Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Tórsbyrgi

Gott nýggjár!

Gott nýggjár! Í Tórsbyrgi hevur øll árini, síðan fólk fluttu inn her í 1976, verið vanligt at hava nýggjárshald. Í dag varð byrjað við barnatiltaki klokkan fimm í brekkuni frá hitamiðstøðini í elsta eigarafelagnum niðan móti Lágargarði, sum lat upp í 1987. Klikk á myndina omanfyri og hon verður eitt krubbuspæl. Við trygdarútgerð fokusera børnini í Tórsbyrgi saman við mammum og pápum á, hvussu alt skjótbært fæst at bresta best hetta gamlaárskvøld í Tórsbyrgi. Og omanfyri øllum er bálmeistarn, Jón, sum í hesi løtu hevur set seg inn í gomlu smáttuna í brekkuni beint undir Lágargarði. Fyrr um dagin er gjørt klárt til kyndlagonguna hjá teim vaksnu, sum byrjar klokkan ellivu um kvøldið. Her sæst, at millum jólahurðanna standa kyndlar. Kanska forða teir fyri at nýggjar dyr verða opnaðar. Hvør veit. So byrjar kyndlagongan hjá teim vaksnu, nú klokkan er farin av midnáttarellivu. Nú er at ansa eftir leidningum og takskeggi, so kyndlarnir ikki festa í. Eyðdis un

Føroysk-russisk fotoduell

- Tað er ikki ofta, at fotografar verða avmyndaðir, sigur Areg Manvelyan úr Russlandi í dag. Hann sendir mær mótmyndina, ið hann tók á G! Festivalinum við sama høvi í fjør. Saman við trimum øðrum var Areg í Føroyum í tríggjar vikur í fjør. Tey gjørdu filmsupptøkur til opna netstaðin farland.me . Visit Faroe Islands og Tutl stuðlaðu russisku ferðini og frálíku upptøkunum, tey gjørdu her í fjør summar. Tað var virksemið hjá sendiharranum í Moskva, Bjørn Kunoy, og konsertirnar hjá plátufelagnum Tutl, sum skaptu áhugan hjá teimum fýra úr Russlandi, at koma higar at filma og fotografera. Her eru tey á bønum í Tórsbyrgi og filma Jenný Kragsteen og Hergeir Stakksberg, ið tilsamans eru FRUM. So eru vit aftur á G!Festivali í Gøtu, har Areg hevur fangað meg og Unn, beint sum eg avtali við Eivør, Jenný og tær at taka eina portrettmynd her og nú. Fyrst Aregsa mynd og so mín. Í Valhøll hitti er tær fryntligu flogternurnar hjá Atlantsflogi, Barbara Lamhauge, Angeli Gudjonsson o

Gamalt og nýtt í Tórsbyrgi

Fyri fyrstu ferð í einogfjøruti ár eydnaðist mær at avmynda hendan úr erva, nú hann lá niðri. Ikki tí, einaferð var hann til sandblásingar á Skipasmiðjuni, og eina aðru ferð til umvælingar, men tá hevði eg ikki myndatól. Dagsins sjón hevði eisini borið til úr dronu, ella av tekjuni á ætlaðu kirkjuni á Glyvrum. Tí gamli skorsteinurin í Tórsbyrgi, sum nú liggur niðri, er 20 metrar høgur og vigar 2,7 tons. Nýggi skorsteinurin er bara tólv metrar høgur, har hann stendur í baksýni við hitamiðstøðina, og vigar hálvtannað tons. Teir báðir gomlu ketlarnir fyltu alla hitamiðstøðina. Nýggi ketilin er so lítil, at hann stendur í einum rúmi aftanfyri. Plássið, sum teir tóku, er nú felagshús hjá 36 húsum í Tórsbyrgi. Liturnýtslan, sum nú er umleið 60000, var fyrstu tíðina væl hægri. Men vit hava bjálvað meir, og nýggja fýringin er effektivari enn tær báðar gomlu. Gamli skorsteinurin, sum nú liggur í túninum, verður skorin í fýra og sendur til endurnýtslu sum gamalt jarn. Tað var í tøkum tím

Russiskt sjónvarp í Tórsbyrgi

Jenný Augustudóttir Kragesteen og Hergeir Staksberg vórðu filmaði live á bønum í Tórsbyrgi í dag, meðan tey spældu undir heitinum FRUM . Tey eru bæði úr grannalagnum. Upptøkuliðið, sum er úr Russlandi, telur fýra ung fólk við bestu mobilu útgerð. Byrjanin til russiska áhugan fyri Føroyum vóru tónleikavitjanir har í landinum, sum russiski sendiharrin í Moskva og plátufelagið Tutl fingu í lag í fjør. Russiska upptøkuliðið, sum er her í tríggjar vikur, hevur longu fingið nógv burturúr. Upptøkurnar síggjasta mest sum beinan vegin á opnu heimasíðuni farland.me , sum tey hava gjørt til ferðina. Her sæst eisini at Visit Faroe Islands og Tutl eru stuðlar undir hugvekjandi samstarvinum millum Russland og Føroyar. Jenný, sum lesur heimspeki, skal til Kina í heyst at syngja. Hon hevur nógvar fylgjarar á YouTube síðunum hjá Tutl.

Jógvan Elias avloysir Gutta

Eftir at Gutti í nummar 30 hevur sligið bøin í Tórsbyrgi í øll tey ár eg minnist á hesum leiðum, hevur hann nú funnið ein avloysara. Tað er Jógvan Elias, sum býr í nummar 33. Tað er sjón fyri søgn. Afturvið kaffi á terrassuni er ljóðið av sláimaskinuni á grøna bønum eitt ósvitaligt tekin um, at nú er hásummar.

Grønt og grátt

Sum sæst omanfyri er grønt í túninum í dag. Men í erva er grátt, hvørja ætt vit so hyggja í. Tað verið seg beint út á fjørðin móti Nólsoynni, við antennunum hjá radioamatørunum í høgra horni, og í eini ljósari rípu í havsbrúnni, ella á niðastu myndini, har Eystnes er vinstrumegin og Stongin høgrumegin. Hetta er ein av mest hugtakandi summarpalettunum í Havn - grátt.