentamálaráðið legði fram fyri 4 mánaðum síðani. Tað skal eg ikki happa hann fyri, men gjøgnum alla kanningina eru næmingasitat, sum ljóslivandi seta orð á happing í skúlanum beint nú. Eitt sitat, sum eg steðgaði við á síðu 25, er hetta: ”Ein drongur happar meg við at siga, at eg sleppi ikki í himmalin, tí eg eri ikki doyptur”. Sjálvur eri eg ikki doyptur, og kanska var tað tí, at eg tók mær tykni av júst hesum setningi millum allar hinar. Men samstundis undrist eg yvir at samfelagið er blivið so polariserað, at børnini gera sær hetta til eitt spæl um eitt slag av lívsmakt yvir øðrum. At harta hvørt annað við tílíkum fyri summi eksistentiellum uppáhaldum, sum dópi og himmal. Onkustaðni hava skúlabørnini tað frá. Og tað fær meg so aftur at seta spurningin: Hvaðani koma børnini í dagsins skúla? Hvør fóðrar tey við slíkum virðum, hugtøkum og orðingum, sum tey sambært happingarkanningini hjá Mentamálaráðnum, sleingja um seg og stinga onnur við? Hvør fóðrar? Lærarin? Skúlabøkurnar? Sunnudagsskúlin? Barnaútvarpið? Prestur? Foreldur? Vinfólk? Ella aðrir sosialir agentar, sum eingin veit um at siga?
Góður og hugvekjandi Summarmorgun og middagstíðindi í Kringvarpi Føroya í dag. Gjøgnumarbeitt og ikki tilvildarligt smalltalk, um kaffi og róma í Vágsbotni og aðrastaðni í Havn. Men ov nógv av telefonsamtalu.
Hóast tað er skakandi at hoyra um Helviti í Zarepta, happing í skúlanum og harðskap umborð á russiskum skipum í Føroyum beint nú, so er nærveran ein onnur, tá hon er leys av knitrandi telefonlinjuni. Men í morgun og fram til middag var veruliga meira av tí góða í Útvarpinum, íroknað yrkingar. Og talu hins høga, hana hevði tú ikki sent um telefon, ha? Ná, men takk fyri meira av tí góða!